Tað kundi ikki hilnast betri á stevnuni

NSÍ-TB 5-1 (3-0):
Spurningurin í Runavík var bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða ímóti tvørámonnum, sum einki høvdu at bjóða uppá

Fótbóltur

Ítróttarliga kundi Skálafjarðarstevnan ikki spæla betri av fyri vertirnar, enn hon gjørdi. Leygardagin vann Eysturoyingur kappróðurin (tað venda vit aftur til í blaðnum í morgin), og sunnudagin vann NSÍ stórsigur og varðveitti harvið trýstið á HB í kappingini um oddasessin.
TB tóktist hava givið skarvin yvir, áðrenn teir komu á vøllin. Teir royndu at flyta bóltin ímillum sín, uttan at teir kortini tóktust hava nakra álopsætlan, ella var tað heldur soleiðis, at teir ikki megnaðu at spæla seg úr verjustøðuni og fram á vøllin.
Fyri NSÍ hevur síðsta stóra vikan verið framúr. Eftir javnleikin í torføra útidystinum á Svangaskarði, fingu teir fult í Gundadali ímóti B36, so spældu teir seg í finaluna í steypakappingini, og á stevnuni vunnu teir stórsigur á TB.
Skal nakað telja á keðiligu síðuna hjá NSÍ, so má tað vera, at skaðalistin gjørdist eitt sindur longri aftur. Djóni N. Joensen var ikki við hesa ferð, Brynjolvur Nielsen fór tíðliga út av høgra vongverjanum, og Kári Hansen, sum fekk ein snudd seint í 1. hálvleiki, kom ikki á vøllin aftur eftir hvíldina.
Christian Høgni Jacobsen er í heimbygdini, har hann roynir at fáa dystarvenjing, áðrenn hann fer aftur til Vejle. Men tað gongst illa hjá landsliðsmanninum at sleppa upp í part í álopinum. Sonni L. Petersen og Óli Hansen hava skorað fleiri mál síðstu tíðina. Hóskvøldið var Christian Høgni vongverji í vinstru, og hesa ferð loysti hann Brynjolv Nielsen av sum vongverji í høgru.

Málini
Fyrsta málið kom, tá tíggju minuttir vóru spældir. Christian Høgni Jacobsen sendi í stólpan aftanfyri Lars Müller, sum var besti TB spælarin og hevði fleiri góðar bjargingar, og Helgi L. Petersen var fyrstur á returinum, sum hann setti innaru síðuna undir.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki økti Sonni L. Petersen við góðum skoti úr brotsteiginum, og minuttin aftaná var tað miðvallarin í høgru, Gert Langgaard, sum sendi úr brotsteiginum og í málið, eftir at hann hevði sneitt seg leysan.
Hóast NSÍ hevði stóra yvirvág og nógvar hálvar møguleikar og størri møguleikar enn tað, so bíðaði fjórða málið, inntil tað restaðu tjúgu minuttir. Sjúrður Jacobsen, sum eftir leikbannið í miðviku steypadystinum á Toftum, aftur var á vongverjanum í vinstru, legði innfyri, Sonni L. Petersen snittaði við høvdinum til eldra beiggjan, og Helgi takkaði fyri. Eftir at hann var farin framvið einum skoraði hann til 4?0.
Síðsta NSÍ málið átti Sjúrður Jacobsen. Hesa ferð var hann púra tryggur úr ellivu metrum.
TB slapp at pynta um í evstu løtu. Eftir hornasparksinnlegg úr høgru setti aftasti verjumaðurin Vladimir Matijivic fótin undir bóltin, sum fór inn um strikuna aftanfyri NSÍ liðformannin, Jens Martin Kndusen. Hann hevði annars verið mest sum arbeiðsleysur.

Dysturin í tølum:
NSÍ-TB 5-1 (3-0)
1-0: Helgi L. Petersen, 11
2-0: Sonni L. Petersen, 15
3-0: Gert Langgard, 26
4-0: Helgi L. Petersen, 70
5-0: Sjurður Jacobsen (br.), 87
5-1: Vladimir Matijivic, 90
Dómari: Birgir Sondum

NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Brynjolvur Nielsen, Pól Thorsteinsson, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Kári Hansen, Helgi L. Petersen, Jónstein Petersen ? Óli Hansen, Sonni L. Petersen
TB: Lars Müller ? Einar Petersen, Tórður Mortensen, Vladimir Matijivic, Nebosja Urtajl, Rasmus Nolsøe ? Jón Tórður Holm, Bárður Dimon, Olivur Abrahamsen ? Allan Michelsen, Dan Mortensen