Í dag eru hundrað ár síðani italska tónaskaldið Guiseppe Verdi doyði í Milano. Verdi, sum gjørdist 87 ára gamal, varð serliga kendur innan opera. Hann var útbúgvin á sama staði, Milano, har fyrsta opera hansara »Oberto« varð framførd í 1839.
Fosturlandski tónin í verkunum hjá Verdi elvdi til, at hann skjótt gjørdist súmbol fyri teimum, ið vildu savna tjóðina.
Sagt verður um Verdi, at við framúr evnum at siga søgur og skapa drama, samantvunnin við einum mettaðaum orkesturklangi, skapti hann italsku operuni nýggjar karmar. Eitt heiðurspláss, sum hann lutar við Giacomo Puccini (1858-1924).
Í 1982 gjørdi Franco Zefirelli film úr operuni »La Traviata«. Filmurin, har Placido Domingo medvirkaði, varð sýndur í Norðurlandahúsinum í 1985. Í august verður aftur høvi hjá føroyingum at uppliva hesa operu í Norðurlandahúsinum. Tá fer Stockholms Folkteater at framføra »La Traviata« í modernaðum sniði.
Nýliga kom út forvitnisliga bókin »Guiseppe Verde ? myten, mennesket og komponisten« á forlagnum Gyldendal. Rithøvundur er Francesco Cristofoli.
Verdi varð føddur 10. oktober 1813 og doyði 27. januar 1901. Í grein inni í blaðnum greiðir Ove Olsen, tónleikaleiðari í Útvarpinum, frá um Verdi.