Oddagrein· Fría prosess til prinsippmál

Viðhvørt verða feilir gjørdir av umsiting og s. Soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis fer altið at verða, har nakað verður gjørt til nyttu. Trupulleikin er, at tá ið so hesir feilir eru gjørdir, so vil umsitingin automatiskt royna at verja tiknar avgerðir, heldur enn at hyggja at, um nú avgerðirnar vóru rættar ella ikki.

Sum er kann man sum meinigur borgari klaga til ymsar klagunevndir. Eisini kunnu starvsfók, ið av órøttum eru uppsøgd, fara rættarinar veg. Hett er ikki nøktandi fyri trygdina hjá skattgjaldarum og alment settum.

Vit hava seinastu árini sæð, at landið hevur verið noytt at gjalda fleiri hundrað túsund krónur í endurgjald til einstaklingar, í samband við óstorsligar uppsagnir. Hette er bert hent, aftaná hesir einstaklingar hava brúkt nógva tíð og nógvan pening uppá sakførarar og rættarmál. Hagtølini síggja ikki pen út, og man kann bert gita sær til, hvussu nógv aldrin sær dagsins ljós, tí at fólk aftra seg við at avseta neyðugu orkuna og ikki at gloyma peningin til at seta seg upp ímóti systeminum. Ella rætt og slætt tí tey orka ikki og megna ikki at fara undir slíkt ódnartak.

Eitt annað átaluvert er, at serfrøðin í landsstýrinum, ið m.a. er sett til at tryggja einstaklingin, eftir øllum at døma hevur medvirkað til feilirnar, uttan at nakað tykist fáa avleiðingar. Kann skattgjaldarin verða vissur í, at prinsipell mál, sum til dømis tá Jákup Mørkøre bleiv reinsaður eftir trimum árum, fáa tær avleiðingar, tað eigur at fáa, so somu brølarar ikki endurtaka seg?

Hví ikki avseta pening á fíggjarlógini til fría prosess í prinsipiellum málum, har skattgjaldarin ella illa viðfarin starvsfólk hava útistandandi við landsstýri ug umsiting. Føroyska umsitingin er sera ung, og tí er stórur mangul uppá fordømi, og nøkur av teimum fordømum, ið eru, eru ikki fyrimyndarlig. Skattgjaldarin hevur viðhvørt ringt at treingja ígjøgnum hjá tænarum sínum, og tænarar skattgjaldarans høvdu verið nógv betri stillaðir, um teir høvdu nakrar prinsipiellar dómar ella semjur at arbeiða út frá.

Frí prosess hevði ikki kostað nógv, tí eftir einari tíð, so høvdu ikki verið so nógv mál eftir uttan fordømi.

Verandi støða, har skattgjaldarin má í rættin fyri egnar pengar og brúka ár av sínum lívi at stríðast fyri sín rætt, fyri at fáa viðhald frá skattgjaldarans tænarum, kann ikki halda fram. Frí prosess til prinsippmál kundi verið ein vegur fram, har skattgjaldarin og illa viðfarin starvsfólk kundu ført sínar sakir til dóms og harvið skapt klár fordømi til vegleiðing hjá skattgjaldarans tænarum at umsita eftir.

Sosialurin