Næmingarnir í 1. HHA á Handilsskúlanum á Kambsdali hava saman við lærara teirra í lærugreinini samtíðarsøga við mentan gjørt ein øðrvísi faldara til útlendska ferðamannin um føroyska mentan. Ikki ein faldara um okkara mál, kvæði, búna, forgripir og søgu. Men ein faldara um føroyskan livihátt, siðir og lógir, ið hóast tær ikki eru niðurfeldar á pappír, hava eins stórt gildi sum um tær vóru tað. Við øðrum orðum ein kunning um, hvussu føroyingurin er, og hvat hann er upptikin av.
Tað er Ferðaráð Føroya, ið hevur vent sær til flokkin á Kambsdali, og flokkurin hevur fingið rættiliga fríar teymar at gera faldaran. Ferðavinna er í stóran mun mentunarskifti millum fólkasløg og mentanir, og tí er tað av týdningi at upplýsa.
Ferðaráðið metir, at tað er umráðandi at útlendsk ferðafólk verða kunnað um føroyska mentan á henda hátt, tí misskiljingar spyrjast ofta burtur úr, tá ið ferðafólkini ikki kenna okkara siðir og óskrivaðu lógir.
- Tað er stuttligt og áhugavert at vera við í eini tílíkari verkætlan. Í byrjanini var tað ógvuliga ringt at fáa nakað niður á pappírið, tí tað er ringt at seta orð á, hvat ein føroyingur er, hvussu ein føroyingar hugsar, og hvat føroysk mentan er, tá ið tað kemur til tað gerandisliga. Tú skalt veruliga leggja høvdið á blot fyri at kunna siga nakað um, hvat ein føroyingur er og hvat Føroyar eru í tínum hugaheimi. Meiningarnar eru rættiliga ymiskar, tí vit eru ymisk. Hetta hevur verið læruríkt, og vit hava gjørt nakað sum sæst aftur, siga Mikala Poulsen og Esben Jacobsen úr 1. HHA á Handilsskúlanum.
Øll við allan vegin
Teir nítjan næmingarnir hava hvør í sínum lagi skrivað um ymsu evnini á smáum seðlum, ið síðani eru latnir læraranum. Susanne Barding, lærari, hevur so havt til uppgávu at samanskriva alt tilfarið.
- Verkætlanin hevur verið eitt pedagogiskt arbeiði, har tað hevur snúð seg um at draga næmingarnar inn so nógv sum gjørligt. Eg havi lagt dent á at varðveita tónan, málbúnan og stílin hjá næmingunum í endaliga úrslitinum. Eg havi tikið kjarnuna burtur úr tí, sum tey hava skrivað og síðani evnað alt til eina heild. Tað sæst týðiliga, at tað eru ungfólk, ið hava gjørt arbeiðið. Teksturin er lættur og fangar beinanvegin, sigur Susanne Barding.
Tí eru Mikala Poulsen og Esben Jacobsen samd í.
- Vit hava eina øðrvísi áskoðan á Føroyar enn eldri fólk. Faldarin er óhátíðarligur og skemtiligur í støðum. Vit eru meiri opin, tora betur at siga nøkur ting, og hava tí tikið ymiskt fram, sum eldri fólk ikki høvdu gjørt. Hetta arbeiðið hevur gjørt, at vit eru farin at hugsa um ymiskt, sum vit als ikki góvu okkum far um áðrenn. Og nú vita vit veruliga, hvussu stórt arbeiði liggur aftanfyri, tá ið ein faldari verður gjørdur.
Tey fóru til verka nakað fyri jól, og nú er faldarin komin so mikið langt, at hann verður prentaður. Hann verður prentaður á føroyskum, donskum og enskum. Næmingarnir hava eisini verið við til at týða við góðari hjálp frá lærarunum. Óli Petersen hevur gjørt tekningar til faldaran.
-----------
Brot úr faldaranum
Hvat eru Føroyar?
