Týskland-Føroyar
Hannover: Hóast hann sjálvandi var bæði fegin og errin um avrikið hjá liði sínum, so glapp eitt lítið »satans« undan varrunum hjá Henrik Larsen, tá hann eftir tíðindafundin við týsku fjølmiðlunum togaði føroysku tíðindafólkini til síðis, so vit í friði og náðum kundu skifta nøkur orð um dystin. ARD, DSF og aðrar stórar týskar støðir vórðu vinarliga biðin um at bíða, tí nú ætlaði hann sær fyrst at tosa við føroysku pressuna.
Duga at spæla fótbólt
Spurdur, hvussu tað kendist, at standa við róðrið, nú føroyskur fótbóltur hevði fingið sítt kanska besta úrslit nakrantíð, segði landsliðsvenjarin, at hetta var ikki tað besta.
- So skuldu vit havt javnað til 2-2, men hóast tað ikki eydnaðist, so eri eg ótrúliga errin av leikarunum.
- Vit vístu verðini, at vit eisini duga at spæla fótbólt. Ikki bert verjufótbólt, men eisini fram eftir vøllinum, og at gera tað ímóti Týsklandi er eitt einastandandi flott avrik frá hvørjum einasta leikara á liðnum.
Undan dystinum hevði eitt nú fyrrverandi stórleikarin, Karl Heinz Rumenigge, sagt, at talan mátti verða um ein sigur til týskarar upp á seks til átta mál. Spurdur, hvørt hann hevði nýtt hetta sum ein motivatiónsfaktor hjá liðnum, segði Henrik, at tað hevði hann ikki.
- Soleiðis er tað altíð, tá hasar stóru kanónirnar úttala seg. Eg tók mær so ikki stórvegis av tí, men tað var deiligt at gera orðum hansara fyri skommum. Tað er púrasta víst.
Málið ein fyrimunur
Tá týska málið kom eftir bert trimum minuttum, vóru tað helst mong, sum óttaðust eitt rættiligt sorl. Soleiðis gekst tó ikki, og spurningurin er kanska, um tað ikki var ein fyrimunur fyri føroyingar, tí hetta kanska doyvdi týska trýstið eitt sindur.
- Tað kann gott vera, at nakað er um tað, men vit skulu nú ikki gloyma, at teir eisini í løtunum eftir málið hava fleiri góðar møguleikar, sum akkurát tað sama kundu givið mál, um tað ikki var fyri Jákup. Hann stóð ein ótrúligan dyst, og í øllum førum tað besta, sum eg havi sæð hann.
- Hinvegin megnaðu spælararnir at reisa seg aftur, og tað hongur nokk saman við tí, sum vit tosaðu um áðrenn dystin. At vit allir skuldu taka hetta sum eina stóra uppliving, sum vit kanska bara fáa einaferð. Allir vóru samdir um, at líkamikið hvussu leikur fór, so skuldu vit stríðast til tað allar seinasta, og tað gjørdu vit so sanniliga eisini.
Rósti hjálparvenjaranum
Í mun til dystin leygardagin í Kaunas, so var nærum talan um eina kollvelting í føroyska spælinum. Sprudur, hvørt tað var á nøkrum serligum økjum, eitt nú tí sálarliga, at arbeitt hevði verið við leikarunum, segði Henrik Larsen, at sálarligi parturin var minsti trupulleikin.
- Tað nýtist ikki at seta leikararnar upp til ein slíkan dyst. Ert tú ikki uppsettur tá tú møtir Týsklandi, so verður tú tað ongantíð. Hinvegin arbeiddu vit nógv við bæði verjuskipan og uppspæli, og her haldi eg ikki, at eg kann rósa Jógvan Martini nóg mikið. Hann hevur gjørt eitt ótrúliga gott arbeiði hesar dagarnar.
Fantastiskir áskoðarar
Og áðrenn Henrik Larsen fór víðari til aðrar fjølmiðlar, helt hann, at hann eisini skuldi geva áskoðarunum eina tøkk.
- Eg má leggja afturat, at áskoðararnir so sanniliga eisini stríddust til tað seinasta. Tað var heilt fantastiskt at hoyra, hvussu væl teir stuðlaðu okkum. Hata var veruliga nakað, sum lyfti liðið, og tað eri eg ótrúliga fegin um, segði Henrik Larsen at enda.