Tit skulu velja við hjartanum

?At velja sær útbúgving er eitt tað truplasta valið í lívinum. Men tað allarmest avgerandi er, at tey ungu velja við hjartanum, siga Halla Nolsøe Poulsen og Sissal Kristiansen, sum í hesum døgum ferðast kring landið og geva næmingum í miðnámsskúlunum góð ráð, nú tey skulu taka tað avgerandi stigið út í stóru verð

 

Tað stóra valið


Onkur hevur kallað eitt studentsprógv fyri ein ferðaseðil út í stóru verð. Um eitt hálvt ár standa aftur hundraðtals ungir føroyingar við einum ferðaseðili í hondini. Afturat teimum stendur ein hópur av bæði handilsskúlanæmingum og fiskivinnuskúlanæmingum, eisini hvør við sínum ferðaseðili í hondini.

Men hvat tey skulu brúka hendan ferðaseðilin til, er ein tann størsti spurningurin, sum tey nakrantíð í lívinum koma at taka støðu til.

Og hóast tað enn er eitt hálvt ár til tey fáa ferðaseðilin í hondina, er tað ikki ov tíðliga, longu nú at gera sær alvorligar tankar um, hvat hann skal brúkast til.

Í hesum døgum ferðast Halla Nolsøe Poulsen og Sissal Kristiansen kring landið at geva næmingum á miðnámsskúlunum góð ráð um, hvussu tey sleppa so snikkaleys sum gjørligt burturúr tí valinum, tey gera.

Tær eru báðar í Meginfelag Føroyskra Studenta, MFS, í Danmark, hin seinna er formaður.

Fríggjadagin vóru tey á Miðnámsskúlanum í Vági í dag verða tey á studentaskúlanum í Kambsdali, Eysturoy, mikudagin í Klaksvík, hósdagin á Studentaskúlanum í Hoydølum og á Handilsskúlanum í Havn og at enda, fríggjadagin, á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.

Tær leggja dent á, at øll, sum ætla sær at lesa, eru vælkomin á skúlarnar ímeðan tær greiða frá, eisini gamlir næmingar.



Velja við hjartanum

Á ferðum sínum kring landið gera tey ikki so nógv burturúr at greiða frá hvørjari einstakari útbúgving, tí tær eru so nógvar í tali, at tað er ein ógjørlig uppgáva.

Heldur royna tey at geva næmingunum nøkur góð ráð um, hvat tey skulu hugsa um, tá ið tey velja sær útbúgving, og um, hvussu tey skulu bera seg at, tá ið tey hava tikið støðu til, hvørja útbúgving tey ætla at leggja orku sína í.

Fyrsti boðskapurin hjá teimum er, at velja útbúgving við hjartanum.

? Tit skula velja tað tað útbúgving, sum tit veruliga hava hug til.

? Veljið ikki útbúgving eftir, hvat restin av familjuni er. Farið ikki á læraraskúla, ella at lesa til lækna, bara tí at mamman ella pápin, er lærari, ella lækni. Tit skulu heldur ikki velja onkra ávísa útbúgving, bara tí at tað hetta lesa ? øll hini?. Tit skulu ikki fara at lesa løgfrøði, bara tí at tað beint nú er uppi í tíðini at lesa løgfrøði.

Tað er heldur ikki loysnin at velja útbúgving, alt eftir, hvussu tit halda, at arbeiðsmøguleikarnir eru beint nú.

?Tað kann vera, at útlitini fyri at fáa arbeiði ikki eru tey bestu beint nú við teirri útbúgvingini, tit hugsa um. Men minnist til, at heimurin broytist alla tíðina, og tá ið tit eru liðug, kann støðan vera en heilt onnur.

Teir báðir lestrarvegleiðararnir siga, at tey, sum gera hesi mistøkini, gevast aloftast, áðrenn tað fyrsta árið er farið.

Men sjálvandi kemur tað meiri enn so fyri, at fólk velja skeiva útbúgving, sama hvussu væl tey hugsa seg um, og mugu skifta. Tað kemur eisini fyri, at lesandi dumpa onkuntíð, summi oftari enn onnur.

?Tá er tað umráðandi at minnast til, at hetta er ikki heimsins undirgangur. Tit vera ikki tey fyrstu, sum noyðast at ásanna, at tit komu á skeivu hyll og mugu leggja kósina um, og tit verða ikki tey seinastu. Tit vera heldur ikki tey fyrstu sum dumpa onkuntíð, og tit vera heldur ikki tey seinastu.

Tær báðar vístu á, at á summum útbúgvingum er tað heilt vanligt, at studentar dumpa eina ella tvær ferðir.


Krevur størsta ansni

Tá ið ein fer av landinum í lestrarørindum, krevur tað annars nógv størri umhugsni og eftiransni, enn tey flestu kanska hugsað um.

? Tað er ein ørgrynnna av málum at hugsa um. Fyri at taka úr rúgvuni, nevndu Halla Nolsøe Poulsen og Sissal Kristiansen mál sum valrætt, skattafrádratt-tað, sum vit vanliga nevna Føroyafrádráttur, 180 daga reglur og nógv, nógv annað.

?Men eitt tað mest umráðandi er, at tey, sum lesa, minnast til, at tey eru fyri tað allarmesta í sjálvdrátti á tann hátt, at tað er ongin, sum heldur í oyruni á teimum.

? Sjálvandi er tað ymiskt frá útbúgving til útbúgving, men á nógvum stórum skúlum er tann lesandi bara eitt nummar í rúgvuni og tað er ongin, sum minnir tann lesandi á, nær próvtøkur eru o.s.fr.

Men tær báðar hildu, at tann, sum er gloymskur, kann fáa stóra nyttu burturúr at krøkja seg uppí onkran annan næming, sum er meiri eftiransin og kann minna á próvtøkur o.a.

Annars hildu tær báðar, at týdningurin av at koma saman við studentum úr tí landinum, hagar ein fer til at lesa, skal ikki undirmetast. Ikki minst hevur stóran týdning fyri málið.

? Tað gevur góða venjing í at tosa tað fremmanda málið.Og tað er sera hent, tí við próvtøkuborðið eru tað mong, sum hava sannað, at tey duga altso ikki so væl tað fremmanda málið, sum tey hildu-heldur ikki danskt- og tað kann vera ein bági fyri próvtøkuna, søgdu tey bæði.

Annars mintu tær báðar á, at tað ber altíð til at venda sær til MFS við ivamálum. Tey, sum lesa niðri kunnu eisini fáa ómetaliga hjálp frá føroysku ráðgevingini. Og annars er tað aloftast onkur á sjálvum skúlanum, sum kann vera til hjálpar.

Tær báðar søgdu eisini, at nú skuldi tað ikki skiljast sum um tað bara var súrt, trupult og keðiligt at lesa.

? Tað er nógvir studentar, sum eru samdir um, at hetta er besta og ríkasta tíðin í lívinum.