Føroyingar og skotar nógv av læra av hvørjum øðrum

Við valinum til nýggja tingið fara skotar nú at leggja lunnar undir økt sjálvstýri. Í ávísan mun er talan um ein útvikling sum hann, ið byrjaði í Føroyum fyri 50 árum síðani. Í øðrum førum eru skotar í dag minni heftir at London enn føroyingar eru at Keypmannahavn.

Skotska tíðindakvinnan Ann Mac Leod, sum hevur gjørt sending um Føroyar, ivast ikki í, at føroyingar og skotar hava nógv at læra av hvørjum øðrum, á nógvum økjum, og hon sær fegin, at størri samvinna fæst millum londini.

Fyri fyrstu ferð í 300 ár sleppa skotar í dag at velja sítt egna parlament, hvørs høvuðssæti verður í Edinburgh. Hetta var eitt av lyftunum hjá Labour-flokkinum, tá hann tók við eftir seinasta val. Við hesum stigi sleppa skotar sjálvir at taka avgerðir í málum, sum higartil hava ligið í London. Eitt nú verða skotar sjálvir at gera av, hvat skattapeningurin skal brúkast til. Teir fáa fulla ábyrgd av flest øllum økjum so sum útbúgving, rættarskipan osfr. Men uttanríkis- og trygdarpolitikkurin fer framvegis at verða stýrdur úr London.

Í dag er Skotland mestsum ein integreraður partur av Stórabretlandi, hóast skotar hava havt ábyrgdina á fleiri økjum. Spurningurin um størri sjálvstýri og fyri tað eisini loysing frá Bretlandi hevur verið frammi við jøvnum millumbili, og hava skotar verið ymiskir á máli um hesar spurningar. Meðan konservativi flokkurin, sum ráddi fyri borgum í Stórabretlandi í næstum 20 ár, ikki vildi vita av størri sjálvstýri í Skotlandi, so hevur Labour-flokkurin viljað gingið skotsku ynskjunum rættiliga langt á møti. Hetta var so eisini tað, sum gjørdi, at Labour vann stórt í Skotlandi til seinasta val, og har Konservativi flokkurin ongan mann fekk valdum í heila tikið í øllum Skotlandi.

Meðan Labour-flokkurin gongur inn fyri, at Skotland skal fáa økt sjálvstýri, so ynskir SNP, Scottish National Party, eitt sjálvstøðugt Skotland. Hesin flokkurin hevur tó ikki meiriluta í Skotlandi. Tað hevur Labour. Veljarakanningar undan valinum í dag geva SNP niðan fyri 30% av atkvøðunum. Tvs. at ein stórur meiriluti av skotska fólkinum ynskir at vera partur av Stórabretlandi.

Nú føroyingar hava roynt heimastýrið í meira enn 50 ár og eru næstu grannar Skotlands er greitt, at skotar eisini fylgja við gongdini í Føroyum og vilja vita, hvussu gingist hevur her í oyggjunum við hálvthundrað ára royndum við heimastýri.

Í hesum sambandi vóru fólk frá BBC-Skotland í Føroyum fyrr í ár fyri at gera eina sending um Føroyar. Høvið varð at tosa við politikarar, vinnulívsfólk, eina føroyska familju, mentafólk og onnur.


Størri samstarv

Sosialurin hitti Ann Mac Leod, journalist hjá BBC, tá tey høvdu havt samrøðu við Óla Petersen, teknara. Hon er sera fryntlig at práta við og er rættiliga hugtikin av hesi síni fyrstu vitjan í Føroyum. Hon kemur frá oynni Lewis á Hebridunum, so hon veit, hvat tað vil siga at búgva í einum oyggjalandi.

Sjálv heldur hon, at samskiftið og samvinnan millum Skotland og Føroyar átti at verið nógv størri, nú bæði londini eru næstu grannar. Hon kennir seg eisini sum var hon heima í Lewis, tá hon er í Føroyum, so meinlíkt er landslagið.

Hon heldur útviklingin í Føroyum vera sera áhugaverdan og er ikki sørt spent at vita, hvussu gongur við sjálvstýris- og fullveldisætlanum føroyinga. Hon dylur ikki fyri, at eisini skotar eru sjálsstýrishugaðir, men meiningarnar um, hvussu langt sjálvstýrið skal røkka, eru ymiskar, eins og í Føroyum. T.d. taka flestu veljararnir undir við meiri sjálvstýri, men nógvir teirra bera ótta fyri SNP, tá talan kemur um eitt nú heilsupolitikkin.

Ann Mac Leod vísir á, at skotar hava verið sera misnøgdir við fyrrverandi konservativa stýrið í Bretlandi, tí hetta tók ikki hædd fyri skotskum ynskjum á nakran hátt. Tá tann sera ópoppuleri ?Pool? skatturin kom fram varð hann fyrst royndarkoyrdur í Skotlandi, nakað, sum eisini skuldi koma teimum konservativu aftur um brekku.

