Seinnapartur í søkjaranum

Klikk! sigur fototólið.

Har er Vaglið. Fyri fullum útblástri, sæð gjøgnum eitt optiskt fiskaeyga. Tá jólatræið varð tendrað og tóktist loga sum eitt eldhav á Tinghúsvøllinum. Tá hornorkestrið blásti jólaløg undir trølsligu trøunum við gamla bókhandil. Fyri seinastu ferð í hesum túsundárinum.

Átta fróir amatørfotografar frá kvøldskúlanum í Havn strúka út í býin í skýmingini. Ein bóndi, ein listamaður, ein konservator, ein oljusølumaður og annað gott fólk. Albrynjaðir við fototólum, blitsi og stativum at avmynda høvuðsstaðin, tá jólatræið og ljósini vórðu tendraði.


Klikk! Har stendur Eivind við húgvuni væl niður fyri oyruni og býtir traktatir út. Í kvøld skal hann halda røðu á jólaveitsluni hjá búfólkunum á Mýrini, sum verður á Panorama. Hann er so spentur, at hendurnar krøkjast um traktatirnir, so at tær rukkast saman.

Og har hongur lítli Eli. Uttan á búkinum á mammu síni. Eftir nýggju mánaðir inni í búkinum.

Og hygg, har dagar høvdið á MC undan reseptiónini. Eins og lundarnir hevur hann funnið sína rók á Hafnia.


Klikk! Tað liggur ein sovorðin vælsignaður friður yvir gamla býlinginum á Reyni. Sum var hann fullkomiliga líkaglaður við alt hóvastákið, sum verður gjørt burturúr uppi í býnum.

Í Havnar Kirkju er Oddvør liðug við sína orgulmatiné. Kanska var illa lýst, tí áhoyrararnir kundu teljast á fáum hondum. Nú er brúdleyp. Í ljósglæmuni á kalda trappusteininum uttan fyri ta gomlu kirkjuna taka tvey síni fyrstu fet út í lívið sum hjún.


Klikk! Í plátuhandlinum hjá Hansemann er jólamaðurin upp á spæl. Í leðurjakka og undir agent-hatti er hann nærum ókenniligur, har hann stendur og hyggur at kasettubondum.

Í keypstaðnum er mangt broytt síðani Liffusa tíð. Tær ullintu undirbuksirnar og teir praktisku hoftihaldararnir eru skiftir út við djarvari pløgg. Moralurin er fríari, og tað at keypa konuni jólagávu, er vorðið eitt satt spæl hjá mongum manni.


Okkurt um 500 fotomyndir seinni fara teir átta fróðu fotografarnir aftur á gamla meiarí, har fotoundirvísingin hjá Olafi Schneider fer fram.

Skjótt er framkallað, fikserað og kopierað.

Har verður valt og vrakað. Og myndirnar á hesum síðum vóru bert nakrar av teimum, sum kundu verið slopnar gjøgnum nálareygað.