Týskland-Føroyar
Jákup Mikkelsen var framúr á Niedersachsen stadion mikukvøldið. Avrikið hjá honum á landsliðnum kann sammetast við fyri fýra árum síðani, tá hann helt málið reint í Litava. Hesa ferð var tað á útivølli ímóti týska fótbóltsrisanum, og tað vakti ans, at føroyingar høvdu so góðan málverja:
? Mikkelsen var ein klassamálverji. At Jancker, Klose og Ballack ikki skoraðu, tá teir vóru púra leysir, kunnu føroyingarnir takka væl upplagda málverjanum fyri, verður tikið til í týskum fjølmiðlum, sum eisini vita at siga sínum lesarum, at føroyski málverjin situr á beinkinum í Molde.
Størsta týska dagblaðið, Bild, gav øllum, sum vóru á vøllinum mikukvøldið skoðsmál. Eitt talið, sum stendur fyri avrik í heimsflokki, fekk eingin. Einasti spælarin, sum varð mettur til eitt tvey tal, var Jákup Mikkelsen. Trý talið fingu Jákup á Borg, Andrew av Fløtum, Oliver Kahn og Michael Ballask.
At størsta týska dagblaðið heldur, at føroyski málverjin stóð fyri besta avrikinum, átti at fingið onkran ábyrgdarmann í europeiskum feløgum at vakna og so at sett seg í samband við Molde fyri at frætta, hvør prísurin er á føroyska landsliðsmðalverjanum.
Men Jákup Mikkelsen er ein realistiskur maður. Sjálvandi hevði hann verið áhugaður, um eitt gott tilboð hevði komið onkra staðni frá. Treytin fyri at hann skuldi tikið av einum sovornum møguligum tilboði hevði ivaleyst verið, at Molde fekk endurgjald fyri árið, sum er eftir av sáttmálaskeiðnum.
? Men eg havi einki hoyrt um nakað áhuga felag, og eg haldi meg til tað, sum er veruleikin, segði Jákup Mikkelsen.
Veruleikin er tann, at Jákup Mikkelsen allan gjár ferðaðist heim til Molde, har hann roknaði við at koma til hús klokkan hálvgum níggju í gjárkvøldið. Og um einki hendir, sum ikki hevur verið á skránni, so bendir alt á, at Jákup Mikkelsen í Hannover setti punktum fyri hetta kappingarárið.
? 2. lið hjá Molde skal spæla leygardagin. 1. lið skal spæla á útivølli sunnudagin. Vit fara avstað leygardagin, so eg rokni við, at eg havi spælt síðsta dystin í hesum kalendaraárinum. Í november hava vit vetrarfrí, og í desember skulu vit venja tríggjar vikur, áðrenn vit fara í stutta jólafrítíð og so í januar av álvara fara undir fyrireikingarnar til nýtt kappingarár, sigur Jákup Mikkelsen, sum í viðførinum í gjár hevði gávuna, sum hann hevði lovað sjey ára gamla soninum, Poul Nolsøe, áðrenn hann fór avstað.
? Eg lovaði honum, at hann skuldi fáa málmanstroyggjuna hjá Oliver Kahn, tá eg kom til hús, og vit báðir býttu um troyggjur eftir dystarenda, so Poul Nolsøe fær ta troyggjuna.
Men ert tú áhugaður í at sleppa aðra staðni at spæla?
? Eftir at hava spælt ímóti týsku heimsstjørnunum er tað ikki serliga hugaligt at eiga kjansin á bonkinum hjá Molde. Um eitt spennandi tilboð kom úr Danmark ella onkra aðra staðni frá, so hevði eg sjálvandi umhugsað tað.
Hondbóltsnitt
Fyrsta ferðin Jákup Mikkelsen fekk fatur á bóltinum mikukvøldið var, tá hann fór í meskarnar eftir honum, tá Michael Ballack hevði sent brotssparkið í netið.
? Hatta var ein ræðulig byrjan. Eg tók kjansin og tveitti meg annan vegin, og hann setti bóltin í hitt borðið. Men so haldi eg, at tað gekk væl. Fyrstu løtuna hevði eg nógv at gera, men soleiðis var tað ikki alla tíðina. Tað syrgdu liðfelagarnir hjá mær fyri.
Tað var ikki frítt, at tað sást, at tú hevur verið málverji í hondbólti?
? Tú hugsar um Jancker, sum eg akkurát fekk uppum, og tá skotið hjá Ballack varð bent í stólpan. Tá haldi eg, at eg eisini var heppin, men tað skal eisini til, sigur Jákup Mikkelsen, sum heldur, at føroyska liðið onkra ferðina hevur spælt betri, enn tað gjørdi mikukvøldið:
? Tá ið vit vóru á veg av vøllinum spurdu týsku tíðindamenninir, um hetta ikki var besta avrikið hjá føroyska liðnum nakrantíð. Eg svaraði, at tað helt eg ikki, men at tað var satt, at hetta var hægst styrkismetta fótbóltsliðið, sum vit nakrantíð høvdu spælt ímóti. Mett yvir allar 90 minuttirnar, so haldi eg, at okkara lið spældi betri á Svangaskarði ímóti Skotlandi, sigur Jákup Mikkelsen, sum mikukvøldið vísti avrik í europeiskum fyrsta flokki.
Um tað var nóg mikið fyri at sleppa av við bonkarkjansin í Molde og í staðin at sleppa í málið í onkrum europeiskum felag, fer bara tíðin at vísa.