Ann Mac Leod sigur, at tað er áhugavert at samanbera viðurskiftini í Føroyum við tey í Skotlandi. Men hon vísir á, at skotar liggja langt aftanfyri føroyingar, tá talan er um sjálvstýri. Í ávísum førum byrjar tann útviklingur í Skotlandi, sum skjøtil varð settur á í Føroyum fyri 50 árum síðani, ikki fyrr enn nú við stovnsetanini av einum skotskum parlamenti. Hetta ting kemur at geva skotum størri politiskt vald og nærdemokrati, men stórar búskaparligar avgerðir t.d. koma framhaldandi at liggja í London.

Men kortini vísir hon á, at Føroyar á ymsum økjum hava verið ella eru meira bundin at Keypmannahavn enn Skotland at London. Her sipar hon m.a. til útbúgvingarskipanina og mentanarøkið. Hvat útbúgvingini viðvíkur, so hava skotar bygt út sína egnu skipan, meðan tann føroyska í stóran mun er kopi av tí donsku. Eisini á mentanarøkinum kenna skotar seg sum eitt fólk.

-Eg má tó siga, at eg eri hugtikin av landi tykkara, og eisini fólkinum. Øll tykjast so væl upplýst, og tá vit spyrja, hvat tey halda um stórar samfelagsligar spurningar so sum sjálvstýrismálið, so tykjast tey øll hava eina ella aðra meining. Eg havi varhugan av, at føroyingar fylgja væl við í tí, sum fer fram heima sum burturi.

Hon viðgongur, at skotar sum heild ikki eru serliga vitandi um Føroyar, hóast londini eru grannar. -Hetta haldi eg er stórt spell, og vónandi kann ein sending sum henda vit gera, loysa upp fyri onkrum. Her er so nógv, sum bindur okkum saman, og tí haldi eg tað eisini hevði verið gott við eitt nú einum ferjusambandi millum londini.

Skotski journalisturin heldur seg ikki verða føra fyri at siga, um føroyingar skulu hava størri sjálvstýri ella fullveldi. Hon sigur seg tó hava fingið varhugan av, at føroyingar eru ikki eitt fólk, sum tekur ov skjótar og illa umhugaðar avgerðir um framtíðina.


Oljan góð fyri Skotland

Nú Skotland hevur verið eitt oljuland í skjótt 30 ár spurdu vit BBC-kvinnuna, hvussu gingist hevur við hesi vinnu og hvussu føroyingar kunnu læra av royndunum hjá skotum!

-Eg haldi, at oljan hevur verið góð fyri Skotland. Hon hevur skapt nógv væl lønt arbeiði, hon hevur sett gongd á hátøkniídnaðin í Aberdeen og annars havt stóran týdning fyri búskapin. Oljuverðin kendist sjálvandi sum eitt slag av ?kultursjokki? í byrjanini, men hevur tú fyrireikað teg væl og er farin fram við varsemi, so dugi eg ikki at síggja, at oljan skal hava nakað skaðiligt árin á samfelagið.

Ann Mac Leod kemur sjálv frá einum oyggjasamfelag við 20.000 íbúgvum, har oljan hevur átt lívið í nógvum arbeiðsplássum, og har tað hevur verið neyðugt at fáa fólk uttanífrá til arbeiðis fyri at nøkta eftirspurningin. Við royndunum frá Hebridunum heldur hon avgjørt, at Føroyar eru eitt so mikið robust samfelag, at tað tolir ein líknandi útvikling. -Eru tit fyrireikað uppá henda útviklingin, so er eingin orsøk til at óttast. Oljan fer sjálvandi at hava broytingar við sær, men tit eru rationell og skilagóð, so tit skulu nokk vinna á vandunum.

Sjálv heldur hon, at tað átti at borið til at fingið eitt samstarv, verður olja funnin við Føroyar. Eitt nú um føroyingar ikki vilja hava oljuna í land í Føroyum kann hon flytast til Hetlands.

Vit spurdu at enda Ann Mac Leod, hvat hon varð mest hugtikin av undir hesi fyrstu Føroyavitjanini og hon svarar uttan at umhugsa seg: -Tað var vitjanin á Adventiskaskúlanum. Ongantíð havi eg upplivað ein skúla við so glaðum børnum. Tað eg upplivdi har er nakað, sum eg seint fari at gloyma. Hatta eru tey glaðastu skúlabørnini eg havi upplivað. Vitjanin á Adventistaskúlanum var ein partur av sendingi, sum varð gjørd úr Føroyum, og sum varð send í Skotlandi herfyri.