kommunalu sløkiliðunum í landinum, ið so at siga dag fyri dag fær ein størri tunnil sum part av sínum ábyrgdarøki, er sløkkiliðið í Kvívíkar kommunu. So hvørt sum undirsjóvartunnlinum undir Vestmannasundi leingist [...] mannað og útgjørd til at røkja tær »vanligu« upgávurnar í kommununi, ikki serupgávur so sum tunnilseldar. Av tí sama hava smáar kommunur smá sløkkilið við ógvuliga avmarkaðari útgerð, ið als ikki er nøktandi [...] tunlunum í landinum uttan Vágatunlinum, sum P/F Vágatunnilin eigur. Tískil er tað sambært Brunaumsjón Landsins ikki upgávan hjá einstøku kommununum, men hjá landinum sum tunnilseigara, at syrgja fyri tilbúgvingini
Í dag eru hundrað ár síðani italska tónaskaldið Guiseppe Verdi doyði í Milano. Verdi, sum gjørdist 87 ára gamal, varð serliga kendur innan opera. Hann var útbúgvin á sama staði, Milano, har fyrsta opera [...] við einum mettaðaum orkesturklangi, skapti hann italsku operuni nýggjar karmar. Eitt heiðurspláss, sum hann lutar við Giacomo Puccini (1858-1924). Í 1982 gjørdi Franco Zefirelli film úr operuni »La Traviata«
varnast okkum betur í dag av tí sama, sigur hann. Longu tá ið barnið verður borið í heim, á einum av teim trimum sjúkrahúsunum í Føroyum, hevur mamman møguleika at tekna barnið sum lim. Tey nýføddu fáa [...] m. Ein teirra er íslendsk, sum í fjør fekk fagurbókmentaliga virðisløn sum tann fyrsta barnabókin nakrantíð. Av øðrum útgávum kunnu vit nevna tvær Harry Potter útgávur, sum koma í ár. Hesar koma ikki í [...] ungdómsbók ella eina barnabók sum aðrar bókmentir. Eg havi ta álit á teimum, sum taka dagar ímillum, hvør skal hava starvsløn, at barna- og ungdómsbøkur verða raðfestar líka høgt sum aðrar. Um barnabókaútgáva
størsta yrkjara, sum Latínamerika nakrantíð hevur fostrað. Í eina fjórðingsøld hevði eg borið kenslu á hann. So kanska eru føroysku koyggjurnar, í førum líka so góð bókmentareiður, sum lærdu háskúlarnir [...] taparin sum vinnur á øllum Men ongin sigrar á skaldskapinum Tað vælsignaða við yrkingini er, at dómstólurin er individuellur. Lærdur og ólærdur ræður sjálvur fyri tí, ið fæst burturúr. Yrkjarin, sum ikki [...] ikki er realistur, doyr. Og yrkjarin, sum bara er realistur, doyr eisini. Yrkjarin, sum er irrationellur, hevur tann keðiliga trupulleika, at tað er bara hann sjálvur, ið skilir seg sjálvan. Kanska unnustan
ikki at halda áfram við spælinum, sum tær vístu, tá tær vunnu eitt sett ímóti Fleyr fyri 2 vikum síðani. ÍF hevur nú vunnið seg fram á triðja plássið við sama stigatali sum Fleyr. Men um TB heldur áfram við [...] 17-25, 15-25 og 19-25. Besti leikari hjá SÍ var Suni Hansen, meðan allir hjá Mjølni høvdu ein javnan dag. Mjølnir liggur framvegis á odda hjá monnunum, men komandi vikuskifti kann gerast hart, tí leygardagin
á tí mesta, sum fyrifórst úti á vøllinum. Sum nevnt var tað serliga Bjarni, ið gjørdi um seg, máltal hansara fyri dystin boðar eisini frá, at avrik hansara meira enn nakað annað var tað, sum avgjørdi dystin [...] tað serliga Anfinnur N. Debes, sum tóktist at hava eitt gott tak á fyrrverandi liðfelaganum í kyndilsmálinum, meðan Halgir als ikki slapp at hava sama dominerandi leiklut, sum hann so ofta fyrr hevur havt [...] eins og spælarar sum Jákup á Borg og Allan Mørkøre ikki longur kunnu roknast sum tøkir, um tað stendur á at fáa fólk. Spurningurin er so, um hetta eisini fer at raka Hall Danielsen, sum hevur sera týdn
skot inn, kom líka sum glið á, og tað var ongantíð ivamál um, at vit fóru at vinna dysitn. Víðari segði Nicolina, at tað serliga var Nicoleta, sum spældi ein góðan dyst, men at spælið sum heild eisini gekk [...] gekk væl. Sum nevnt, so sat Nicolina sjálv á beinkinum, meðan dysturin varð spældur, og tað sama kann næstan sigast um Sóleyð Mikkelsen, sum í ár hevur verið hollur stuðul á VÍF liðnum. Hon hevur fingið [...] leikarunum nú byrja at fella frá, orsakað av skaðum. Ein av skøddu gentunum er Nicolina Eyðbjørnsdóttir, sum veruliga hevur togað seg upp á føroysku hondbóltstindarnar í ár. Sunnudagin sat hon á beinkinum og
Stjørnuni, men hetta varð so av ongum sunnudagin. Heldur var tað hesaferð Stjørnan, sum fekk betru byrjanini, og sum skilst, so var ein av orsøkunum til hetta, at Rannvá Andreasen í málinum rættiliga var [...] sunnukvøldið fingu orðið á Eyðbritt Krosslá, var hetta eisini púra greitt. - Eg veit ikki hvat tað var, sum hendi, men har rapaði bara alt hjá okkum seinastu løtuna. Vit megna ikki at spæla okkara spæl, tá vit [...] hava við sær, at mongu heimaáskoðararnir høvdu góðar vónir undan landskappingardystinum. Ein dystur, sum var av avgerandi týdningi fyri bæði liðini. Fyri VB, tí hetta var teirra møguleiki at halda fast um
Sissal Kristiansen mál sum valrætt, skattafrádratt-tað, sum vit vanliga nevna Føroyafrádráttur, 180 daga reglur og nógv, nógv annað. ?Men eitt tað mest umráðandi er, at tey, sum lesa, minnast til, at tey [...] snikkaleys sum gjørligt burturúr tí valinum, tey gera. Tær eru báðar í Meginfelag Føroyskra Studenta, MFS, í Danmark, hin seinna er formaður. Fríggjadagin vóru tey á Miðnámsskúlanum í Vági í dag verða tey [...] ðararnir siga, at tey, sum gera hesi mistøkini, gevast aloftast, áðrenn tað fyrsta árið er farið. Men sjálvandi kemur tað meiri enn so fyri, at fólk velja skeiva útbúgving, sama hvussu væl tey hugsa seg
ið enn hava varðveitt gomlu endingarnar, eru føroyskt og íslendskt. Í dag skuldi ikki verið neyðugt hjá okkum at farið sama vegin sum hini málini, av tí at vit hava jú skriftmálið dagliga at stuðla okkum [...] sigur »u«- og »i«-endingar, sum tær eiga, og »artikulerar«, ber orðini fram í heilum líki o.s.fr. Tað er at harmast um, at hetta er rættiliga sjáldsamt at hoyra hjá ungum fólki í dag, tíverri. Hon nýtir føroyskt [...] framtungu »r« í endingum, ið hóskar væl til føroyska málið og ikki amerikanska/ enska »r«-ið, sum javnan er at hoyra í dag, tá yngri fólk tala. Her hugsi eg um tað ljóðið, ið er í amerikanska fólkanavninum »Al