Vinnuátak
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Áki Johansen, leiðari á útflutningsdeildini á Menningarstovuni er samskipari og sigur við Sosialin, at tey eru komin fram í øllum góðum. Komandi fýra dagarnar fara tey at vitja ymsar fyritøkur í teimum báðum baltisku londunum. Ferðin er komin í lag eftir, at Menningarstovan hevur sæð ein vaksandi áhuga frá vinnulívinum at fáa størri samstarv við baltisku londini. Eitt nú innan sølu og útflutning. Her er talan um ein stóran marknað, sum fær støðugt størri innkeypsorku. Tað er so eisini eitt ynski at kanna møguleikan fyri at outsourca uppgávur og virksemi, nú arbeiðsmegin í baltisku londunum er so bílig og eisini á einum sera høgum støði. Tað skal so aftur gera føroysku fyritøkurnar meira kappingarførar.
Áki Johansen sigur, at føroyskar fyritøkur royna at troyta møguleikarnar, sum altjóðagerðin gevur. Her verður eisini hugsað um at troyta traditionellu bondini innan fiskasølu í Baltisku londunum og víðari til bæði Ruslands og Ukraina. Ein kann siga, at man roynir at brúka Baltisku londini sum lopfjøl til marknaðir í bæði Ruslandi, Ukraina og Pólandi.
Uppá fyrispurning hví baltisku londini eru so áhugaverd fyri føroyskar fyritøkur sigur Áki Johansen, at tey eru fyri tað fyrsta partur av Europa og ES. Har er eisini lutvíst bíligt í mun til onnur ES lond. Støðið í londunum er høgt, hvat arbeiðsorku viðvíkur. Londini eru sera nútímans og flestu fólk tosa væl enskt. Eisini líkjast tey nógv Norðurlondum. Baltisku londini vilja eisini fegin hava meira samstarv við norðurlond, og tí er tað lætt hjá eitt nú føroyskum fyritøkum at koma inn á marknaðin har.
Tað eru annars sera fjølbroyttar fyritøkur, sum eru við á ferðini. Eingin líkist, so tað hevur verið eitt stórt arbeiði at gera eina vitjanarætlan. Men hetta hevur so eydnast Menningarstovuni, sum eisini hevur havt tætt samstarv við bæði Vinnuhúsið og Danmarks Eksportråd á sendistovuni í Riga.
Tær 10 føroysku fyritøkurnar eru: Tórshavnar Skipasmiðja, Notio, Syntesa, Jógvan Weihe, heilsøla, PF Poul Michelsen, Farpack, Atlanticon, Fjarðahús, J&K Petersen og Landshandilin.
Tvær føroyskar fyritøkur hava annars fingið fótin fastan í Baltisku londunum, Fariga og Skemman.










