Nú kemur GÍ

B36-GÍ 2-3 (1-1):
Gøtumenn komu loksins í gongd, tá teir vitjaðu hjá B36. Talan var ikki um nakran vakran fótbóltsdyst, men eyðkendi stríðsviljin hjá GÍ var til staðar, og tá eru teir vandamiklir hjá øllum liðum

Fótbóltur

Úrslitini hjá GÍ hetta kappingarárið kunnu als ikki sammetast við tey, sum liðið vanliga fær, og hetta kundi eisini lesast av stigatalvuni undan dystinum móti B36.
B36 hevur tó heldur ikki fingið nær námind so nógv burtur úr árinum, sum teir høvdu ætlað sær, og serstakliga hevur tað kiksað á heimavølli, so tað vóru í øllum førum útlit fyri einum spennandi dysti, har hvørgin parturi hevði ráð at missa eitt einasta fet, tá liðini brustu saman sunnudagin.

Miðvøllurin lopin um
At hvørgin parturin hevði ráð at missa, merkti kanska eisini spælið eitt sindur fyrstu tíðina. Hvørgin av verjunum hevur verið eins trygg og vanligt higartil í ár, og tí tóktist sjálv spæliætlanin hjá liðunum eisini at vera púrasta greið. Tað ráddi um skjótt at flyta bóltin niðan, soleiðis at møguleikarnir fyri kostnaðarmiklum mistøkum var burtur, og so royna at skapa okkurt, tá bólturin var komin niðan.
Ein avleiðing var so, at skipaða spælið á miðvøllinum var mest sum burtur, tí hesin oftani varð lopin um, og tá bólturin var á miðjuni, var talan oftani um harðar nærdystir um bóltar, sum vórðu stútaðir út frá aftur verjunum.
Fyri at fáa sum mest burturúr tilvildarligu møguleikunum, sum ofta íkoma, tá spælt verður soleiðis, høvdu venjararnir báðir eisini umskipað liðini nakað. GÍ hevði sum bert Súna Fríða einsamallan á toppinum, men Magna og Zdzislaw sum sera álopssinnaðar miðvalarar, og hjá B36 vóru John Petersen og Jákup á Borg aftur settir saman í álopinum, eftir at teir annars upp á skift hava verið á miðvøllinum seinastu dystirnar.
Og tað eydnaðist eisini báðum pørtum at fáa nakrar vandafullar møguleikar, tó at hesir í flestu førum komu eftir hildur tilvildarligar støðu. René Tórgarð stórbjargaði tó, tá Súni Olsen tíðliga í dystinum slapp at royna seg eftir klumpspæl, og Hvørki Magni á Lakuni ella Jákup á Borg megnaðu at skora, eftir at teir gjørdist leysir, tá langir bóltar vórðu sendir inn um gøtuverjuna.

Dýrir deyðbóltar
Sum dysturin gekk, so var tað eisini ógvuliga sigandi, at av teimum fimm málunum, komu fýra eftir deyðbóltsstøður.
B36 fekk lagt seg á odda, eftir at teir tíggju minuttir fyri hálvleik høvdu eitt av fleiri hornaspørkum. Eftir eitt sindur av aftur og fram datt bólturin niður fyri føturnar hjá Jens Kristiani Hansen, sum smekkaði til uttan nakran møguleika hjá málverjanum at verja fyri.
Gøtumenn javnaðu tó stutt eftir, tá Súni Olsen sendi fríspark innfyri. Bólturin datt fyrst niður til Súna Fríða, sum sera hegnisliga tamdi til Magni, sum úr stuttari fjarstøðu potaði bóltin inn um vinstra stólpa.
Stutt eftir steðgin var tað B36, sum átti tørn at skora eftir fríspark. Johan Nielsen man tó vera alt annað enn nøgdur um, at leikarar hansara snorksvóvu, tá Klæmint Matras vann fríspark á miðvøllinum. Kenneht Jacobsen var skjótur at senda Bárð Mortansson avstað, og áðrenn gøtumenn reiðuliga høvdu fatað, hvat gekk fyri seg, hevði vongvergin sent innfyri, har Magni á Lakjuni var fyrri enn Hallur á bóltinum.
Men hvørgin parturin tóktist hava lært nakað av øllum hesum deyðbóltsstøðunum. Lítla løtu seinni sendi Súni aftur frispark innfyri. Hesa ferð var Súni Fríði púrasta ódekkaður, og stutt undir málinum kundi hann stýra bóltinum inn, og so stóð aftur á jøvnum.

