Eftir at fólkatalið í umsitingini er minkað, so mugu tey, ið skulu leiða og fordeila arbeiðið inn á vøllin. Vit hava verið vitni til meir og minni hóskandi útmeldingar frá fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum, eftir niðurskurðin í miðfyrisitingini.
Eitt nú bóru fulltúar á mál, at borgarin mátti insstilla seg til verri tænastu og at sami borgari helst mátti venja seg við longri svartíð uppá fyrispurningar til umsitingina. BLF kom harafturat við ikki sørt óhóskandi samanbering við áttatiárini.
Tað eigur at vera púra greitt, at tað eru tey, ið leiða og fordeila arbieðið, ið skulu gera tær raðfestingar, ið skulu til fyri at umsitingin kann virka undir nýggju fortreytunum. Tað er beinleiðis átaluvert, at starvsfólk alment rógva uppundir, at borgarin kemur at merkja eina verri tænastu, áðrenn nakrar raðfestingar hava funnið stað.
Um einki meir hendir enn at starvsfólkatalið lækkar, so kann ein verri tænasta koma uppá tal, men vónandi er hetta bert byrjanin til meiri umfatandi umskipanir, har hugt verður at dupultfunktiónum og hvussu raðfest verður.
Hví ger man til dømis ikki sum í Álandi, har so at siga øll lógaruppskot verða skrivaði av einari deild. Hinar deildirnar koma við tekniskum tilfari og leggja lag á, men ein deild skrivar uppskotini. Um hetta var gjørt, so fekk ein slík deild eina rutinu í lógarsmíði, og kanska kundu vit sloppið undan lóggávu, ið heilt einfalt ikki er nog væl skrivað, sum umboðsmansátalir og sakarmál hava víst seinastu árini. Kanska er Áland ikki eitt gott dømi av ymsum orsøkum, men hetta er vert at umrøða.
Aðrar bygnaðarbroytingar kundu verið felags lógardeild, felags innkeyp, felags vekslari og sekretariat o.s.fr. Kanska ber alt hetta ikki til av ymsum orsøkum, men hetta er í hvussu so er vert at kanna og umrøða.
Eisini kundi hugsast at vit í lógarsmíði kundu byrjað at rokna aftureftir, tá nýggjar lógir og kunngerðir verða settar í gildi. Alt ov ofta røkkur hugflogið ikki longur enn til at umseta ein danskan lógartekst við smávegis broytingum. Hvussu hevi verið, um man til dømis fyrst setti seg at hugsa um, hvussu ein lóg skuldi umsitast og hvussu nógvar ressoursir vit vilja brúka til umsiting av hesum. Ùt frá tí kundi man so skrivað lógartekstin og skipað umsitingina av økinum, heldur enn at umseta eina umsitingarliga tunga danska lóg og so yppa øksl tá rokningin kemur í form av øktari arbeiðsbyrðu.
Undir øllum umstøðum er, sum greinskrivari í Tinghelluni í Vikuskiftissosialinum eisini ger vart við, neyðugt við einum orðaskifti um almennu umsitingina. Hvussu halda vit fram og hvat vilja vit?
Sosialurin











