VB tók seg saman í seinna hálvleiki

Fótbóltur: Royn førdi 1-0 í hálvleikinum, men VB tók seg saman og vann 5-1

Vágbingar fingu ein hvøkk, tá teir vóru og vitjaðu á grasvøllinum hjá Royn í Hvalba hóskvøldið. VB-liðið var illa fyri frá byrjan, tí dysturin byrjaði longu klokkan seks, og fleiri av spælarunum náddu ikki at fáa frí frá arbeiði og fara norður til Hvalbiar áðrenn dysturin byrjaði. Men dysturin varð útsettur eitt korter, og so bar til hjá vágbingum at stilla við sterkast møguligu uppstilling.

Men tað vísti seg, at VB-ararnir ikki rættiliga vóru sinnaðir at gera sítt ítarsta, og tað var fullkomiliga í lagi, at Alexander Vukotic kundi leggja Royn á odda umleið ein hálvan tíma inni í dystinum, eftir at VB-verjan ikki hevði verið nóg ansin, og jugoslaviski áleyparin hjá hvalbingum gjørdist einsamallur við Bjarna Johansen í VB-málinum.


VB tók seg saman

Fyrri hálvleikur og seinni hálvleikur var sum dagur og nátt. Tá seinni hálvleikur byrjaði, var lætt at síggja, at VB-liðið var nógv meira tendrað, og tað gav úrslit, longu tá hálvleikurin var fimm minuttir gamal.

Jón Gærdbo, sum fyrr í dystinum varð fluttur fram á miðjuna, tí Mikael á Lágabø noyddist út við skaða, royndi seg langt útifrá, og bólturin sat heilt uppi í »kryssinum«. Eitt frálíkt mál, sum eisini hevði stóran týdning fyri vágbingar, tí teir nú komu inn aftur í dystin, áðrenn ov langt var fráliðið av hálvleikinum.

Umframt Jón Gærdbo noyddist jugoslavin Milan Kulic eisini út við skaða, og hin jugoslavin, venjarin Milan Milanovic, sat uttan fyri frá byrjan við eini fipurspreinging. Landskappingin nærkast, og tað hevur týdning fyri vágbingar, sum frammanundan ikki hava alt ov stóran hóp, at fáa hesar klárar til 2. mai (um eina viku), tá VB skal til Tvøroyrar til fyrsta landskappingardystin.


Birgir Jørgensen dagsins maður

Umframt hesar hevur VB eisini Birgir Jørgensen, og hann var maðurin í miðdeplinum í seinna hálvleiki. Vágamaðurin í VB skoraði nú fýra ferðir upp í slag og gjørdi, at møguleikin hjá VB fyri at røkka 2. plássi í bólkinum framvegis er til staðar.

Tvey av málunum hjá Birgiri vóru rættiliga flott. Í báðum førum var hann staddur uttarlaga í høgru síðu av brotsteiginum og langaði bóltin upp undir nettakið.

VB vann 5-1, men fekk eina áminning um, at øll mótstøðulið skulu takast í álvara, eisini hóast tey spæla í 2. deild.

Sum heild vísti tað seg kortini, at vágbingar eru betur fyri enn hvalbingar, tá tað kemur til konditión, og tað sást eisini aftur í seinna hálvleiki, tá Royn ikki megnaði at fylgja við.

VB reisti seg í seinna hálvleiki, og so høvdu teir eisini Birgir Jørgensen. Hann fer ivaleyst at vísa seg at vera ein góður fongur hjá vágbingum, eins og hann var í seinnu helvt av kappingini í fjør.


Royn-VB 1-5 (1-0)

1-0: Alexander Vukotic

1-1: Jón Gærdbo

1-2: Birgir Jørgensen

1-3: Birgir Jørgensen

1-4: Birgir Jørgensen

1-5: Birgir Jørgensen