Ófantaligt
Um hetta mundi var dysturin eisini um at broyta skap. Sum sagt, so hevði talan verið um nógvar og harðar nærdystir, og til tíðir høvdu fleiri av leikarunum flutt seg langt út um tað markið, sum vanliga verður sett, soleiðis at talan í nógvum førum gjørdist um støður, sum rætt og slætt vóru óhóskandi fyri børn.
Hevnisøkurnar á vøllinum vóru nógvar í tali, og við eini harðari linju í dømingini hevði talan helst verið um fleiri kort. Til tíðir var um reppið, at talan gjørdist um veruligan bardaga á vøllinum, og einu ferðina var B36-formaðurin enntá úti á vøllinum at skilja menn sundur.
Og so hendi tað, sum øll mest sum bíðaðu eftir, nevnliga at reyða kortið varð givið onkrum leikara. Orsøkirnar til at geva reytt kort, høvdu longu verið fleiri , men tá Jákup á Borg beint framman fyri dómaranum hevndi seg inn á Magna Jarnskor fyri atgerðir, sum hesin hevði framt, kduni dómarin illa gera annað enn fara í reyvalumman eftir ostaskorpuni. At einir fýra-fimm B36-leikarar royndu at mótmæla hesum var sjálvandi nyttuleyst, og dómurin stóð við.
Við ellivu móti tíggju styrknaðu fortreytirnar hjá fyri at fáa meira enn javnleikin burturúr. Hóast B36 kanska hevði vandamestu royndina at leggja seg á odda, tá John fluktaði á samankomningina, so mundu tað hóast alt vera gøtumenn, sum høvdu flestu álopini í seinna hálvleiki, og seinastu løtuna royndu teir at trýsta fyri at tvinga eina avgerð av dystinum fram.
Og hetta eydnaðist eisini í evstu løtu. Hjálpardómarin vísti, at fýra minuttir vórðu lagdir afturat vanligu tíðini, og hesir pluss tíggju sekund vóru farin, tá GÍ loksins skoraði. Eitt langt álop endaði við innleggi til Bartal Eliasen, sum fekk trýst bóltin fram við bæði verju og málverja, og mest sum á mállinjuni var Hans Pauli Petersen at enda hægstur, soleiðis at hann fekk stútað bóltin í kassan til endaliga úrslitið.

Eru nú væl við
Sum vera man, var frøin á gøtumonnum stór, og úrslitini í hinum dystunum hetta vikuskifti góvu teimum so avgjørt orsøk at gleðast enn meira.
Tapið hjá HB viðførdi, at oddurin ikki fór nakran veg, og nú gøtumenn fingu minkað munin niður í fýra stig, so er kanska als ikki so langt til europeisku plássini, sum tað annars hevur sæð út til.
Tað mundi tó vera ein smeitur, at bæði Magni og Gidek fingu sítt triðja gula kort hetta kappingarárið. Hetta merkir leikbann í komandi dystinum, sum er á Mølini í Eiði, og at hetta ikki er nøkur løtt uppgáva, eru gøtumenn væl kunnaðir um.
B36 misti hinvegin ein gyltan møguleika at leggja seg veruliga út í oddastríðið, og tó at munurin enn bert er fýra stig, so er spurningurin, um B36 ikki longu hevur mist ov nógv. Av teimum 11 stigunum, sum liðið hevur mist í ár, eru tey níggju mist á heimavølli, og sammett við hini oddaliðini er hetta í meira lagi.
At teir so eisini mugu vera Jákup á Borg fyri uttan komandi dystin, sum verðru suðuri í Vági, ger neyvan bjartskygni hjá árstalsfelagnum størri.

Dysturin í tølum
B36-GÍ 2-3 (1-1)
1-0: Jens Kristian Hansen, 34
1-1: Magni Jarnskor, 42
2-1: Magni á Lakjuni, 49
2-2: Súni Fríði Johannesen, 54
2-3: Hans Pauli Petersen, 94
Dómari: Jens Petur Brattalíð. Hevði generelt eina ov veika linju, soleiðis at spælið útviklaði seg til at gerast alt ov hart. Men tað skal tó leggjast afturat, at dómarin fekk millum lítla og onga hjálp frá hjálpardómarunum, sum valla hugdu eftir øðrum enn rangstøðu og innkasti.

B36: René Tórgarð - Arnbjørn Danielsen, Egil Zachariasen, Jens Kristian Hansen ? Bárður Mortansson, Kenneth Jacobsen, Din Sandu, Klæmint Matras, Magni á Lakjuni ? John Petersen, Jákup á Borg
GÍ: Hallur Hansen ? Hans Pauli Petersen, Bartal Eliasen, Pól Ennigarð, Leivur Hansen ? Jóan Pauli Olsen, Sámal Joensen, Súni Olsen ? Magni Jarnskor, Súni Fríði Johannesen, Zdzislaw Janik