Landsstýrisamaðurin metir, at miðlastuðulin ikki hækkar støðið á føroysku fjølmiðlunum, og tí vil hann taka av lógina. Hann vil í staðin gera eina lóg, har hann kann býta tær tvær milliónirnar út í smáum bitum til eitt óavmarkað tal av »miðlum« – og fyri at definera ein »miðil« sigur lansstýrismaðurin, at tað er ein miðil, sum hevur í minsta lagi 0 (ja null!) starvsfólk á lønarlistanum.
Hetta setir siðbundnu fjølmiðlarnar í eina sera ringa støðu. Á henda hátt ætlar politiska skipanin hjá Bárði Nielsen, løgmanni, at skrykka stuðulin frá miðlunum mitt í einum roknskaparári – og uttan, sum lovað, at eftirmeta skipanina saman við fjølmiðlunum.
Søgan um miðlastuðulin er gomul og hevur sín uppruna í eini ætlan um útberingarstuðul til bløð. Bløðini vildu í sínari tíð hava Løgtingið at steðga kappingini frá Kringvarpinum um lýsingarpengarnar og hava Mentamálaráðið at sleppa kravinum til Kringvarpið um at taka 10 milliónir av lýsingarmarknaðinum.
Tað vildi landið ikki. Seinni bleiv so lógin samtykt um miðlastuðulin, sum verður goldin av lýsingarpengum úr Kringvarpinum – eftir at kringvarpsgjaldið var tikið inn umvegis skattin.
Hóast ávaringar, so vildu politikararnir einki gera við Posta, tá ávarað varð um, at Posta heilt víst fór at tiltuska sær hesar eyka krónurnar, sum bløðini nú fingu. Fráboðaðu posthækkingarnar hjá Sosialinum seinasta árið eru upp á millum 600.000 og 700.000 krónur. Soleiðis endar allur stuðulin aftur í landskassanum. Nú vil Jenis av Rana taka miðlastuðulin burtur og býta hann út til øll møgulig onnur, sum kunnu gera sær sínar egnu lítlu heimasíður ella útvarpsstøðir. Og bløðini standa eftir við stóru rokningini til Posta.
Landsstýrismaðurin ætlar, at ein almentlønt nevnd skal sita og gera av, hvør miðil skal sleppa ígjøgnum nálareygað og harvið virka sum ein yvirdómsnevnd at gera av, hvørji tíðindi skulu í miðlarnar.
Um Løgtingið ynskir at seta onkran íverksetatarstuðul í verk fyri nýggjar fjølmiðlar, so gerið endiliga tað. Men vælsignaði latið vera við at køva teir verandi miðlarnar. Og ynskir Løgtingið, at bløðini slett ikki skulu hava stuðul, so sigið tað heldur enn at koyra tað yvir í eina nevnd við tilvildarligum fólkum, sum lítið og einki kenna til fjølmiðlar, at gera av.
Hendan ætlanin hjá Miðflokkinum at kippa kritiskar miðlar er óhugnalig. Men verri er, at løgmaður einki ger, tí hann er so fegin um fjálga løgmanssessin.