Oddagrein· Flogvallarviðurskifti

Tann 1.mai var stórur og søguligur dagur í føroyskari loftferðslusøgu. Tá kundu ein fegin ferðslumálaráðharri og ein nøgdur løgmaður taka ímóti Vága Floghavn, sum higartil hevur verið ogn hjá danska statinum. Vit fegnast øll um hesa yvirtøku, tó at tað eru ymsar meiningar um, hvussu skilabest er at halda fram við framtíðar útbyggingini og menningini av loftvegis flutninginum her á landi.

Sama dag sum flogvøllurin varð yvirtikin hoyrdu vit torurødd frá einum av okkara oddafólkum innan ferðavinnuna, nevniliga stjóranum á Hotel Føroyum og Hotel Tórshavn. Johannes Jensen, sum verður mettur sum ein drívmegi og eldsál í føroyska ferðamannaheiminum, brúkti dagin til enn einaferð at markera sína meining um framtíðar føroysk flogviðurskifti.

 

Hansara avgjørda meining er einføld og krystallklár: byggið ein alternativan flogvøll í stundini. Bara ein nýggjur flogvøllur kann skapa teir karmar, sum føroyskt vinnulív og her ikki minst ferðavinnan hevur brúk fyri, skal nakar hugsingar verða um menning í framtíðini.

 

Hóast vit øll fegnast um, at tað nú kemur gongd á útbygging av flogvøllinum í Vágum við bæði longjan og nútímansgerð av tænastufacilitetum, sum eru bráðneyðug, so eigur málið um alternativan flogvøll ikki at feiðast undir teppið av teirri orsøk. Hetta er ikki ein spurningur um antin ella men ein spurningur um bæði og.

 

Eftir okkara tykki hava vit brúk fyri at longja flogvøllin í Vágum, og bæði kundar og starvsfólk hava rætt til og krav uppá at fáa betri viðurskifti á flogvøllinum. So vit kunnu bara fegnast um, at her nú loksins hendir nakað. Samtíðis mugu vit til at taka orðini hjá eitt nú hotellstjóranum og øðrum vinnulívsfólki í størsta álvara. Kravið til framtíðar loftferðsluviðurskiftini eru bæði ein nútímansgerð av verandi vølli og tilrættalegging av einum nýggjum flogvølli. At okkara politikarar raðfesta undirsjóvartunlar høgt er skiljandi, tí sum oyggjasamfelag er tørvur á einum undirstøðukervi, sum bindur ymsu partarnar av landinum tættari saman. Men tættari og betri samband við umheimin er ikki minni týdningarmikið. Tað er lívsneyðugt. Tað er ein fortreyt fyri, at vinnulívið kann mennast og gerast meira fjølbroytt. So vit vóna, at myndugleikar og politikarar taka til sín úttalilsini frá vinnulívsfólki um ein alternativan flogvøll og av álvara seta hann inn í framtíðar lands- og millumlanda planleggingina.

 

Sosialurin