upp ímóti at komið heilt upp í toppin, so má eg gera upp við meg sjálva, um tað er tað eg vil, ella um eg vil prioritera mína familju. Og hvat eg hevði gjørt um so varð, er mítt privatmál. Men hevur tú [...] uppgávuna hjá mær, so eg kann røkja míni áhugamál. Mínar royndir eru, at tað ber illa til at hava børn og vera so nógv heimanifrá. Bindingarnar mamman hevur at barninum og øvugt eru so sterkar, at tað ger [...] soleiðis, at um tað er onkur, sum helst vil sleppa undan, so er tað eisini í lagi. Tað er umráðandi, at samfelagið hevur fólk, sum eru nøgd við at arbeiða fyri eina vanliga tímaløn. Samfelagið hevur so sanniliga
karnir ikki eru so samdir um fullveldisuppskotið, sum Landsstýrið annars vil vera við. Tá tosað verður um teir hóvligu og teir víðgongdu í Tinganesi, kundi hugsandi verið skilagott, um málið fekk breiðari [...] burturvið at tosa um so ógvusligar broytingar í ríkisfelagskapinum, tá fíggjarligu umstøðurnar eru so ótryggar, at tað gongur út yvir vælferðina. Sønguligur mønguleiki at fremja broytingar So mikið meira óhugnalig [...] fíggjarlógini fyri 1999, so er undirskotið 800 mió. krónur. Samstundis hava vit fingið at vita frá danska for- sætisráðharranum, at um fullveldi verður úrslitið í Føroyum, so skulu vit ikki vænta okkum
Sostatt hava feløgini bert havt landskappingina og steypakappingina at hugsa um, men nú fáa feløgini í Havn so okkurt meir at kappast um. Í dag byrjar ein sonevnd »havnarkapping«, har tey trý hondbóltsfeløgini [...] kemur við í kappingina næsta ár, og seinni kann kappingin so broyta navn til »Tórshavn Open«. At kappingin eisini verður næsta ár og fleiri ár fram, skuldi einki verið í vegin fyri. Café Natúr letur tvey [...] stúgvandi fult av hondbóltsfólki. Um vit hildu eina veruliga veitslu í einum góðum høli, ivist eg ikki í, at har høvdu komið eini 400 fólk, sigur hann. Á hesi veitsluni er so eisini ætlanin, at ymsir spælarar
føroyingin rætt, so er einki at ivast í, at tey verða fleiri, sum fara at taka avgerð um at fara við, sum tað fer at nærkast fráferðini til Aberdeen. Milliónirnar Tá tað skal metast um, hvussu stórar upphæddir [...] Aberdeen, verður talan bara um eina runda meting. Prísirnir á ymsu flogferðunum eru ymiskir, og tað eru teir eisini við Norrønu. Tað veldst um, hvussu ferðafólkið ynskir at ferðast, og so er tað sjálvandi sera [...] avstað, so er tað neyvan langt við síðuna av, um vit siga, at samlaða nýtslan hjá øllum teimum, sum fara av landinum, verður í minsta lagi fýra milliónir krónur. Ta upphæddina koma vit til, um hvør áskoðari
maður hjá Herfølge, tá teir taptu 1-0 á útivølli móti AB. Um hann ikki hevði spælt so væl, so hevði AB vunnið ein størri sigur. Teir høvdu í hvussu so er møguleikar til fleiri mál, verður sagt. [...] r, sum tað snýr seg um. Levski Sofia er komið til Keypmannahavnar, og gongur tað ikki heilt av skriðuni hjá FCK, so er teirra navn við í hattinum, tá tað í morgin verður drigið um, hvussu liðini skulu [...] ið sammett við gongdin fyri tveimum árum síðani, tá FCK heilt fram til endan av kappingini stríddist fyri at sleppa undan niðurflyting. So illa hevur ikki gingið hjá FCK, men tað var eitt stórt vónbrot
