Kunna um og selja føroyskt og Føroyar

VIT hava áður víst á, hvussu stóran týdning ráðstevnur av ymsum slag, sum verða hildnar her heima, kunnu hava fyri okkum føroyingar - har tað ræður um at fáa vitan og læra av útviklinginum í øðrum londum. Men tað hevur so sanniliga eisini stóran týdning, at vit eru við á ráðstevnum, framsýningum ol. í øðrum londum - og har kunna um okkum sjálvi men eisini fáa íblástur tann vegin.

HERFYRI kunngjørdi Menningarstovan eina ætlan fyri luttøku á ráðstevnum og framsýningum í øðrum londum. Sjálvandi eiga vit at vera við til slík tiltøk fyri harvið at menna handil og vinnulív og annars at skapa menning á øðrum økjum eisini so sum á mentanarøkinum.


JÚST í hesum døgum eru nógvar føroyskar fyritøkur við á Rek-Tór framsýning í Íslandi. Hon verður sett í dag. Hetta hendir stutt eftir, at vit hava verið við á stórari matvøru messu í Brussel. Tað er annars ikki so langt síðani, at føroysk virki vóru við á stórari messu í Skotlandi. So vit eru við, har tað hendir. Tað er greitt, at hetta hevur útreiðslur við sær, men tað sleppa við ikki undan, um vit vilja marknaðaføra okkum. Og tað skulu og mugu vit, tí tað er ein týðandi partur av øllum vinnulívinum - av tí at vinna pening til landið. Hvat kemur so burtur úr kundi verið spurt? Hetta er ikki altíð lætt at seta tøl á, tí talan er um eina prosess, har tú kanst meta hvørja luttøku, sum eitt lið í eini heild. Hinvegin eiga vit at gera alt fyri at sameina kreftirnar og evaluera sohvørt. Tvs. at vit eiga onkursvegna at taka pulsin eftir hvørja slíka luttøku. Og hetta kundi verið gjørt innan fyri karmin av tí Útfluningsráð, sum landsstýrið hevur ætlanir um at seta.


MEN lat tað standa fast: at teir pengar, sum vit brúka til luttøku á messum ol. eru bagatellir at meta móti teimum virðum, sum vit kunnu heinta inn uppá longri sikt. Skulu vit tosa um eitt meira fjøltáttað og útbygt vinnulív, so er marknaðarføringin ein týðandi partur. Tá kann ein so altíð røða um, hvat er besta marknaðarføringin, og kanska var tað eitt gott hugskot, um komandi Útflutningsráð møguliga í samstarvi við vinnuna og Norðurlandahúsið skipaði fyri ráðstevnu, sum nettup snýr seg um marknaðarføring.


ENN ein týðandi ráðstevna og messa verður í september mánað. Hon er í Aberdeen og snýr seg um frálandavinnuna. Til ta tíð má roknast við, at vit hava fingið eina marknaavtalu við bretar, og at arbeiðið uppá fyrstu útbjóðing er komið væl áleiðis. Tvs. at tá hava vit føroyingar veruliga nakað ítøkiligt at fara á messu til: nevniliga at marknaðarføra Føroyar sum framtíðar íløguøkið hjá altjóða oljuvinnuni við nógvum spennandi avbjóðingum fyri alt tað føroyska samfelagið. Hetta er nakað, sum eigur at hava stóran áhuga ikki bert hjá oljumyndugleikunum men eisini hjá vinnulívinum sum heild.