Flogbóltur, kvinnur og menn
Steypavinnararnir í Sørvági
Oddaliðið hjá monnunum, Mjølnir, var leygardagin í Sørvági og leikti ímóti SÍ. Roknast kundi kanska við, at Mjølnir fór at fáa trupulleikar, tí at leikandi venjarin Borko lá sjúkur, men hetta sýndist ikki at bila.
Mjølnir vann dystin 3-0 við settmununum 17-25, 15-25 og 19-25. Besti leikari hjá SÍ var Suni Hansen, meðan allir hjá Mjølni høvdu ein javnan dag.
Mjølnir liggur framvegis á odda hjá monnunum, men komandi vikuskifti kann gerast hart, tí leygardagin skal liðið til Havnar at leika ímóti Fleyr, og longu sunnudagin verður aftur leikt ímóti hinum oddaliðnum ÍF. Hesin dysturin verður á Kambsdali.
ÍF kvinnunar vunnu ? á triðja pláss
Kvinnunar úr Fuglafirði vunnu leygardagin ein uppibornan sigur á Fossánesi. Og sigurin var ikki til at taka feil av. Tær vundu burtur úr norðoyingunum og vunnu 3-0. Settini endaðu 25-10, 25-9 og 25-19. Sostatt megnaði Fossánes ikki at halda áfram við spælinum, sum tær vístu, tá tær vunnu eitt sett ímóti Fleyr fyri 2 vikum síðani.
ÍF hevur nú vunnið seg fram á triðja plássið við sama stigatali sum Fleyr. Men um TB heldur áfram við sínum góða leiki, verður tað ringt hjá fuglfjarðarkvinnum at vinna bronsuplássið.