Asbjørn Lómaklett
Í seinastuni hevur Bjørt, ið eg annars als ikki kenni, lisið upp í tíðindasendingum útvarpsins, og er tað fragd at hoyra hana lesa, og her verður ikki bert hugsað um ta reinu røddina, men meira um, at hon hevur virðing fyri føroysku mállæruni, lesur allar endingar beint, »ur«-endingar hjá sterktbendum sagnorðum, 2. - og 3. pers. nútíð og »ir«-endingarnar, tá hesar skulu vera hjá veikt bendum sagnorðum í 2. og 3. pers. nútíð, sigur »u«- og »i«-endingar, sum tær eiga, og »artikulerar«, ber orðini fram í heilum líki o.s.fr. Tað er at harmast um, at hetta er rættiliga sjáldsamt at hoyra hjá ungum fólki í dag, tíverri.
Hon nýtir føroyskt framtungu »r« í endingum, ið hóskar væl til føroyska málið og ikki amerikanska/ enska »r«-ið, sum javnan er at hoyra í dag, tá yngri fólk tala. Her hugsi eg um tað ljóðið, ið er í amerikanska fólkanavninum »Al Gore« til dømis.
So løgið, tað enn ljóðar, eru tað næstan bert suðringar, ið »tora« at siga eitt hampuligt føroyskt »r« í endanum á orðunum, so tað veruliga hoyrist.
Jarðleggja mállæruna
Annars er tað at siga, at meira enn ein av nýggju upplesarunum í tíðindasendingunum ikki tykjast at geva sær far um, at tey eru við til at jarðleggja meginpartin av føroysku mállæruni eirindaleyst:
Allar »ur«-endingar verða strikaðar til frama fyri »ir«-endingina í øllum upplestri. Tað er at vóna, at hetta ikki er við vilja.
Allar »i«- og »u«-endingar verða lisnar sum eitt dovisligt »e«, t.d.: /Tíðindé úr Tórshavnar kommuné), (av kommunéskrivstovéné), (leingjé), (tíggjé), (ikké) o.s.fr. Hetta er annars tað, ið er hent við skandinavisku málunum, at u/i-endingar eru dotnar niður á eitt »é«. Einastu norðurlendsku málini, ið enn hava varðveitt gomlu endingarnar, eru føroyskt og íslendskt.
Í dag skuldi ikki verið neyðugt hjá okkum at farið sama vegin sum hini málini, av tí at vit hava jú skriftmálið dagliga at stuðla okkum afturat.
Hvat skulu vit læra børnini mállæru til, tá okkara máttmiklasti málsligi stovnur virðir so lítið um bendingarlæruna?
Bygda- og býarmálini
sín rætt, sjálvan
Sjálvandi skulu bygdamálini hava sítt rætt, men eg haldi ikki, at nakað málføri kann yva sær at fara so illa við sjálvari mállæruni og orðaendingunum, tá lisið verður upp í almennari tænastu. Hitt við ymiskari úttalu er eitt heilt annað mál og í lagi. Her verður hugsað um »ei«/»oy« ? mer/mær ? á/a o.s.fr.
Tá mállæran verður traðkað so undir fót sum í hesum føri, má hetta kallast málslig »degeneratión« ella rein málspilla og einki annað.
Ilt at skilja hetta ? tað mátti verið meira málsligur stoltleiki í fólki enn so, at nakar vil hava eitt mál, ið als ongar reglur skal hava at ganga eftir, men bara sleppa at fara í órøkt við »alt er nóg gott«-hugburðinum sum grundgeving?
Táttur/tættir
? Innslag/innsløg
Fyrr nýtti útvarpið snøggu føroysku orðini »táttur/ tættir« um tær einstøku sendingarnar í einari skrá. Sama gjørdu teir við einstøku smálutirnar í stakari sending. Hetta var alt gjørt í fluttari merking, men sera væl riggaði.
Nú er vent í holuni. Síðani nýggj fjølmiðlafólk eru komin framat í bæði ÚF og SvF, eru føroysku orðini býtt um við fremmanda heitið »indslag«, ið nær um onga meining hevur á føroyskum. Hetta er ringt býti, eru tað mong, ið halda.
Løgið, at næstan øll fjølmiðlafólkini skulu vera samd um slíkt!
Ein kann so spyrja, hvør saklig orsøk, ið liggur aftanfyri avgerðina, men trupult er at hugsa sær til, hví eitt sovorðið stig er tikið, tá vit í føroyskum hava so snøgt orð sum »táttur« til nýtslu.