Tjaldur-VÍF 11-37 (4-14)
Hondbóltur
Tað var ikki tað stóra ivamálið um, hvat lið skuldi vinna, tá VÍF kvinnurnar vitjaðu í Runavík sunnudagin. Talan var um oddalið móti botnliðið, og hesin kaldi veruleikin sást eisini aftur á máltalvuni, tá dysturin var lokin.
26 mál skildu partarnar, og hóast hetta helst er hugaligt hjá vestmannagentunum, so er helst minni hugaligt, at onkrir av leikarunum nú byrja at fella frá, orsakað av skaðum.
Ein av skøddu gentunum er Nicolina Eyðbjørnsdóttir, sum veruliga hevur togað seg upp á føroysku hondbóltstindarnar í ár. Sunnudagin sat hon á beinkinum og hugdi, og sjálvsagt kundi hon ikki annað enn lata væl at úrslitinum.
- Tað gekk eitt sindur tungt hjá okkum í byrjanini, men tá so Ioana fekk nøkur skot inn, kom líka sum glið á, og tað var ongantíð ivamál um, at vit fóru at vinna dysitn.
Víðari segði Nicolina, at tað serliga var Nicoleta, sum spældi ein góðan dyst, men at spælið sum heild eisini gekk væl.
Sum nevnt, so sat Nicolina sjálv á beinkinum, meðan dysturin varð spældur, og tað sama kann næstan sigast um Sóleyð Mikkelsen, sum í ár hevur verið hollur stuðul á VÍF liðnum. Hon hevur fingið nakað av vatni í knæið, men hesa ferð var hon somikið birg, at hon kundi hjálpa liðfeløgunum seinastu løtuna.
Um útlitini fyri at skaddu leikararni kunnu vera við mikukvøldið, tá seinna hálvfinalan í Coca-Cola kappingini stendur á skránni, er Nicolina heldur ivasom.
- Eg veit ikki rættiliga, hvussu stendur til við fótinum. Hann er koyktur nóg so illa, men møguliga kann hann tapast upp, so eg fái spælt. Hjá Sóleyð sær heldur betri út. Hon segði seg vera klára í dag, men hon spældi tó lítið við.
- Tað er tó greitt, at vit mugu hava meira enn seks útileikarar við, tá vit fara til Havnar, so tað er bara at vóna, at skaðarnir skjótt koma í rættlag aftur, sigur Nicolina at enda.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Tjaldur: Melitza Ergic 5(2), Mona Langgaard 2(1), Beinta Joensen 2, Oddvá Fossdalsá 1(1), Kristine Ellingsgaard 1
VÍF: Nicoleta Radu 12, Ioana Rápa 11(3), Jacklin Durhuus 5, Fríða Marjunardóttiir 3, Randi Kúrberg 3, Sóleyð Mikkelsen 2(2)
Brotskøst: Tjaldur 5, VÍF 6
Útvísingar: Tjaldur 3, VÍF 4
Dómarar úr StÍF: Justines Justinussen og Pole Hansen









