hann væl at merkja kemur í Tinganes, fer at leggja alla orku í at seta í verk tey uppskot, sum flokkurin ferð eftir ferð hevur lagt fram, men sum teir borgarligu eru so hart ímóti, nevniliga at bátar undir [...] minstaforvinningurin lækkaður 500 krónur. Hetta vil siga tað sama sum, at um tað við tógvið stríð eydnast útróðrarmanninum einstakar mánaðir at fáa ein fiskipart uppá 16.000 kr., fær hann ein minstaforvinning [...] tvey hundrað krónur. At sekta teir menn, sum veruliga hava lagt alla orku í, og sum hava havt útróður sum høvuðsvinnu, tí at aðrir hava gjørt sær dælt av minstaforvinningsskipanini, tað er ein jánkaslig politisk
til valið og talið av veljarafundum fer at fækkast. Valevnini hava fingið røðaravenjing eftir at hava verið ígjøgnum eitt valstríð, men um nakrar fáar dagar er tað so ikki meir. Tá er liðugt, og so skulu [...] Vestmanna er tó ætlanin at broyta mannagongdina so, at tað verður møguleiki hjá áhoyrarunum at seta valevnunum spurningar. Nógvir áhoyrarar Eftir talinum á bilum at døma, so sá út til at nógvir áhoyrarar vóru [...] hesi fólkini og hvat vóru tey komin fyri at hoyra? ? Bara fyri at lurta. Eg rokni ikki við, at tey hava nakað nýtt at bera fram, sigur ein av áhoyrarunum, sum situr undir liðini á mær. Tað skuldi annars
februar mánað sá út til, at tað skuldi verða verkfall um tað mundi fólkatingsvalið skuldi verða. Hetta varð útsett við tað, at semingsstovnurin kom inn í samráðingar, men nú sær út til at samráðingarnar endaliga [...] eru rendar fastar. Sagt verður úr Danmark, at verkfallið byrjar mánamorgunin klokkan seks. Hetta verkfallið kemur at umfata umleið 400.000 fólk, og tað kemur at merkjast serliga væl á vanligum handilsvørum [...] hjá bensinstøðunum fer verkfallið at merkjast. Teir sum koyra oljubilarnar fara eisini í verkfall og tí eru útlit til langar bilrøðir við donsku bensinsølurnar komandi dagarnar. Tað er púra vanligt í Danmark
korter, og so bar til hjá vágbingum at stilla við sterkast møguligu uppstilling. Men tað vísti seg, at VB-ararnir ikki rættiliga vóru sinnaðir at gera sítt ítarsta, og tað var fullkomiliga í lagi, at Alexander [...] , tá tað kemur til konditión, og tað sást eisini aftur í seinna hálvleiki, tá Royn ikki megnaði at fylgja við. VB reisti seg í seinna hálvleiki, og so høvdu teir eisini Birgir Jørgensen. Hann fer ivaleyst [...] hálvleikur var sum dagur og nátt. Tá seinni hálvleikur byrjaði, var lætt at síggja, at VB-liðið var nógv meira tendrað, og tað gav úrslit, longu tá hálvleikurin var fimm minuttir gamal. Jón Gærdbo, sum fyrr
professionelt støði, og hvussu nógvar pengar skulu til fyri at gera hetta. Kristian Magnussen vísti á, at tað eftir hansara uppfatan er betri at tveita pengar á sjógv og so vóna, at okkurt rekur inn á land [...] fyri at brúka nógvar pengar. ? Tað ræður um at fáa glið á, so síggja teir, at tað loysir seg, segði Kristian Magnussen, sum legði afturat, at um ein tílík ætlan skal koma á fíggjarlógina, verður tað helst [...] heldur enn at sita hendur í favn og einki at gera. Framleiðsluumstøður og marknaðarføring Síðani var orðið frítt, og nógvir (har vóru bert mannfólk) av teimum, sum vóru komin, nýttu høvi til at siga sína
