Oddagrein· Eitt syndarligt met

Í nátt var maður tikin av døgum í North Carolina og var við hesum sett enn eitt syndarligt met í rættarsøgu USA. Síðan deyðarevsingin varð tikin uppaftur fyri nøkrum árum síðan, eru nú eitttúsund fólk tikin av døgum í USA. Við hesum hagtølum er USA komið upp á síðuna á Kina og Iran, so ikki kann annað sigast enn, at tað er eitt syndarligt met, USA nú hevur sett. USA er tað land í vesturheiminum, sum burturav fremur mest deyðadómar. Alt fleiri lond sleppa hesi barbarisku revsing. Mannarættindafelagskapir, ið fylgja hesum máli væl, vísa á, at alt fleiri lond nú duga at síggja, at deyðarevsing er ikki ein revsing at nýta í framkomnum og siviliseraðum landi.

Amnesty og aðrir felagskapir hava staðfest, at deyðarevsing er ein eyðmýkjandi og barbarisk revsing. Henda revsing er endalig og kann tí ikki bøtast, um tað eftirfylgjandi vísir seg, at tann avrættaði var ósekur. USA er vorðið sum tess forseti. Meðan Bush var guvernørur í Texas lat hann eini hálvtannaðhundrað fólk taka av døgum. Hann eirdi av principp ongum. Trúgvi ráðgevi hansara í hesum førinum, sakførarin Gonzales, varð herfyri lyftur upp í hægsta rættarsessin í USA, til løgreglumálaráðharra. Hetta, at heimsins undangonguland innan fólkaræði og frælsi eisini gongur á odda saman við einaræðislondum at fremja deyðadómar, er sera vandamikið, hugstoytt og andstyggiligt. Deyðrevsing er ein ræðulig revsing, og henda revsing er ikki bert ræðulig fyri tann, ið verður avrættaður, men eisini fyri slekt, vinir og fyri tey starvsfólk í fongslunum, sum skulu fremja deyðadómar. Henda revsing virkar forráðandi og hvat verri er: hon minkar ikki um lógarbrotini í viðkomandi landi.

USA hevur sett seg á odda í eini altjóða herferð fyri betri mannarættindum. Samstundis sum USA rekur hesa herferð, verður ein gøla fyri og onnur eftir avdúkað um píning, loynifongsul, fangalegur í frammandum londum og um fólk, sum bara hvørva, alt meðan sporini leiða til CIA ella FBI. Hetta ber ikki til í longdini. Einki fólkaræði kann yvirliva við slíkum skuggasíðum. Hinvegin er einki, sum bendir á, at USA er um at broyta kós. Heldur er tað tvørturímóti so, at forsetin og ráðgevar hansara ætla at herða hesa ódemokratisku og vandafullu kósina. Henda kósin hjá USA setir alt tað vesturlendska samstarvið í vanda, Fyrr ella seinni noyðast vesturlendsku fólkaræðini at siga til og so kemur øll samgonguskipanin við NATO og ES í stóran vanda. USA og vinir tess eru í moralskari kreppu orsakað av harðrendu innanríkispolitisku kósini hjá Bush og orsakað av krígnum í Irak. Hetta endar galið, um ikki tað eydnast vinum USA at fáa stórveldið at broyta kós úti og heima.

Sosialurin