eftir at hann hálvgum søkti skotsku skútuna. Sostatt helt John fyri, tá Bild umvegis Sosialin undir einum av venjingunum í Litava vildi frætta, hvat hann helt um Týsklands-dystin, at hóast hann hevði verið [...] Klose. Og at Völler hevur gjørt heimaarbeiðið kom eisini til sjóndar, tá hann á fyrsta tíðindafundinum mánadagin varð spurdur, hvørt hann hevði biðið um nøkur ráð frá fyrrverandi landsliðsvenjara sínum. Hesin [...] Her var størsti boðskapurin, at stóra stjørnan á liðnum, Michael Ballack, er tøkur aftur, eftir at hann lá sjúkur við krími, tá týskarar spældu vinardyst móti Bosnia-Hersegovina. Hevur gjørt heimaarbeiðið
Luksemborg 24. mars í fjør. Pól var aftur á liðnum í Moskva 28. mars, men so gav hann avboð. Hann var ikki samdur við FSF í, at hann ikki skuldi eiga part í bonusupphæddini fyri at vinna í Luksemborg. Tá Henrik [...] sum røkkur 25 landsdystum. Hann var fyrstu ferð á landsliðnum í HM undankappingardystinum á Malta 30. apríl í 1997. Tá kom Pól so at siga sum eitt skot á landsliðið, har hann ongantíð áður hevði verið. [...] fimtan dystir á tamb, áðrenn hann fyrstu ferð varð útskiftur. Pól hevur verið vongverji og miðverji, men tá Estland í 1999 vann 2?0 á Tórsvølli, setti Allan Simonsen hann á vongplássið í vinstru. Tað var
(Bárður Olsen, 80.), Andrzey Pacek, Esmar Eiðisgarð, Eyðfinn Joensen ? Hans Pauli Samuelsen (Vinjard Dam, 60.), Ronnie Samuelsen, Jákup Martin Joensen, Marni Djurhuus ? Sorin Anghel, Jón Sigurd Gleðisheygg [...] landsliðið fer av landinum leygardagin, og tá vera tveir spælarar hjá EB/Streymi, Marni Djurhuus og Hans Pauli Samuelsen, við í ferðalagnum. Tikið uppaftur Karl Vidtfeldt, formaður í kappingarnevndini, heldur
kappingarár, sigur Jákup Mikkelsen, sum í viðførinum í gjár hevði gávuna, sum hann hevði lovað sjey ára gamla soninum, Poul Nolsøe, áðrenn hann fór avstað. ? Eg lovaði honum, at hann skuldi fáa málmans [...] landsliðsmðalverjanum. Men Jákup Mikkelsen er ein realistiskur maður. Sjálvandi hevði hann verið áhugaður, um eitt gott tilboð hevði komið onkra staðni frá. Treytin fyri at hann skuldi tikið av einum sovornum [...] og eg haldi meg til tað, sum er veruleikin, segði Jákup Mikkelsen. Veruleikin er tann, at Jákup Mikkelsen allan gjár ferðaðist heim til Molde, har hann roknaði við at koma til hús klokkan hálvgum níggju
tær tríggjar ferðirnar í heyst verið Jóhannis Joensen og Hans Fróði Hansen. Jóhannis spældi eina løtu fyri Pól Thorsteinsson ímóti Litava, meðan Hans Fróði Hansen enn ikki hevur verið á vøllinum í hesi EM [...] Andrew av Fløtum slapp væl, tá hann ? eftir at lítla løtu frammanundan hevði fingið gula kortið ? royndi at stúta bóltin úr hondunum á litaviska málverjanum. Tá kundi hann havt fingið gult kort og harvið [...] at teir verða leikbannaðir, um teir eina ferð afturat síggja gult í hesi kappingini. Talan er um Jákup á Borg og Jens Martin Knudsen, sum sóu gult ímóti Skotlandi á Svangaskarði, og Fróða Benjaminsen og
