VB-Stjørnan 25-26 (10-10)
Hondbóltur
Dramatikkurin var í hásætinum, tá VB og Stjørnan annan dagin á rað hittust í Ítróttahøllini í Vági.
Dagin fyri høvdu liðini spælt fyrru hálvfinaluna í Coca-Cola kappingini, og tryggi VB-sigurin í hesum dystinum mundi helst hava við sær, at mongu heimaáskoðararnir høvdu góðar vónir undan landskappingardystinum. Ein dystur, sum var av avgerandi týdningi fyri bæði liðini. Fyri VB, tí hetta var teirra møguleiki at halda fast um takið á VÍF, meðan Stjørnan longu hevði mist hetta tak, men hinvegin skuldi ansa sær, soleiðis at tær ikki fóru longur frá teimum báðum fremstu.
Javnt alla tíðina
Tryggi VB-sigurin í leygardagsdystinum varð millum annað grundaður á eina framúr byrjan, her VB veruliga leyp frá Stjørnuni, men hetta varð so av ongum sunnudagin. Heldur var tað hesaferð Stjørnan, sum fekk betru byrjanini, og sum skilst, so var ein av orsøkunum til hetta, at Rannvá Andreasen í málinum rættiliga var komin fyri seg, eftir at hon hevði havt ein heldur lakan dyst legyardagin.
Stjørnan megnaði at toga seg trý mál fram um gestirnar, men undan steðginum fekk VB svara aftur, og støðan var tí javnleikur, tá farið varð til hálvleiks. Annars er merkisvert, hvussu fá mál komu í fyrra hálvleiki. Ikki minst, tá hugsað verður um, at liðini bæði aloftast eru partur í málríkum uppgerðum, men málverjarnir mundu vera størsta orsøkin til, at tað ikki varð soeliðis hesaferð.
Seinna umfarið var tað VB, sum byrjaði betri. Tær fóru eitt og tvey mál fram um, og hóast Stjørnan alla tíðina megnaði at hanga í, so var tað tó líkt til, at VB sigurin skuldi gerast veruleiki. Hvørja ferð Stjørnan gjørdi ein vørr, megnaði heimaliðið at svara aftur.
Mistu trumfin
Í eini roynd at venda gongdini fóru klaksvíksgenturnar út at mansverja bæði Reginu Radó og Andreu Lütz, og hóast hetta ørkymlaði mótstøðuna, so megnaði VB tó alla tíðina at svara aftur.
VB leiðslan var eitt mál, tá tær tríggjar minuttir undan leikloki fingu ein rættan trumf í hondina. Vesna Tomajek fekk tveir fingrar frá dómarunum, og tá VB samstundis átti brotskast, var greitt, at nú kundu tær avgera. Brotskastið varð misnýtt, men tá VB kortini fekk mál, sá út til, at stigini skuldu hanga eftir har suðuri.
Sama støða endurtók seg løtu seinni, tá Stjørnan aftur hevði minkað niður í eitt mál. Hesa ferð varð brotskastið tó misnýtt, og við ístaðin fekk Stjørnan brotskast hinumegin, og við 20 sekundum eftir at leika sendi vágsgentan í Klaksvík, Sólvá Eystberg, bóltin í netið og Stjørnuna upp á javnt.
VB fór síðani í tað, sum ætlandi skuldi verða seinasta álopið í dystinum, men onkursvegna mistu tær bóltin, og so kundi Stjørnan fara í kontra. Vesna Radovic rann undan Gurið Mortensen niðan móti VB málinum, men tá hon skuldi skjóta, varð hon harðliga tikin av Gurið. Bólturin fór tó netið, men dómararparið bríkslaði fyri brotskasti og reyðum korti til Gurið.
Enn einaferð varð Sólvá sett at skjóta, og meðan hinar vóru lidnar við sín leiklut, vann hon seinasta tvídystin við Gurðun í Lágabø, og tryggjaði harvið, at bæði stigini fyri dystin fóru norður ti Klaksvíkar.
Vónbrotnar
At kalla VB kvinnurnar fyri vónbrotnar man vera ein av teimum heilt stóru undrimetingunum higartil í ár, og tá vit sunnukvøldið fingu orðið á Eyðbritt Krosslá, var hetta eisini púra greitt.
- Eg veit ikki hvat tað var, sum hendi, men har rapaði bara alt hjá okkum seinastu løtuna. Vit megna ikki at spæla okkara spæl, tá vit spæla fýra móti fýra, og vit lova teimum ferð eftir ferð í kontra, tí vit missa lættar bóltar í álopspartinum.
- Vit hava tí bert okkum sjálvum at takka, at vit ikki vunnu dystihn, tí serliga í byrjanini av dystinum høvdu vit allar møguleikar at leggja okkum framum, men Rannvá stóð ein sera góðan dyst í málinum. Tað gjørdi Guðrun tó eisini fyri okkum, so kanska vigaði hetta upp ímóti hvørjum øðrum.
- Alt í alt haldi eg tó, at talan var um ein ótrúliga góðan dyst fyri áskoðararnar, men tíverri blakaðu vit so alt burtur seinastu løtuna, segði Eyðbritt Krosslá at enda.
Heoni skal finnast
Onkur av áskoðarunum vil helst vera við, at Stjørnan fram ímóti endanum vóru ótrúliga hepnar, og venjari teirra var heldur ikki ósamdur í hesum.
- Tað er so einki at tosa um, at tað skal hepni til, fyri at vinna soleiðis, men hinvegin kemur hepni ikki av sær sjálvum. Tað skal arbeiðast fyri tí, og okkara leikarar royndu alla tíðina at stríðast, sjálvt um tað til tíðir sá meira enn svart út hjá okkum, sigur Rógvi Neilsen.
Hann duldi heldur ikki fyri, at tað kendist sum ein lætti at vinna, nú liðið at kalla bara hevur tapt seinastu dystirnar.
- Í landskappingin mugu vit nú vóna, at onnur lið kunnu hjálpa okkum, men vit hava enn møguleikan í steypakappingini. VB verður ógvuliga skert, nú hvørki Rannvá, Sólrun ella Gurið vera á liðnum í seinnu hálvfinaluni, og eg haldi tað ikki vera ógjørligt, at vit kunnu vinna við meira enn fimm málum á heimavølli, segði ein ovurfegin Stjørnu venjari at enda.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
VB: Andrea Lütz 9(2), Regina Radó 8, Gurið Mortensen 3(1), Christina Holm 3, Eyðbritt Krosslá 1, Mary Krosslá 1
Stjørnan: Sólvá Eystberg 6(6), Anna K. Samson 6, Annika Ljósstein 5, Vesna Tomajek 3, Bára Skaale 2, Joan M. Joensen 2
Una Olsen 2
Brotskøst: VB 7, Stjørnan 6
Útvísingar: VB 1, Stjørnan 3
Diskvalifikatión: VB 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar úr Tjaldri: Dánial Hansen og Kári Hansen










