Tá ið farið var inn í nítiárini, var Jóannes Jakobsen eitt navn, ið ein bert setti í samband við fótbólt. Nú, góð átta seinni, er hann fløguaktuellur við triðju útgávuni hjá sær, ið ber heitið »myrkursins gongumenn«.
Á fløguni eru 12 løg. Jóannes hevur gjørt orð og lag til 10 av teimum. Bjørn Afzelius eigur orð og lag til »Í barmi mínum«, meðan Niclas Johannesen hevur smíðað lagið til »Aftan garðar«, og Jóannes Patursson eigur orðini til »So drúgført«. Øll løgini eru rættiliga nýggj, og boðskapurin á fløguni er heilt avgjørt tjóðskapur, samleiki og frælsi!
Listaframsýning
í komandi viku
Í sambandi við fløguútgávuna verður listaframsýning á torginum í SMS í komandi viku, har Jóannes fer at sýna fram yvir 30 málningar, sum hann hevur gjørt. Fleiri av hesum eru avmyndaðir í fløguhúsanum, og fleiri av málningunum eru gjørdir í tráð við tekstirnar.
Jóannes sigur við Sosialin, at tað er heilt nýligani, at hann er farin undir at mála. Hann er, sum tey flestu munnu vita, fótbóltsvenjari í Klaksvík, og av somu orsøk hevur hann havt nógva frítíð har norðuri, tá ið ikki hevur borið til at sleppa aftur til Havnar. Tá hevur hann so sitið á kamarinum hjá sær á Sjómansheiminum í Klaksvík og málað.
Tað er fløguhandilin 3?arin í SMS, sum gevur fløguna út. Hesin handilin er so við og við farin at gera meira og meira vart við seg sum fløguútgevari.










