1. Jákup Mikkelsen, Molde
Skal nakar føroyingur takast framum mikudagin, so má tað verða Jákup Mikkelsen. Við fleiri bjargingum, tá týskarar hóttu við at bumba Føroyar niður, syrgdi hann fyri at varðveita spenningin í dystinum. Í seinna hálvleiki var hann fyri tað mesta ímyndin av tryggleika, burtur sæð frá málinum hjá Klose, sum hann lítið og einki fekk gjørt við. Útspørkini vóru sum vant neyv og long, so alt í alt mundi talan vera um ein av allarbestu landsdystum hansara, og tað sigur ikki so lítið.
2. Óli Johannesen, TB
Var sum vant partur av føroysku miðverjuni, men í mun til so nógvar aðrar ferðir, so var myndugleikin ikki hin sami sjálvsagdi frá fyrsta bríksli. Kundi møguliga fingið reytt kort, tá hann togaði krútsterka Jancker niður, og hetta merkti hann kanska eisini fyrstu løtuna. Spældi seg tó væl upp, og sást enntá í einum trimum førum fara fram at hótta mótstøðumálið, umframt at hann í seinna hálvleiki var krumtappurin í eini væl virkandi verju.
3. Jens Kristian Hansen, B36
Hevði í fyrra hálvleiki stórar trupulleikar av sera driblisterka og bólttrygga Bernd Schneider, sum fleiri ferðir slapp oman at baklinjuni. Ótryggleikin var helst eisini viðvirkandi til, at Jens Kristian í fyrra hálvleiki hevði fleiri óneyðug bólttap, men eins og restin av liðnum spældi hann seg væl upp í seinna hálvleiki, har hann fleiri ferðir ferðaðist framvið í borðinum, soleiðis at føroyska vongspælið fekst at rigga.
4. Pól Thorsteinsson, NSÍ
Hevði eins og hinir í verjuni stórar trupulleikar, tá týskarar royndu at spæla djúpt í borðini fyrsta hálva tíman. Tóktist fleiri ferðir hava plaseringstrupulleikar, sum tó í stóran mun vórðu uppvigaðir av skjótaleika hansara. Í seinna hálvleiki reistist hann saman við restini av liðnum, og hóast Schneider tá flutti yvir í hansara borð, so tóktist vágbingurin at hava tak á heilt nógvum, sum fyrifórst.
5. Jón Rói Jacobsen, HB
Ótrúligt at hann enn spælir í Føroyum. Hevði sjálvandi eins og verjufelagarnir trupulleikar av ikki minst Jancker, men tað høvdu flestu verjuleikarar í Europa helst havt. Megnaði ferð eftir ferð at bróta týska spælið við at møta bóltinum, og eins og Óli var hann onkra ferðina somikið frígjørdur, at hann slapp sær við fram í álop, tó at ein skeiv sending tað einu ferðina mundi kostað mál. Spældi í seinna hálvleiki mest sum feilfrítt, og hevur longu nú lagt eitt sera høgt støði fyri framtíðar landsdystir sínar.
6. Øssur Hansen, B68
Í sínum kanska seinasta landsdysti slapp Øssur at royna seg móti sínum higartil størstu mótstøðumonnum, og eins og restin av liðnum slapp hann hampuliga væl frá tí. Var kanska ikki so eyðsýndur í fyrra hálvleiki, men dugdi væl at koma framvið, tá kjansir skuldu skapast. Í seinna tók hann ein nógv meira aktiva lut í spælinum inni á vøllinum, har hann hjálpti til hjá Julian og Fróða, soleiðis at miðvøllurin fekk betri tak á, og tó at hetta skerdi møguleikarnar at arbeiða frameftir, so megnaði hann framhaldandi at halda breiddina í spælinum, soleiðis at uppgávan hjá týskarum ikki gjørdist ov torfør.
