apparati. Hetta vil stimbra fakligt kjak og vil forða fyri einstáttaðari tulking av gongdini og meira týdningarmikið vil hetta forða fyri ókritiskari lógar- og kunngerðarkopiering, sum vit tíverri síggja [...] brynjar seg til møguleikarnar og vansarnar, ið globaliseringin hevur við sær, men tað nyttar ikki nógv, um vit halda fram við at hava eina skipan, ið favoriserar danskar útbúgvingar og danskar umsitingarmannagongdir [...] burtur úr vón og viti, tí ein Bachelor ella Masters grad frá einum universiteti úr Fraklandi, Týsklandi, USA, Stórabretlandi ella, fyri tað, Singapore stendur einki aftanfyri eina danska grad, og merkir ein
Hetta merkir eina niðurraðfesting av nógvum økjum, og her verður áhugavert at síggja, hvat hetta er, um tað ikki er eldrarøkt, útbúgving og heilsa. Skatta-og avgjaldstrýstið økist. Nógv umtalaði skattalættin [...] ósannindi fram, verður etin upp í hækkandi vegskatti og avgjøldum á søtum vørum og tubbakki. So kann man spyrja, um ikki frægari var at lata skattin verða sum er, og heldur sloyfa avgjaldshækkingarnar, men eftirsum [...] høvi til bert at yppa øksl, og siga, at øll mugu taka sín part av sparingini. Við raðfestingsyvirskriftini, so hevur samgongan givið eitt signal um, at eldrarøkt, útbúgving og heilsa ikki skulu svíða undir
er bert hent, aftaná hesir einstaklingar hava brúkt nógva tíð og nógvan pening uppá sakførarar og rættarmál. Hagtølini síggja ikki pen út, og man kann bert gita sær til, hvussu nógv aldrin sær dagsins ljós [...] tí at fólk aftra seg við at avseta neyðugu orkuna og ikki at gloyma peningin til at seta seg upp ímóti systeminum. Ella rætt og slætt tí tey orka ikki og megna ikki at fara undir slíkt ódnartak. Eitt annað [...] har skattgjaldarin ella illa viðfarin starvsfólk hava útistandandi við landsstýri ug umsiting. Føroyska umsitingin er sera ung, og tí er stórur mangul uppá fordømi, og nøkur av teimum fordømum, ið eru, eru
um antin ella men ein spurningur um bæði og. Eftir okkara tykki hava vit brúk fyri at longja flogvøllin í Vágum, og bæði kundar og starvsfólk hava rætt til og krav uppá at fáa betri viðurskifti á flogvøllinum [...] tættari og betri samband við umheimin er ikki minni týdningarmikið. Tað er lívsneyðugt. Tað er ein fortreyt fyri, at vinnulívið kann mennast og gerast meira fjølbroytt. So vit vóna, at myndugleikar og politikarar [...] oddafólkum innan ferðavinnuna, nevniliga stjóranum á Hotel Føroyum og Hotel Tórshavn. Johannes Jensen, sum verður mettur sum ein drívmegi og eldsál í føroyska ferðamannaheiminum, brúkti dagin til enn einaferð
fyritøka, sum Føroya fólk eigur og hevur lagt rygg til og stuðlað fult út. Gevið henni eina góða, skjóta og tignarliga viðgerð og syrgið fyri, at bæði fyritøka og starvsfólk fáa nakrar greiðar karmar at virka [...] stavar frá eini sera miðvísari, gløggari og vissionerari leiðslu. Vit fáa nú eitt nýtt føroyskt flogfelag. Hesum bjóða vit vælkomnum og sanna, at tað bæði neyðugt og gott við kapping. Vit skulu vera góð við [...] Vit hava tí brúk fyri at fáa eina skjóta og seriøsa viðgerð um tey sentralu málini og ikki brúka kreftir uppá at royna at profilera seg um smámál. Nakað, sum tíverri oftani ger seg galdandi í politiskum
