Nú eru nakrir dagar farnir síðani hugskotskappingin hjá løgtinginum um nýtt tinghús var liðug, men úrslitið fer óiva at geva endurljóð í eina rúma tíð enn.
Kenslurnar fyri tí gamla og fyri broytingum eru ikki líka hjá okkum menniskjum og kanska skuldu vit eisini skoytt eitt tíbetur upp í her.
Sosialurin hevur vent sær til Gunn leyg Durhuus og biðið um hennara viðmerkingar til tekningarnar, við serligum atlitið til vinnandi uppskotið.
Hn sigur, at henni dámar væl tað vinnandi uppskotið.
? Tinghúsið, sum tað sær út á tekningum og modellum, vísir nakað av makt. Og tað er eisini upp á sítt pláss, tá ein hugsar um hvat arbeiði fer fram inni har.
? Eisini haldi eg at vinnararnir hava verið stak hepnir tá teir hava valt byggitilfari. Bygningurin verður gjørdru úr gróti og nógvum glasið og tað ger, at tað virkar, sum um tú ert úti.
Gunnleyg dámar væl tankarnar um at føra søguna enn longur aftur enn tað sum verandi tinghús umboðar.
? Heidi nevndi sjálv, at tey hvødu hugsað um gamlar tíðir, tá tingfundirnir vórðu hildnir úti, í Tinganes, og eg haldi at tað er stak gott, at júst tað verður tikið fram.
Gunnleyg Durhuus vil ikki siga nakað um hini uppskotini, tí hon heldur ikki, at hon hevur sett seg nóg væl inn í tey.
? Men okkurt av teimum sær eisini sera áhugavert út, sigur hon .
Men hvat heldur um at gomlu tinghúsini skulu takast niður?
? Eg eri bæði fyri og ímóti. Húsini hava sum so einki byggisøguligt virðið, men eg trúgvi at tað eru nógv, sum eru ímóti, at tey verða tikin niður. Tey eru jú ein partur av okkara stutttíðarsøgu. Men tað er areali, sum avmarkar um tey kunnu verða standandi.
? Ikki tí, eg eri samd við Gunnar Hoydal um, at vit heldur skuldu tikið bygningin hjá Telefonverkinum niður.
Hóast øki, har tinghúsið stendur er avmarkað, so er onkur, sum hevur tikið hædd fyri, at húsið skal verað standandi.
? Uppskotið hjá Ruth Róin tekur støði í at tinghúsið verður standandi meðan hon meira arbeiðir við hinum bygninginum, men hetta uppskotið ger, at ein partur av økinum kring tinghúsið hvørvur, og tað skulu vit verða varin við.
? Tíðin krevur at tað er nokk av plássið í miðbýnum og hugsað tær á Ólavsøku um øki í miðbýnum verður minni enn tað er í løtuni, sigur Gunn leyg Durhuus.
Hon heldur at tað var rætt at avmarkað kappingina til føroyingar. Teir hava eitt serligt tilknýti til tingið go til tað arbeiði, sum fer fram í húsinum, og tí taka teir eitt øðrvísi støði enn útlendingar vildu havt gjørt.
? Heidi Poulsen hevur hugsað nógv um søguna hjá føroyingum, og tað trúgvi eg ikki at ein útlendingur hevði gjørt.Teir høvdu uttan iva hugsað meira um bygningin sjálvan ístaðin, sigur hon.