Mikkelsen og at siga, at teir hildu Jákup á Borg og Andrew av Fløtum spæla væl, so geva teir onkrum av týsku spælarunum gott skoðsmál: ? Ballack var okkara besti maður. Hann hevur megnað at skora í hvussu so [...] Týsklandi, um innskifti Hjalgrím Elttør sjey minuttir undan dystarenda hevði megnað at skorað, tá hann var púra leysur við Oliver Kahn, og bólturin fór í stólpan og út og ikki í stólpan og inn. ? Royndin [...] so er eitt mál í fimm dystum upp í slag, og tað er gott. At Morislav Klose var ovurfegin, tá hann hevði stútað sigursmálið var ikki at undrast á. Hetta var fyrsta málið hjá honum á landsliðnum í 629 minuttir
liðnum, so var Jákup á Borg ein fegin men troyttur maður, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin mikukvøldið. Ferðin Gaman í spældi hann ikki allar 90 minuttirnar, men sjálvur segði hann eftir dystin, at [...] klappaðu at mær, Men útskiftingin var í lagi. Undan hesum hevði Jákup tó enn eina ferð verið maðurin, sum legði upp til eitt føroyskt mál, tá hann sendi bóltin inn av høgra veingi. - Ja, tað sær út til at gerast [...] at upplegg ikki telja við, tá máltindurin verður uppgjørdur. Litava tyngir Eingin ivi er um, at Jákup var fegin um dystin mikukvøldið, men tá takast skuldi samanum, so var tað ikki meira enn hálvt. -
sum akkurát tað sama kundu givið mál, um tað ikki var fyri Jákup. Hann stóð ein ótrúligan dyst, og í øllum førum tað besta, sum eg havi sæð hann. - Hinvegin megnaðu spælararnir at reisa seg aftur, og tað [...] Jógvan Martini nóg mikið. Hann hevur gjørt eitt ótrúliga gott arbeiði hesar dagarnar. Fantastiskir áskoðarar Og áðrenn Henrik Larsen fór víðari til aðrar fjølmiðlar, helt hann, at hann eisini skuldi geva á [...] Týskland-Føroyar Hannover: Hóast hann sjálvandi var bæði fegin og errin um avrikið hjá liði sínum, so glapp eitt lítið »satans« undan varrunum hjá Henrik Larsen, tá hann eftir tíðindafundin við týsku f
1. Jákup Mikkelsen, Molde Skal nakar føroyingur takast framum mikudagin, so má tað verða Jákup Mikkelsen. Við fleiri bjargingum, tá týskarar hóttu við at bumba Føroyar niður, syrgdi hann fyri at varðveita [...] hálvleiki fór møðin spakuliga at vísa seg, men áðrenn hann varð skiftur út, hevði hann fingið allar áskoðararnar at klappa, tá hann mest sum gjørdu tríggjar týskarar fyri skommum við fintum sínum. 10. [...] varðveita spenningin í dystinum. Í seinna hálvleiki var hann fyri tað mesta ímyndin av tryggleika, burtur sæð frá málinum hjá Klose, sum hann lítið og einki fekk gjørt við. Útspørkini vóru sum vant neyv og
støðuna. Eitt var, at hann alla tiðina sást veipa og geyla at spælarum sínum, men hann sendi eisini Oliver Neuville at hita upp. Hann var annars ivasamur undan dystinum, tí hann hevði ein minni skaða, [...] og stakk frameftir til Jákup á Borg. Jákup hevði Frings beint eftir sær, men megnaði kortini at smekka innfyri, og í dysti við Andrew var Arne Friedrich somikið óheppin, at hann beindi bóltin inn um heimsins [...] bert tveimum minuttum gjørdist hann enn meira veruleikakendur. Ballack snittaði eitt innlegg fram til Jancker, sum var um at renna føroysku verjuna av, tá Óli skræddi hann um koll. Brotsspark til Týskland