82 bátsmanningar ætla sær við í ár

Kappróður: Í fjør vóru 86 bátsmanningar meldaðar til FM-kappróðurin. Talið í ár er 82, og sostatt eru fýra færri í mun til í 1998. Størsta afturgongdin er í 10-mannaførunum

Flaggdagurin er væl og virðiliga farin afturum, og tey mongu kappróðrarfólkini kring landið venja upp á lívið til FM-róðrarnar, har av tann fyrsti sum vant er á Norðoyastevnu í Klaksvík, sum í ár er í døgunum frá 28. til 30. mai.

Síðani eru FM-róðrarnir 19. juni á Sundalagsstevnu í Hósvík, 26. juni á jóansøku á Tvøroyri, 3. juli á varmakeldustevnu í Fuglafirði, 10. juli á Vestanstevnu í Sandavági, og seinasti róðurin er enn sum áður ólavsøkuaftan 28. juli.

82 bátsmanningar hava meldað seg til, og tað eru fýra færri enn í fjør. Størsta frágongdin er hjá 10-mannaførunum, sum eru farin úr 11 í fjør niður í átta í ár.

Millum fólk er størsti áhugin sum vant millum 10-mannaførini, har Eysturoyingur var suverenur í fjør og vann allar róðrarnar. Manningin hevur júst verið á Scilly oyggjunum og fingið gott úrslit í róðrinum har niðri, og nýggi báturin hjá Nes Sóknar Ítróttarfelag má eisini metast sum favorittur til at endurvinna føroyameistaraheitið í ár.


5-mannafør dreingir (18 bátar)


Báran

Blikur

Broddur

Bylgjan

Drekin

Dúgvan

Erla Kongsdóttir

Firvaldur

Havfrúgvin

Hvassi

Junkarin

Kollur

Royndin Fríða

Sílið

Súlan

Svanur

Tjaldrið

Ørnin


5-mannafør gentur (22 bátar)


Báran

Beinta

Blikur

Broddur

Bylgjan

Drekin

Dúgvan

Erla Kongsdóttir

Fípan Fagra

Firvaldur

Havfrúgvin

Hvassi

Junkarin

Kollur

Ritan

Royndin Fríða

Sílið

Súlan

Svanur

Ternan

Tjaldrið

Ørnin


6-mannafør kvinnur (12 bátar)


Fuglfirðingur

Gongurólvur

Hósvíkingur

Hvessingur

Jarnbardur

Kollfirðingur

Lómur

Páll Fangi

Riddarin

Snopprikkur

Sølmundur

Strálan


6-mannafør menn (10 bátar)


Fuglfirðingur

Gongurólvur

Hósvíkingur

Hvessingur

Jarnbardur

Kollfirðingur

Lómur

Snopprikkur

Strálan

Sølmundur


8-mannafør (12 bátar)


Argjabáturin

Fríggjarin

Gullbrandur

Knørrur

Kvívíkingur

Miðvingur

Nevið Reyða

Sandavágsbáturin

Sjóriddarin

Skúgvur

Víkarbáturin

Ørvur


10-mannafør (8 bátar)


Eysturoyingur

Havnarbáturin

Kjølur

Nólsoyingur

Skálabáturin

Suðringur

Vágbingur

Vestmenningur