kappróðrarfólkini kring landið venja upp á lívið til FM-róðrarnar, har av tann fyrsti sum vant er á Norðoyastevnu í Klaksvík, sum í ár er í døgunum frá 28. til 30. mai. Síðani eru FM-róðrarnir 19. juni á [...] og seinasti róðurin er enn sum áður ólavsøkuaftan 28. juli. 82 bátsmanningar hava meldað seg til, og tað eru fýra færri enn í fjør. Størsta frágongdin er hjá 10-mannaførunum, sum eru farin úr 11 í fjør [...] hevur júst verið á Scilly oyggjunum og fingið gott úrslit í róðrinum har niðri, og nýggi báturin hjá Nes Sóknar Ítróttarfelag má eisini metast sum favorittur til at endurvinna føroyameistaraheitið í ár. 5-mannafør
har tað hevur verið neyðugt at fáa fólk uttanífrá til arbeiðis fyri at nøkta eftirspurningin. Við royndunum frá Hebridunum heldur hon avgjørt, at Føroyar eru eitt so mikið robust samfelag, at tað tolir [...] eingin orsøk til at óttast. Oljan fer sjálvandi at hava broytingar við sær, men tit eru rationell og skilagóð, so tit skulu nokk vinna á vandunum. Sjálv heldur hon, at tað átti at borið til at fingið eitt [...] viljað gingið skotsku ynskjunum rættiliga langt á møti. Hetta var so eisini tað, sum gjørdi, at Labour vann stórt í Skotlandi til seinasta val, og har Konservativi flokkurin ongan mann fekk valdum í heila
savnað saman til eldrasambýli í Vági við gávum, bingo, o.ø. Tey hava savnað heilar 260.000 krónur til sambýlið, og tað helt hann var heilt ótrúligt. ? Tað hevur gjørt, at tað hevur, at tað ber til at fara undir [...] kommunan sett spakan í til tað fyrsta sambýli, sum er til 10 fólk. ?Men vit hava samstundis lagt øki av til tvey sambýli afturat, um tørvur skuldi verið á tí. Sjálvur helt hann,at tað bleiv brúk fyri einum [...] undir sambýlið skjótari, enn tað annars hevði borið til. ? Men samstundis eggjar tað býráðnum til at fara undir byggingina. Sjálvt hevur býráðið sett 250.000 krónur av til sambýlið, umframt grundstykkið
í Brussel. Tað er annars ikki so langt síðani, at føroysk virki vóru við á stórari messu í Skotlandi. So vit eru við, har tað hendir. Tað er greitt, at hetta hevur útreiðslur við sær, men tað sleppa við [...] við ikki undan, um vit vilja marknaðaføra okkum. Og tað skulu og mugu vit, tí tað er ein týðandi partur av øllum vinnulívinum - av tí at vinna pening til landið. Hvat kemur so burtur úr kundi verið spurt [...] karmin av tí Útfluningsráð, sum landsstýrið hevur ætlanir um at seta. MEN lat tað standa fast: at teir pengar, sum vit brúka til luttøku á messum ol. eru bagatellir at meta móti teimum virðum, sum vit kunnu
sum hava loyvi til at fiska uppá føroyskan lisens galdandi. Men samtíðis hava bretar loyvi til at senda síni skip í sama økið uppá somu vilkor. Løgmaður leggur aftrat, at hetta at tað er brúkt so nógv [...] Grásonuni longur vestari. Har hevur man rættað upp fiskimarkið, sum er tað sama sum undirgrundarmarkið. Fara vit so suður til tað stóra Gráa økið, so hava vit fingið eitt øki, sum er uppá góðar 1100 kvm [...] altjóða oljufeløgini hava stórar vónir til. Anfinn Kallsberg, løgmaður er sannførdur um, at vit hava fingið eitt gott úrslit. Uppá fyrispuring hvat hann hevur at halda seg til í so máta, vísir hann á, at allir
Tony Lloyd. Tað er hann, sum hevur havt ábyrgdina av marknamálinum. LAT tað verða sagt beinanvegin - uttan at vit kenna innihaldið í avtaluni í smálutum - at okkara fólk - frá løgmanni til samráðingarleiðara [...] hava gjørt eitt sera gott arbeiði. Nú arbeitt hevur verið við hesum máli í so mong ár eru tað sjálvandi eisini aðrir politikarar og embætisfólk, sum eiga sín part av æruni fyri, at tað nú loksins er rokkið [...] NÚ liggur hann so á borðinum. Fyrst skulu okkara kosnu tingmenn til at taka støðu til hann. Neyvan fara tingmenn nú at seta kílar í tað úrslit, sum m.a. Anfinn Kallsberg og Árni Olafsson hava fingið í
lurtarar, sum júst útvarp Føroya. Og tað er helst einki at taka seg aftur í, at Útvarpið er vorðið partur av føroyska gerandisdegnum. Og júst tí metir Útvarpið seg vera sera gott lýsingarstað. Útvarpið hevur bæði [...] tekstlýsingar og ljóðlýsingar at bjóða. Til ber at koma við lidnum ljóðlýsingum á fløgu, ella ein kann fá Útvarpið at framleiða. Útvarpið kann eisini útvega ljóðtilfar til ljóðlýsingar. Eitthvørt er við fimtiárunum [...] Útvarp er so nógv annað, enn tað, ið kemur inn ígjøgnum oyruni á middegi. Seinastu árini er kappingin í fjølmiðlaheiminum harnað og vit hava sæð útvarpsfløgur og útvarpskallendarar. Eisini eru útvarp og
skjótt at koma til Jan Dam, sum hevur eina rúgvu av royndum og hevur gjørt nógv við venjingina. Men nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður við tí. Jan Dam og Jákup Mikkelsen hava eisini tað til felags, at [...] minuttir, og har komu fleiri til fyri at geva honum viðgerð. ? Tað var ikki frítt, at eg var eitt sindur skelkaður. Eg dugi ikki at siga, hvat tað var, sum hendi, men kanska var tað bara ein bøkkur, sum eg [...] at teir ganga í sama læraraskúla, og so eru teir eisini grannar, og tað vil siga, at teir síggja ikki so lítið til hvønn annan. Tað vil so vera, at teir tosa nógv um fótbólt, og uppundir vitjanina hjá Herfølge
alt. Og fyri at fáa tað síðsta við, slatra tey eitt sindur, men slatur er eisini tíðindi, ha? Tað er gott, at tað er samanhald, og ein kennir seg næstan ongantíð einsamallan. Men tað kann eisini vera óheppið [...] líkjast okkum, ganga sum vit, standa sum vit (ofta hendur í lumma, men tað kemst nokk av kuldanum). Tað er tað, ið ger okkum til føroyingar, gevur okkum samleika. Tann longra frágreiðinging Her eru eisini [...] eins stórt gildi sum um tær vóru tað. Við øðrum orðum ein kunning um, hvussu føroyingurin er, og hvat hann er upptikin av. Tað er Ferðaráð Føroya, ið hevur vent sær til flokkin á Kambsdali, og flokkurin
eisini spælt tveir dystir og hevur tapt báðar 1-2. Tí er 0-0 ella 2-1 til NSÍ kanska mest væntandi úrslitið, men tað ber jú ikki til at siga frammanundan. Teir hjá NSÍ eru uppsettir uppá, at nú skulu teir [...] móti KÍ hevði einki verið forgjørt í, at teir fingu í øllum førum eitt stig burturúr. Teir hava gott mót til dystin í morgin.