einsamallan á toppinum, men Magna og Zdzislaw sum sera álopssinnaðar miðvalarar, og hjá B36 vóru John Petersen og Jákup á Borg aftur settir saman í álopinum, eftir at teir annars upp á skift hava verið á miðvøllinum [...] Kenneth Jacobsen, Din Sandu, Klæmint Matras, Magni á Lakjuni ? John Petersen, Jákup á Borg GÍ: Hallur Hansen ? Hans Pauli Petersen, Bartal Eliasen, Pól Ennigarð, Leivur Hansen ? Jóan Pauli Olsen, Sámal [...] var komin niðan. Ein avleiðing var so, at skipaða spælið á miðvøllinum var mest sum burtur, tí hesin oftani varð lopin um, og tá bólturin var á miðjuni, var talan oftani um harðar nærdystir um bóltar,
2. deild ÍF vóru favorittar, tá HB kom norður á vitjan leygardagin. Fuglfirðingarnir høvdu eftir eina laka byrjan upp á kappingarárið fingið veruligt glið á seinu umførini, og hinvegin hevur alla tíðina [...] Teir høvdu í eina góða løtu trýst á HB málið, og var tað ikki fyri Kaj Leo Joahnnesen, sum hendan dagin var vikarur fyri Pól Næss Joensen, sum var við fyrsta liðnum á Eiði, so høvdu teir helst eisini havt [...] var sjálvandi sigurin á FS Vágum, men annars hevur verið ógvuliga soltið. ÍF trýsti Tað vóru eisini fugfirðingar, sum alt fyri eitt løgdu bragdligari fyri. Spælið varð trýst niðan á HB hálvuna, og mest sum
B36, so spældu teir seg í finaluna í steypakappingini, og á stevnuni vunnu teir stórsigur á TB. Skal nakað telja á keðiligu síðuna hjá NSÍ, so má tað vera, at skaðalistin gjørdist eitt sindur longri aftur [...] sunnudagin vann NSÍ stórsigur og varðveitti harvið trýstið á HB í kappingini um oddasessin. TB tóktist hava givið skarvin yvir, áðrenn teir komu á vøllin. Teir royndu at flyta bóltin ímillum sín, uttan at [...] teir ikki megnaðu at spæla seg úr verjustøðuni og fram á vøllin. Fyri NSÍ hevur síðsta stóra vikan verið framúr. Eftir javnleikin í torføra útidystinum á Svangaskarði, fingu teir fult í Gundadali ímóti B36
um vit brúka kappróðrarmyndina upp á seinnu hálvfinaluna á grasinum í dýrdarveðrinum hóskvøldið, so róðu liðini borð um borð fyrstu smáu fimmti minuttirnar. So kom hol á, og so var tað sera hendingarríkt [...] tað var stórur spenningur í. Báðir partar løgdu størstan dentin á at verja og at ansa eftir, at mótparturin ikki fekk fyrimunin av at koma á odda, og persónligu mistøkini vóru nógv. Uppløgdu málmøguleikarnir [...] gera. Sonni L. Petersen skoraði til 2?0 úr 20 metrum. Hann fekk tak á eftir langa sending, sneiddi framvið einum og fangaði málverjan á skeiva beininum. Royndin var ikki serliga sannførandi, men bólturin
so alt í alt mundu tað vera teir á heimaliðnum, sum høvdu favoritt-heitið á sær, tá farið varð á vøllin. Umskipanir Fyrstu løtuna av dystinum leikaði so hampuliga javnt á. B36, sum hevði ein fullkomuliga [...] temjingina var Helgi L. Petersen sum eitt fok á honum og fekk prikað bóltin til lítla-beiggjan í álopinum. Sonni streyk frá B36-verjuni, sum var á veg niðan á vøllin og tí ikki var serliga skipað, og Óli [...] tamarhald á restina av dystinum. Men tað gjørdu teir ikki. Framvegis ætlaðu teir at dúva upp á verjuna og so kvik mótálop, men seinasta hálva tíman fullu teir í longum løtum alt ov langt aftur á vøllin,
