Jan Dam og Jákup Mikkelsen spæla báðir fótbólt í Herfølge. Higartil hevur Jan Dam bara spælt á U-23 liðnum, tí alt hevur ikki ? sum vit søgdu í blaðnum í gjár ? verið í lagi við spæliloyvinum. Men nú eru viðurskiftini fingin uppá pláss, og so fer Jan Dam at spæla við liðnum í Danmarksseriuni, og tað er ikki eingin møguleiki fyri, at hann eisini verður at síggja í superligu hópinum. Tveir av stuðulsspælarunum í verjuni hjá Herfølge eru ikki tøkir í løtuni. Henrik Lykke er leikbannaður, og Steven Lütje er skaddur. Hópurin er ikki serliga stórur, og so er skjótt at koma til Jan Dam, sum hevur eina rúgvu av royndum og hevur gjørt nógv við venjingina. Men nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður við tí.
Jan Dam og Jákup Mikkelsen hava eisini tað til felags, at teir ganga í sama læraraskúla, og so eru teir eisini grannar, og tað vil siga, at teir síggja ikki so lítið til hvønn annan.
Tað vil so vera, at teir tosa nógv um fótbólt, og uppundir vitjanina hjá Herfølge í Parkini hava teir tosað um líkindini fyri einum hampuligum úrsliti. Jan Dam var ikki so bjartskygdur og roknaði við tapi uppá fleiri mál:
? Í tí vóru vit ósamdir. Vit hava ikki vunnið á heimavølli í ár, og einasti sigurin hjá okkum á útivølli var í øðrum umfari eftir vetrarsteðgin, tá vit vunnu 2-1 móti Aarhus Fremad. Men eg kendi meg púra sannførdan um, at vit fóru at vinna móti FCK í Parkini, og tað gjørdu vit eisini.
Men hví vart tú so sannførdur um tað?
? Royndirnar hjá okkum í Parkini hava verið góðar. Tað tykist sum um spælararnir eru serliga uppsettir. Í fjør vunnu vit, og sjálvsálitið var í lagi, tá vit fóru á vøllin hesa ferð, sigur Jákup Mikkelsen við Ítróttarsosialin.
Tað var sera gott lag í umklæðingarrúminum hjá Herfølge aftaná 1-0 sigurin á FCK, har var ein rúgva av tíðindafólkum, og ein tann, sum tey flokkaðust mest um, var føroyski landsliðsmálverjin, sum hevði fleiri góðar bjargingar, og enn eina ferð hevði undirstrikað, at hann telist millum bestu málverjarnar í Danmark.
Var kløkkur
Tá tað leið fram móti endanum á dystinum fór Jákup um koll, tá hann fór úr málinum og út eftir bóltinum, sum var á veg út av vøllinum. Tað sá einki vandamikið út, men føroyski landsliðsmálverjin varð liggjandi í einar tríggjar ella fýra minuttir, og har komu fleiri til fyri at geva honum viðgerð.
? Tað var ikki frítt, at eg var eitt sindur skelkaður. Eg dugi ikki at siga, hvat tað var, sum hendi, men kanska var tað bara ein bøkkur, sum eg datt um. Fyrsta hugsanin var, at nú var knæið farið, og meðan eg lá har hugsaði eg, hvussu ræðuligt tað var, um eitt liðband ella kanska krossbandið var farið. Tíbetur vísti tað seg bara at vera okkurt lítið í fótliðnum. Eg eri eitt sindur eymur nú aftaná, men eg rokni við, at tað fer at bera til at venja í morgin, tá vit fara at fyrireika okkum til Vejle kemur at vitja sunnudagin, segði Jákup Mikkelsen eftir dystarlok mikukvøldið.
Tá vit orðaðu við hann at fáa eina mynd av honum saman við restini av familjuni var tað gamaní. Vit fóru at leita og funnu tey millum pressufólkini. Einki er at siga til, at lagið var gott. Herfølge hevði vunnið, og Jákup Mikkelsen hevði verið ein sannførandi síðsti skansi. Um vit í hesum próvtøkutíðum skuldu givið honum karakter, so hevði tað verið upp móti ug ? um tað ikki hevði verið eitt reint ug, sum tey plagdu at siga.
? Jú, tað gekk hampuliga væl, men so skal leggjast afturat, at teir høvdu ikki nógvar royndir móti málinum, og tá teir móti endanum fingu bóltin framvið mær, so var eg so heppin, at ein av verjuspælarunum, Kenneth Kastrup, bjargaði á strikuni.
Verjuspælarin er beiggi til mannin, sum skoraði sigursmálið fyri Herfølge. Málskjúttin var Jimmy Kastrup, og tað vóru bara farnir fimm minuttir, tá hann skoraði málið, sum seinni vísti seg at hava virði av trimum stigum, og sum varð mett at vera besta málið í teimum sjey dystunum í superliguni mikukvøldið. Jens Madsen stakk bóltin fram ímillum tveir verjuspælarar hjá FCK, og so var mál.