gera 10 nýggjar tekningar, sum leikurin so verður bygdur á. Hesar myndirnar verða so sýndar í forstovuni í Sjónleikarhúsinum, meðan leikurin fer fram. Tær koma so eisini at verða í sjálvum leikritinum. [...] skriva, yrkja og tónseta. Hetta tiltakið er so eisini ein roynd, at listagreinirnar skulu eggja hvørja aðra, samtundis sum ein samanrenning fer fram. Heitið Um heitið til leikin ?Cabarét - Cabarét - 10 ár [...] Gulla Øregaard sigur, at enn hava tey bert sjálvan karmin kláran. Nú verður so farið at fylla hann út, og her verður talan um eina sera spennandi og avbjóðandi uppgávu, sum liggur fyri framman. Hon sær
kunning um fleiri øki innan oljuvinnuna. Hóast skeiðið ikki í fyrstu atløgu gevur endaligan førleika til arbeiði innan boring, so er tað ein góður máti at ogna sær grundleggjandi kunnleika um boring, um ein [...] Spurningurin um eina trygdarmiðstøð hevur eisini alstóran áhuga fyri oljufeløgini, tí skulu hesi taka føroyingar í arbeiði, so mugu teir hava verið á trygdarskeiði. Møguleikin í dag er so at fara til Noregs [...] við at útbúgva seg í Føroyum ikki so heilur longur. Spurningurin liggur nú hjá myndugleikunum um at taka eina avgerð um, hvar ein slík trygdarmistøð skal liggja. Tað hevur longu verið frammi, at oljufeløg
undir fult føroyskt málsræði og ábyrgd, so hvørt hetta verður gjørt við føroyskari lóg, ?sum ásetir reglur um uppsøgn av sáttmálanum, og hvussu farast skal fram, um vit gera av at taka fult sjálvstýri. Annars [...] soleiðis sum tað sær út til, at teir ætla, so fær Føroya fólk ikki møguleika fyri at geva sína hugsan til kennar fyri enn við fólkaatkvøðuna um tann lidna sáttmálan. Og so kann man spyrja seg, hvussu væl demokratiska [...] størri sjálvstýri. Lat okkum verða samdar um, at fyrsta stigið er at fáa eitt víttfevnandi útgreiningararbeiði, sum fevnir um allar møguleikar, gjørt, sum so kann liggja til grund fyri politisku støðutakanini
at tað virkar, sum um tú ert úti. Gunnleyg dámar væl tankarnar um at føra søguna enn longur aftur enn tað sum verandi tinghús umboðar. ? Heidi nevndi sjálv, at tey hvødu hugsað um gamlar tíðir, tá ti [...] avmarkar um tey kunnu verða standandi. ? Ikki tí, eg eri samd við Gunnar Hoydal um, at vit heldur skuldu tikið bygningin hjá Telefonverkinum niður. Hóast øki, har tinghúsið stendur er avmarkað, so er onkur [...] tekningum og modellum, vísir nakað av makt. Og tað er eisini upp á sítt pláss, tá ein hugsar um hvat arbeiði fer fram inni har. ? Eisini haldi eg at vinnararnir hava verið stak hepnir tá teir hava valt byggitilfari
stjórnina um skuldina til statin og tann avtalan hevur við sær, at rentuútreiðslurnar hjá landskassanum minka við umleið 200 mió. krónum. Nú skal landskassin gjalda avdrátt av láninum og tað merkir so aftur [...] fullveldisætlanir landsstýrissins hevur verið tosað um at gera eina fíggjarlóg, sum skal skapa grundarlag fyri einum sjálvberandi føroyskum búskapi. Um henda fíggjarlógin ger tað, skulu vit ikki taka dagar [...] Klokkan tíggju gjáramorgunin legði Karsten Hansen sína fyrstu fíggjarlóg fram fyri tingið. Uppskotið hjá Karsteni Hansen til fíggjarlóig fyri komandi ár hongur soleiðis saman, at talan verður hægri inntøkur