Dramatikkur fyri allar pengarnar

B68-NSÍ 1-1 (0-0):
Tá vanliga leiktíðin var liðug, misnýtti NSÍ brotsspark, og dómarin bríkslaði av, áðrenn tíðini, sum hann hevði lagt afturat, var farin

Fótbóltur

Lokaluppgerðin á Skálafjørðinum er ikki tað, sum hon plagdi at vera. Tað var niðurstøðan, tá fyrra umfarið í summarveðrinum á Svangaskarði mikukvøldið var av. Og fyrsta korterið av seinna umfarinum líktist heilt nógv fyrra umfarinum. Men so broyttist intensiteturin og leikgongdin fullkomuliga, og síðsta hálva tíman var alt tað á skránni, sum ikki hevði verið at sæð fyrsta tíman.
Naglin varð trýstur í botn, tá B68 fekk hol á. Eftir stutt horna í høgru frá Øssi Hansen streytk Marlon Jorge at baklinjuni og smekkaði innfyri, har Hans Fróði Hansen var fyrstur og hægstur og drønstútaði ti 1?0.
Í næsta álopinum javnaði NSÍ. Pól Thorsteinsson kastaði langt inn úr høgru, og við nærra stólpan setti Jónstein Petersen krúllin undir bóltin. Toftamenn vóru í øðini. Teir hildu, at Oleif Joensen varð rendur um koll í stríðnum um bóltin, men teir fingu ikki viðhald.
Eftir tey bæði tøttu málini var ferðin høg. NSÍ tóktist lukta møguleikan at fáa sigursmálið. Serliga eftir at Ian Højgaard var skiftur inn, hekk spælið hjá NSÍ betri saman, og teir høvdu tveir gyltar møguleikar at fáa sigursmálið. Í fyrra førinum stútaði Ian Højgaard tvørtur um úr vinstru og til nærra stólpan, har Sonni L. Petersen, stadddur tríggjar metrar úr málinum, setti høvdið undir bóltin, sum brast í nærra stólpan. Og so var tað brotssparkið.
B68 spælararnir vístu á, at málverjin hevði fingið fatur á flata innlegginum frá Pól Thorsteinsson, áðrenn Óli Hansen fór um koll, men dómarin og linjuverjin vóru avgjørdir í, at talan var um ryggskump, sum skuldi sektast úr ellivu metrum.
Nýggi B68 liðformaðurin, Hans Fróði Hansen, sá gult fyri at mótmæla, áðrenn Sjúrður Jacobsen slapp at leggja bóltin til rættis. Tá var vanliga leiktíðin farin. Báðir partar hildu ondini, og brølini komu toftamegin frá. Frágera góði pólverski málverjin tveitti seg til høgru fyri seg sjálvan og reistist aftur við bóltinum. Brotssparksskjúttin hjá NSÍ sendi bóltin nett í sama staðið, sum hann gjørdi, tá ið hann á Eiði royndi seg úr ellivu metrum. Tað lektiuna hevði B68 málverjin eftir øllum at døma lisið.
Og so var rættulig øði í grindini. Málverjin rann við bóltinum út til brotsteigarmarkið og sendi langt fram á vøllin. Dómarin, sum var staddur á kósin, noyddist at bukka seg, og hann bríkslaði beinanvegin og gav B68 málverjanum gula kortið ? ivaleyst tí hann metti, at málverjin við vilja hevði skotið eftir honum sum takk fyri brotssparksdómin.
Í somu løtu varð á miðstrikuni víst, at tríggir minuttir vóru eftir. B68 trýsti á naglan, men eftir óstortligan samanbrest úti á vøllinum bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð. Tíðin var ikki farin, men dómarin mundi ikki kenna seg heilt álvuligan við støðuna. Ein støða, sum minti um lokaluppgerðirnar í gomlum døgum, og ein støða, sum var heilt øðrvísi, enn fyrsti tímin hesa ferð hevði verið.

Spakt fyrra umfar
Í 1. hálvleiki myndaðist uppgerðin, soleiðis sum tað kundi roknast við. B68 var bóltførandi, og NSÍ hevði nógv fólk aftanfyri bóltin, og tá teir fingu fatur á honum, royndu teir við longum sendingum fram til Óla Hansen og Christian Høgna Jacobsen, sum ikki høvdu eina roynd ímóti málinum í 1. hálvleiki. Christian Høgni tóktist ikki vera serliga væl fyri, og tríggjar minuttir undan steðginum kom Sonni L. Petersen á vøllin fyri hann.
Frank Skytte hevði broytt frá 4?3?3 og til 4?4?2. Í roynd at styrkja miðvøllin hevði Øssur Hansen saman við Fríðini Ziskason fingið sentralan leiklut, meðan Fróði Benjaminsen var í álopinum saman við Marcello Marcellino, sum ikki enn er komin í røttu venjingarstøðuna.
Øssur og liðfelagarnir royndu aftur og aftur at spæla seg ígjøgnum í borðunum og eftir miðásinum, men tað var sera torført, tí verjuparturin hjá NSÍ riggaði væl. Helgi L. Petersen og Kári Hansen arbeiddu mest sum bara í verjupartinum, og miðverjarnir vóru avgjørdir frammanfyri væl upplagda Jens Martin Knudsen. Hann bjargaði væl frísparksroynd frá Øssuri Hansen, og hann slapp frá at bjarga, tá John Heri Dam heilkiksaði, eftir at høgt innlegg var komið úr høgru og afturum verjuna.

Meiri framfýsnir
Jógvan Martin Olsen hevði í steðginum givið sínum monnum boð um at fara longri fram á vøllin. Hann mundi óðra møguleikan at vinna. NSÍ miðvøllurin og síðstu spælararnir stuðlaðu meiri álopsmonnunum, men Hans Fróði Hansen var ein sannur brandur í B68 verjuni. Hann vann allar luftbóltarnar, og hann hevði ikki stórvegis trupulleikar í mann ímóti mannum støðum.
Burtursæð frá málinum var besti B68 møguleikin eftir álop í høgru. Øssur Hansen legði innfyri, Pól Thorsteinsson royndi við nærra stólpan at beina burtur, men bólturin rakti í høvdið á Helga L. Petersen og tók stólpan, áðrenn hann varð beindur burtur.
NSÍ var nær við og næstan nakrar ferðir, men einki kom burturúr, fyrrenn B68 hevði skorað. Tá fór ferðin upp, adrenalinið pumpaði, og lagt varð upp til nýggja og sera spennandi lokaluppgerð komandi hóskvøld, tá tað skal gerast av, hvør skal spæla steypafinalu ímóti HB. Um dysturin mikukvøldið hevði verið seinna semifinalan, so hevði tað verið NSÍ, sum fekk atgongumerkini til ólavsøkudystin.

Dysturin í tølum
B68-NSÍ 1-1 (0-0)
1-0: Hans Fróði Hansen, 57
1-1: Jónstein Petersen, 58

B68: Michal Kokoszanek ? Jan Petersen, Hans Fróði Hansen, Messias Perreira, Oleif Joensen ? Marlon Jorge, Fríðin Ziskason, Øssur Hansen, John Heri Dam ? Fróði Benjaminsen, Messias Marcellino
NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Pól Thorsteinsson, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Kári Hansen, Helgi L. Petersen, Jónstein Petersen ? Christian Høgni Jacobsen, Óli Hansen