7. Fróði Benjaminsen, B68
Hevði nakað at prógvað eftir Litava-dystin, og tað gjørdi hann so sanniliga eisini. Serstakliga í fyrra hálvleiki var hann partur í nógvum av tí, sum føroyingar sýndu. Dugir at søkja bóltin og spjaða spælið sum fáur, og vinnur hartil eitt hav av bóltum. Hevur hartil tann góða eginleika, at hann at kalla ikki kann imponerast av nøkrum, og nervar tað hann tí ikki, hvør mótstøðumaðurin er. Byrjaði eisini seinna hálvleik væl, men at enda tóktist møðin at hava sett síni spor, soleiðis at fetini vórðu dekan ov tung.
8. Julian Johnsson, B36
Hevði eins og Fróði nakað at prógva, og eins og miðvallarfelagin stóð Julian royndina. Her var tað tann góði gamli Julian, sum fekk fatur í einum ótali av bóltum, og hartil slapp hann sær í mongum førum sera skilagott av við aftur kúluna, soleiðis at vit varðveittu spælið í egnari røð. Hevði eisini fleiri langar rennitúrar bæði fram- og aftureftir, soleiðis at mótstøðumenninir ongan tíð kundu kenna seg heilt tryggar.
9. Jákup á Borg, B36
Høgru miðvallarin á føroyska landsliðnum má nú spakuliga teljat millum teir fáu, sum hava innlegg í Beckham-flokkinum. Í øllum førum var hann aftur hesa ferð upphavsmaður til føroyskt mál, men hartil gjørdi hann so nógv annað. Arbeiddi væl í báðar ættir, soleiðis at Frings ikki fekk frið at gera nakað sum helst, og tað í sjálvum sær vitnar um klassa. Í seinna hálvleiki fór møðin spakuliga at vísa seg, men áðrenn hann varð skiftur út, hevði hann fingið allar áskoðararnar at klappa, tá hann mest sum gjørdu tríggjar týskarar fyri skommum við fintum sínum.
10. John Petersen, B36
Føroyski toppskjúttin var ikki so nær við málið hesaferð, men hann tók lut í nógvum øðrum av tí, sum fyrifórst á vøllinum. Arbeiddi sera nógv, tá týska uppspælið skuldi órógvast, og var eisini millumstøð í teimum báðum mest vandamiklu føroysku álopsroyndunum. Hevði hartil dirvi og evni til at taka ímóti bóltinum og yvirhøvur at royna at fáa føroyska spælið at rigga.
11. Andrew av Fløtum, HB
Vísti seg frá fyrsta bríksli at vera minst líka væl tendraður, sum tá hann kom á vøllin í Kaunas. Arbeiddi sum ein hestur, og royndi fleiri ferðir at bjóða týsku verjuni av, tá møguleikin beyðst, og hevði eisini einstakar skotroyndir, harav tann eina var nóg so frek. Var harumframt eisini beinleiðis atvoldin til týska sjálvmálið, og staðfesti yvirhøvur sítt kandidatur til eitt pláss í byrjunaruppstillingini. Varð skiftur út nakað fyri leiklok, tá ógvusliga renniarbeiðið hevði sett síni spor, og tað var so einki forgjørt í tí.
14. Helgi L. Petersen, NSÍ
Fekk seinastu løtuna á vøllinum sum innskiftari fyri John Petersen, men tíðin á vøllinum var tó ov stutt til, at avrikið veruliga kann metast.
15. Christian Høgni Jacobsen, Vejle
Kom á vøllin fyri Andrew av Fløtum, men hesa ferð spoældi hann á høgra miðvøllinum. Ein avgerð, sum als ikki sá so galin út, tí fyri tað mesta hevði Christian Høgni tamarhald á tí, sum hendi kring seg, og tó at tíðin var stutt, so gav hann eitt positivt inntrykk.
18. Hjalgrím Elttør, KÍ
Var ikki so leingi á vøllinum, og spældi enntá tvey pláss hesa løtuna, so avrikið er helst uttan fyri meting. Men, men, men. Hann hevði møguleikan at geva týskarum meira enn ein vanliga stóran hvøkk, men stólpin bjargaði tó fyri Kahn.