deyðbóltsstøður frá gøtumonnunum koppaðu tó øllum á høvdið. Bert fimm minuttir eftir leislumálið, var Sámal Joensen fyrstur á, tá horna varð sent innfyri, og so stóð á jøvnum, og tá Bartal Eliasen drønstútaði eftir [...] seta ferð á niðaneftir. Og hóast úrslitini ikki hava verið eftir vild hvørja ferð, so er GÍ á ongna hátt siglt afturúr í kappingini. Fýra stig eru upp til oddaliðið, men við 12 dystum eftir á skránni, nýtist [...] pørtunum. Ferðin kom upp Og leikararnir á báðum liðum løgdu eisini alt fyri eitt til brots, sum um einki annað enn sigurin taldi. Leikferðin varð beinan vegin á slíkum støði, sum liðini bæði í alt ov lítlan
brast í nærra stólpan. Og so var tað brotssparkið. B68 spælararnir vístu á, at málverjin hevði fingið fatur á flata innlegginum frá Pól Thorsteinsson, áðrenn Óli Hansen fór um koll, men dómarin og linjuverjin [...] takk fyri brotssparksdómin. Í somu løtu varð á miðstrikuni víst, at tríggir minuttir vóru eftir. B68 trýsti á naglan, men eftir óstortligan samanbrest úti á vøllinum bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð. [...] Fótbóltur Lokaluppgerðin á Skálafjørðinum er ikki tað, sum hon plagdi at vera. Tað var niðurstøðan, tá fyrra umfarið í summarveðrinum á Svangaskarði mikukvøldið var av. Og fyrsta korterið av seinna umfarinum
var Óli Hansen fyrstur á Runavíkingar hildu á fram at trýsta spælið oman á Skála hálvuna, og tað stóð leingi heilt nógv á hjá Skála, áðrenn NSÍ fimm minuttir fyri steðgin legði seg á odda. Bólturin varð sendur [...] mundi tað kennast sum vátur vøttur, tá Skála miðskeiðis í hálvleikinum legði seg á odda. Pauli Hansen, sum er sjálvsagdur fúsur á miðvøllinum hjá Skála sendi bóltin inn um verjuna til Alexandur Johansen, og [...] Málið gjørdi sjálvandi, at fortreytirnar hjá Skála at dúva upp á verjufótbólt og kontraálop gjørdust enn betri, og teir tóku seg alt longri aftur á vøllin í royndunum at verja fyri. Hetta hevði so eisini við
at vísa. GÍ legði sum væntað trýst á útiliðið. Spælið gekk gott fyrstu løtuna, og komu gøtumenn eisini fram til onkrar hálvar málmøguleikar. Tvøramenn lógu aftarlaga á vøllinum, og sjálvt um teir sluppu [...] meir um at varðveita leiðsluna, og lógu tí ikki so langt frammi á vøllinum, men bíðaðu eftir at TB skuldi koma fram. Og tvøramenn komu fram á vøllin, og hetta gav sum verða man mótálop til GÍ. Súni Olsen [...] koma nøkur stig á kontoina. Dysturin í tølum: GÍ-TB 2-0(1-0) 1-0: Bartal Eliassen 2-0: Sámal Joensen Dómari: Eiler Rasmussen GÍ: Hallur Hansen ? Hans Pauli Petersen, Bartal Eliasen, Pól Ennigarð, Leivur
teir ikki liggja aftarlaga á vøllinum og lúra. Miðvallararnir byrgja fyri frammarlaga á vøllinum, og møguleikin lúrir alla tíðina fyri, at teir skulu koma ímillum frammarlaga á vøllinum, og at Sorin Anghel [...] einsamallur á toppinum hjá EB/Streymi, og so stuðlaðu Teitur Joensen og Hans Pauli Samuelsen hvør sínu megin. Hjá NSÍ var Djóni N. Joensen aftur í miðverjuni, meðan Pól Thorsteinsson var á vongverjanum [...] kundi seta bóltin í málið aftanfyri Gunnar á Steig. Seinna umfarið var knappliga tjúgu minuttir gamalt, tá EB/Streymur javnaði. Teitur Joensen hevði bóltin á baklinjuni úti við brotsteigarmarkið, men ólukkutíð