Ráðstevna
Í sambandi við Føroya Sjómannadag, skipaðu klaksvíkingar seinnapartin fríggjadagin fyri fiskivinnuráðstevnu í Skálanum.
Hetta var onnur ráðstevnan av hesum slagi í Klaksvík nýggjari tíð. Hin fyrra varð hildin á sjómannadegnum fyri einum ári síðan.
Føroya Sjómannadagur er við til at seta sín serliga dám á teir menn og kvinnur, ið virka innan okkara høvuðsvinnu.
Stigtakarar til fiskivinnuráðstevnuna eru Auðunn Konráðsson, sum er formaður í Meginfelag Útróðrarmanna, Jákup Sólstein, formaður í Føroya Reiðarafelag og Óli M. Lassen, sum eitt nú er útgerðarmaður hjá línuskipinum Jákupi B.
Miðdepilin
Klaksvíkin er eyðkend fyri sín leiklut sum fiskivinnumiðdepil Føroya.
- Sereyðkennið hevur verið, at vit hava havt ein stóran útróðrar-og línuflota. Men seinastu tíðina er flotin vorðin alt meira fjøltáttaður. Klaksvíkin verður eisini í framtíðini ein fiskivinnumiðdepil.
Í sambandi við ráðstevnuna, hava fyrireikararnir gjørt eitt faldara, sum lýsir ymiskar tættir í høvuðsvinnuni, og undan ráðstevnuni hesaferð søgdu teir seg vóna, at tiltakið kann verða við til at geva fólki eina størri vitan um høvuðsvinnuna.
Teir, sum høvdu framløgur fiskivinnuráðstevnuni, vóru Kjartan Hoydal, sum tosaði um fiskivinnupolitikk og fiskidagaskipanina, Bjarni Arnason, ið greiddi frá støðuni og lønseminum hjá fiskiskipaflotanum, íslendski fiskifrøðingurin, Magnus Thór Hafsteinsson, sum tosaði um íslendsku fiskivinnuna, Bjørn Kalsø, sum serliga greiddi frá toskinum og Meinhard Jacobsen, ið viðgjørdi evnið – at virka innan fiskivinnu á sjógvi og landi.
Eftir framløgurnar, sum Sosialurin fer at venda aftur til, varð skipað fyri pallborði, og her vóru luttakararnir Bjørn Kalsø, Kjartan Hoydal, Auðunn Konráðsson, Jákup Sólstein, Anfinn Kallsberg og Meinhard Jacobsen.
Stórur áhugi
Eins og í fjør, savnaði fiskivinnuráðstevnan aftur hesaferð nógv fólk, og áhugavert var á líða á tey sjónarmið, sum luttakararnir høvdu at bera fram.
Ein stórur partur av áhoyrarunum vóru ”slipsamenn” úr høvuðsstaðarøkinum, sum umboða ymiskar stovnar og fyritøkur, ið hava áhugamál í fiskivinnuni, men fleiri skiparar og útgerðarmenn úr Klaksvík vóru eisini við.
Ráðstevnan eydnaðist sera væl, og nógv ymisk sjónarmið og áhugaverdar lýsingar um okkara høvuðsvinnu vóru frammi.
Alt hetta fara vit at venda aftur til í Sosialinum hesi vikuni.