Seinast í februar mánað sá út til, at tað skuldi verða verkfall um tað mundi fólkatingsvalið skuldi verða.
Hetta varð útsett við tað, at semingsstovnurin kom inn í samráðingar, men nú sær út til at samráðingarnar endaliga eru rendar fastar.
Sagt verður úr Danmark, at verkfallið byrjar mánamorgunin klokkan seks.
Hetta verkfallið kemur at umfata umleið 400.000 fólk, og tað kemur at merkjast serliga væl á vanligum handilsvørum so sum mjólk.
Lastbilførararnir eru nevniliga millum teirra, sum fara í verkfall.
Eisini hjá bensinstøðunum fer verkfallið at merkjast. Teir sum koyra oljubilarnar fara eisini í verkfall og tí eru útlit til langar bilrøðir við donsku bensinsølurnar komandi dagarnar.
Tað er púra vanligt í Danmark tá verkfall hóttir, so fara fólk út at hamstra bensin.
Tað luttóku ikki færri enn 567 túsund fólk í atkvøðugreiðsluni um semingsuppskotið, men bert 118 túsund teirra atkvøddu fyri uppskotinum.
Tað er í løtuni eitt sindur óvist um samferðslan millum Føroyar og Danmark verður rakt av verkfallinum.
SAS hevur lagt sínar rutur niður, men Mærsk ætlar at halda flúgvingini til Føroya gangandi so leingi sum nakað bensin er at fáa.
Fleiri danskir tíðindastovnar hava boðað frá at teir koma til Føroya í samband við valið, men nú verður eitt sindur óvist við tí.
Bert Jyllandsposturin, Aktuelt, Børsen og Information koma út meðan verkfallið verður.