heldur enn at fáa fólk at skilja at tann skapandi listin eigur at stuðlast. Mentunarpolitikkur má javna handan munin út og má fáa almenningin at skilja, at tað er líka so týdningarmikið at stuðla ta skapandi [...] uttan. Verða vit tað, missa vit okkara støði, verða tikin av fótum, og tí er tað ein samfelagslig skylda at geva listafólki og teimum, sum røkja mentunararvin rímilig arbeiðsviðurskifti. Tað er tað, sum [...] koma eftir skúlatíð og arbeiða við tí tey hava hug til. Úrslitini av hesum eru ómetaliga góð og danir eru á veg at gera tað sama. Mín vón er at raðfesta tað høgt og tað verður roynt longu í komandi fíggjarlóg
tekstirnar. Jóannes sigur við Sosialin, at tað er heilt nýligani, at hann er farin undir at mála. Hann er, sum tey flestu munnu vita, fótbóltsvenjari í Klaksvík, og av somu orsøk hevur hann havt nógva frítíð [...] til at sleppa aftur til Havnar. Tá hevur hann so sitið á kamarinum hjá sær á Sjómansheiminum í Klaksvík og málað. Tað er fløguhandilin 3?arin í SMS, sum gevur fløguna út. Hesin handilin er so við og við [...] løg. Jóannes hevur gjørt orð og lag til 10 av teimum. Bjørn Afzelius eigur orð og lag til »Í barmi mínum«, meðan Niclas Johannesen hevur smíðað lagið til »Aftan garðar«, og Jóannes Patursson eigur orðini
tíðina vitað, at tað ikki fer at verða lætt, men við eitt sindur av hepni eigur tað at bera til. Tað sigur Kristian Magnussen, løgtingsmaður, í sambandi við, at hann nú er farin undir at kanna møguleikarnar [...] sigur hann. ? Tað er neyðugt at vita frá byrjan, hvat skal til, og hvussu vit eiga at satsa. Kristian Magnussen vísir á, at tað er neyðugt at víðka um føroyska inntøkugrundarlagið, og at tað kann gerast [...] valið, so fari eg at gera mítt til at minna flokkin á, at hetta er nakað, sum kann vera vert at satsa uppá, sigur hann. Kristan Magnussen vísir á, at ein hugburðsbroyting má til, og at aðrir politikarar
rætta sær eitt pappír, og fór at reksa tøl upp. Andras Samuelsen royndi at muta ímóti og helt fyri, at tølini vóru als ikki røtt, men Torestein veipaði bert við pappírinum og segði: Tað stendur her,svart uppá [...] bera okkum rætt at vinnuliga, so hava vit eina framtíð. Tað er m.a. at meiri fiskur kemur upp á land í Føroyum, og at hann verður betur viðgjørdur. Tað hevði givið meira arbeiði, umframt at meira lá eftir [...] a., at tað er skeivt at pensiónin ikki er prístalsviðgjørd. Hann dugir ikki at skilja, at føroysku pensiónirnar kunnu vera 2000 krónur lægri enn tær, sum danskir pensionistar fáa, tá tey eldru og veiku
arbeiði, er tað umráðandi at virða tað andaliga. Fyri mær er Bíblian sannleikin og kristindómurin er frælsi, sum er við til at ríka mítt lívsvirði, og sum eg kann geva av. Er tað nóg mikið at hava Biblisku [...] sálarligan stuðul og ráðgeving annars frá fólki, sum eru áhugaði og duga at seta seg inn í, hvat skal til fyri at fáa eina familju, sum hevur sett sær fyri at hjálpa børnum, at virka. Tað er ein stórbroyting [...] Eli Dam. Hann dylir ikki, at tað eisini eru børn í Føroyum, sum hava brúk fyri hjálp. Tað hevur Ben Eli Dam og familja hansara sett sær fyri, at gera nakað við. Vit avgjørdi at taka eitt barn í pleygu