NSÍ hevur spælt tveir dystir í landskappingini, og báðir eru endaðir 0-0. B71 hevur eisini spælt tveir dystir og hevur tapt báðar 1-2. Tí er 0-0 ella 2-1 til NSÍ kanska mest væntandi úrslitið, men tað ber jú ikki til at siga frammanundan.
Teir hjá NSÍ eru uppsettir uppá, at nú skulu teir vinna, tí á pappírinum er hetta ein av dystunum, sum eigur at geva trý stig ? í øllum førum um teir ætla sær at gera seg galdandi í ár.
Men teir eru skerdir. Helgi L. Petersen hevur ikki eydnuna í síni síðu. Hann var nógv skaddur í fjør, og mikukvøldið keikti hann fótin undir venjing. Enn er einki staðfest, men í ringasta føri er liðbandið slitnað.
Kári Hansen hevur havt trupulleikar við lærkrikanum, men hevur vant í vikuni, men Jónstein Petersen hevur verið sjúkrameldaður alla vikuna, tí hann hevur trupulleikar við rygginum. Men kanska verður hann við kortini.
NSÍ hevur enn einki kort fingið í landskappingini, og tí eru heldur eingi leikbann.
Nýggjur rumeni
B71 kann geva nýggja rumenska miðvallaranum Julian Florescu debut í Runavík í morgin. Rúni í Soylu hevur verið skaddur, men hevur vant í vikuni og spælir kanska. Allir hinir eru tøkir.
Sandoyingar hava tapt í síðstu løtu móti bæði GÍ og KÍ, og seinast móti KÍ hevði einki verið forgjørt í, at teir fingu í øllum førum eitt stig burturúr. Teir hava gott mót til dystin í morgin.