fólkaræðini at siga til og so kemur øll samgonguskipanin við NATO og ES í stóran vanda. USA og vinir tess eru í moralskari kreppu orsakað av harðrendu innanríkispolitisku kósini hjá Bush og orsakað av krígnum [...] Amnesty og aðrir felagskapir hava staðfest, at deyðarevsing er ein eyðmýkjandi og barbarisk revsing. Henda revsing er endalig og kann tí ikki bøtast, um tað eftirfylgjandi vísir seg, at tann avrættaði [...] innan fólkaræði og frælsi eisini gongur á odda saman við einaræðislondum at fremja deyðadómar, er sera vandamikið, hugstoytt og andstyggiligt. Deyðrevsing er ein ræðulig revsing, og henda revsing er ikki
at fólkatalið í umsitingini er minkað, so mugu tey, ið skulu leiða og fordeila arbeiðið inn á vøllin. Vit hava verið vitni til meir og minni hóskandi útmeldingar frá fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum [...] eru tey, ið leiða og fordeila arbieðið, ið skulu gera tær raðfestingar, ið skulu til fyri at umsitingin kann virka undir nýggju fortreytunum. Tað er beinleiðis átaluvert, at starvsfólk alment rógva uppundir [...] dupultfunktiónum og hvussu raðfest verður. Hví ger man til dømis ikki sum í Álandi, har so at siga øll lógaruppskot verða skrivaði av einari deild. Hinar deildirnar koma við tekniskum tilfari og leggja lag á
játtanin hækkaði seinast og at pengarnir til tey eldru ikki eru minni enn áður, so eru avleiðingarnar fyri tey gomlu, teirra starvsfólk og teirra avvaraðandi so sjónskar, so óvirðiligar og raka so meint, at hetta [...] Um hetta kemur óvart á hann og ikki er tilætlað, so er bert eitt at gera, og tað er at finna pengar, sum kunnu varðveita røktina á Lágargarði og forða fyri, at dagtilhaldið og døgurðatænastan steðgar. Sum [...] í røkt og sæð, hvat henda røkt krevur av hvørjum einstøkum røktarfólki, vita, hvat hesi somu starvsfólk leggja fyri dagin. Politikarar og almennu myndugleikarnir allir sum ein, bæði samgonga og andstøða
r vælviljaðir og ber til við eini nýggjari nevnd í felagnum at byggja tryggari brýr millum tað og fíggjarstovnar, so er eitt týðandi stig tikið og rokkið. Eftir tað kunnu so skapandi og entusiastisk oljufólk [...] avgjørt hevur brúk fyri og er felagið frá at vera leitifelag burturav eisini vorðið til eitt framleiðandi oljufelag. Hetta kunnu vit øll bara fegnast um. Nevnd, leiðsla og starvsfólk hava gjørt sítt ítarsta [...] tað at vera partur í tí ógvusligu og pulserandi oljuverðini. Tíðir broytast, umstøður broytast. Hetta ger eisini, at krøvini til førleikar og faklig innlit broytast og er neyðugt at laga seg eftir broyttu
útvarpsstøðir. Og bløðini standa eftir við stóru rokningini til Posta. Landsstýrismaðurin ætlar, at ein almentlønt nevnd skal sita og gera av, hvør miðil skal sleppa ígjøgnum nálareygað og harvið virka [...] fjølmiðlunum, og tí vil hann taka av lógina. Hann vil í staðin gera eina lóg, har hann kann býta tær tvær milliónirnar út í smáum bitum til eitt óavmarkað tal av »miðlum« – og fyri at definera ein [...] stuðulin frá miðlunum mitt í einum roknskaparári – og uttan, sum lovað, at eftirmeta skipanina saman við fjølmiðlunum. Søgan um miðlastuðulin er gomul og hevur sín uppruna í eini ætlan um útbering