Alment eru Føroyar "ein sjálvstýrandi tjóð í danska ríkinum" - hvat tað so enn er. Hvussu kann ein sjálvstýrandi tjóð vera í einum øðrum ríki? Men vit eru so ein partur av tí danska rikisfelagsskapinum, ið eisini fevnir um Grønland.
Hvat eru Føroya hjá okkum?
Lat okkum hava ein "brainstorm" (vit eru serfrøðingar í stormum). Tað kann sigast stutt: Hjá okkum eru Føroyar ALT! Tær eru okkara land, okkara røtur, náttúra og mentan. Tær eru okkara móðurmál, okkara trúgv, tær eru vakrar. Og vit eiga tær saman við fólki, sum í flestu førum hugsa og tosa sum vit, líkjast okkum, ganga sum vit, standa sum vit (ofta hendur í lumma, men tað kemst nokk av kuldanum). Tað er tað, ið ger okkum til føroyingar, gevur okkum samleika.
Tann longra frágreiðinging
Her eru eisini tekkiligar damur, men tíverri ov fáar av teimum, tí í Føroyum er undirskot av kvinnum, og tí nógvir piparsveinar.
Men hvat er so mentan?
Vit taka ikki klokkuna í so stórum álvara. Føroyingar koma sum oftast ov seint. Tað er ein partur av okkara mentan. Og eitt annað: Vit ganga ikki inni í skóm. Vit seta teir í durunum.
Smá viðurskifti eru góð (...men ikki altíð)
Øll vita alt um hvør annan. Ella næstan alt. Og fyri at fáa tað síðsta við, slatra tey eitt sindur, men slatur er eisini tíðindi, ha? Tað er gott, at tað er samanhald, og ein kennir seg næstan ongantíð einsamallan. Men tað kann eisini vera óheppið, um ein ger okkurt, sum hini ikki skulu vita, tí so frættist tað kortini. Vit kenna hvør annan væl og hava somu bakgrund, serliga vit, sum búgva á bygd. Tí sussa vit ikki so nógv, sum tey í býnum gera.
Ein ramma - fleiri myndir
Vit siga altíð okkurt um hini, og munir eru góðir at arga við. Í eini bygd eta tey ov nógvar rosinur, og í eini aðrari eru konurnar stórar og sterkar. Bygdarfólk siga, at tey í býnum eru snobbut og stolt, og øvut siga býarfólk, at bygdarfólk eru gamaldags og óinteresant.
Tað superføroyska
Vit fjala ikki, at okkum dámar Føroyar og ta føroysku mentanina. Tað er m.a. vit, ið skulu bera hana áfram, og vit eru ikki mong um tað. Tí verja vit hana og royna áhaldandi at bera tað gamla við inn í tað nýggja. Nýggj føroysk orð verða alla tíðina gjørd. "Computer" eitur telda.
Føroyski maturin
Og vit eta á okkara egna máta. Nógvur føroyskur matur er ikki egnaður til knív og gaffil, tí taka vit felliknívin í aðra hondina og matin í hina. Tað tykist kanska heldur barbariskt, men tað er praktiskt!
Drekkimynstrið
Í Føroyum er drekkimynstrið rættiliga sermerkt. Onkur drekkur nógv, heilt nógv. Onnur snakka um tey, sum drekka, og tey snakka eisini heilt nógv. Tí verður ofta drukkið í loyndum.
Hvat er ein føroyingur
Vit búgva í einum lítlum samfelag og hava okkara egnu mentan, tað gevur okkum eina inniliga kenslu av samleika. Tí eru vit sera tilvitað um tað at vera føroyingar, bæði tá vit eru heima og tá vit eru í útlondum. Vit fylgja við, hvussu tað gongst føroyingum úti í heimi; gongst teimum væl koma teir í bløðini. Vit taka enntá hálvar og kvartar føroyingar við; og um tað gongst teimum ógvuliga væl, so eru fólk føroyingar, hóast tey eru minni enn hálvir ella kvartir.










