Tað gongst striltið at fáa greiðu á, um EB/Streymur skal halda fram í bestu deildini, ella um B71 skal flyta upp aftur í 1. deild.
Avgerðin skuldi havt verið fallin á Sandi týskvøldið. B71 vann 1?0. Málið skoraði miðvallarin í vinstru, Símun Hansen, tá seinna umfarið var eitt korter gamalt. Tað var rættuliga undirhaldandi og ferðmikið. EB/Streymur hevði í 1. hálvleiki tveir møguleikar at skora avgerandi malið á útivølli, men Valdemar í B71 málinum var sera kringur. Í 2. hálvleiki var B71 omaná, og tá kundu teir havt fingið fleiri mál enn tað, sum teir skoraðu.
Úrslitið var nett tað sama, sum tá EB/Streymur sunnudagin vann á heimavølli. So stóð á jøvnum 1?1. Reglurnar siga, at tá skal spælast tvær ferðir fimtan minuttir longd leiktíð. Men dómarin, Oddmar Andreasen, metti ikki, at umstøður vóru til fótbóltsspæl. Tað var vorðið ov myrkt klokkan sjey, og so fór hvør til sín, uttan at teir vistu, hvør fór at spæla í 1. og 2. deild.
? EB/Streymur hevur myrkar búnar, og hjálpardómararnir høvdu ilt við at meta um rangstøður. Sjálvur hevði eg trupulleikar at síggja klokkuna, uttan tá ið eg fór út undir ljósmastrarnar. Men áðrenn eg blásti av, tosaði eg við báðar liðformenninar. Um teir báðir høvdu verið sinnaðir at halda fram undir umstøðunum, sum vóru, so høvdu vit ikki sett okkum ímóti tí. B71 vildi halda fram, men EB/Streymur segði nei, og so blásti eg dystin av, sigur Oddmar Andreasen, sum leggur afturat, at fótbóltsspælið var gott, og at alt gekk heiðurliga fyri seg á vøllinum, sjálvt um so nógv stóð upp á spæl.
Kappingarnevndin hjá FSF viðgjørdi málið á fundi í Hannover fyrrapartin í gjár. Har varð gjørt av, at nýggjur dystur skal spælast á Sandi í dag klokkan 16. Harvið slepst undan myrkaspælið, sjálvt um tað skuldi komið har til, at tað verður neyðugt við longdari leiktíð og kanska brotssparkskapping.
At nýggjur dystur verður spældur hevur við sær, at EB/Streymur við dystarbyrjan samanlagt verður á odda 1?0. Støðan er tann sama, sum hon var, tá dómarin blásti illveðursdystin á Toftum millum B68 og B36 av fyrr í heyst.
Tað ber ikki til at bíða inntil vikuskiftið við dystinum. Eitt er, at bæði í B71 og EB/Streymi eru útlendskir spælarar, sum trippa eftir at sleppa til hús. Teir ferðaseðlarnar ber tað kanska til at broyta. Men tað ber ikki til at broyta altjóða fótbóltsskránna. U?19 landsliðið fer av landinum leygardagin, og tá vera tveir spælarar hjá EB/Streymi, Marni Djurhuus og Hans Pauli Samuelsen, við í ferðalagnum.
Tikið uppaftur
Karl Vidtfeldt, formaður í kappingarnevndini, heldur tað vera sera óheppið, at tað verður neyðugt at spæla nýggjan dyst. Men tá dómarin týsdagin metti, at umstøðurnar ikki vóru nóg góðar at halda fram, so er sambært reglunum einki annað at gera, enn at byrja dystin av nýggjum á Sandi.
Karl Vidtfeldt sigur, at møguleikin at nýta regluna, sum ber møguleika í sær bara at spæla ein dyst á uttanveltaðum vølli, varð nevndur. Sandoyingar høvdu einki ímóti tí, meðan teir í EB/Streymi vóru meiri ivasamir, og so helt FSF seg til tveir dystir.
? B71 hevði á aðalfundinum uppskot frammi um at broyta regluna fyri endaumfarið, soleiðis at bara ein dystur skuldi spælast. Teir komu við uppskotinum, eftir at B71 og Skála síðsta heyst høvdu spælt endaumfar. Tá hildu allir, at tað ver óheppið, at fótbóltsárið varð longt tvær vikur. Uppskotið vann ikki frama. Nú hevði tað ikki undrað meg, um uppskotið at broyta regluna fyri endaumfarið kom aftur fyri aðalfundin. So verður tað upp til feløgini at gera av, hvussu tað skal vera í framtíðini, sigur Karl Vidtfeldt úr Týsklandi.
ENDAUMFAR
B71-EB/Streymur 1-0 (0-0)
1-0: Símun Hansen, 59.
Dómari: Oddmar Andreasen
B71: Valdemar Nowicki ? Ernst Løkjá, Páll á Reynatúgvu, Slawomir Radziemski ? Arunas Mika, Krzystof Radziemski, Sverrir Kjærbo, Eli Hentze, Kári Sørensen (Jógvan Jón Petersen, 56.), Símun Hansen ? Jónsvein Thomsen
Gul kort: Eli Hentze, 9. og Slawomir Radziemski, 34.
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Hallur Jacobsen (Bárður Olsen, 80.), Andrzey Pacek, Esmar Eiðisgarð, Eyðfinn Joensen ? Hans Pauli Samuelsen (Vinjard Dam, 60.), Ronnie Samuelsen, Jákup Martin Joensen, Marni Djurhuus ? Sorin Anghel, Jón Sigurd Gleðisheygg (Christian Carlsson, 70.)