Sveits fer upp í ST

Við einum lítlum, men kortini greiðum meiriluta hevur sveitsiska fólkið gjørt av, at landið skal fara upp í ST sum limaland nummar 190. Nú er bara Vatikanið uttanfyri

Sveitsiska umsóknin um limaskap varð send ST-høvuðsborgini í New York longu í gjár, tí umsóknin var longu skrivað undan fólkaatkvøðuni sunnudagin. Umsóknin skal nú hava ta vanligu viðgerðina, og í september verður sveitsiski limaskapurin ætlandi veruleiki. Landið verður tá limur nummar 190 í heimsfelagsskapinum, og tá er tað bara Vatikanið, sum ikki er limur í ST.
ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, var skjótur at ynskja sveitsiska fólkinum tillukku við avgerðini, sum hann segði vera eitt tekin um, at fólkið hevur álit á tí arbeiði, sum felagsskapurin ger.
Spenningurin var stórur undan fólkaatkvøðuni. Tá uppteljingin var liðug sunnukvøldið, høvdu 54,6 prosent atkvøtt fyri ST-limaskapi, meðan 45,4 prosent høvdu atkvøtt ímóti. Verður hugt at úrslitinum í teimum einstøku kantonunum ella landspørtunum, var meiriluti fyri limaskapi í 12 av teimum 23 kantonunum. Valluttøkan var 58 prosent, og tað er nógv eftir sveitsiskum viðurskiftum.
Nærri ES
Úrslitið gjørdist ein sigur fyri stjórnina, meðan tann stóri taparin var tann tjóðskaparhugaði Christoph Blocher, sum stóð á odda fyri teimum, sum mæltu fólkinum frá at atkvøða fyri limaskapinum.
Teir flestu politisku flokkarnir og meirilutin í tjóðartinginum høvdu mælt fólki til at taka undir við ST-limaskapi. Tað sama høvdu partarnir á arbeiðsmarknaðinum gjørt. Úrslitið vísti, at tað vóru serliga fólk í býunum, sum atkvøddu fyri, meðan tey flestu á bygd vóru ímóti. Í býnum Geneve, sum hýsir evropeisku ST-deildini, atkvøddu 67 prosent ja.
Politiskir eygleiðarar í Sveits siga, at úrslitið er ein týðilig ábending um, at sveitsiska fólkið kennir seg ikki so óheft av umheiminum sum fyrr, og kreppan hjá flogfelagnum Swissair hevur eisini víst nógvum sveitsarum, at landið kann ikki halda seg óheft av tí, sum hendir aðrastaðni.
Summir eygleiðarar spyrja, um úrslitið sunnudagin kann fara at bera í sær, at Sveits fer at nærkast ES. Umsóknin um sveitsiskan limaskap liggur í einari skuffu í Bruxelles, men nú halda summir eygleiðarar, at umsóknin skjótt verður tikin upp úr skuffuni.