Ólavsøkuspenningurin komin til Runavíkar

Sigurin á Svangaskarði hevur fyrsta finaluplássið nakrantíð til NSÍ við sær, og nú eru fyrstu atgongumerkini út í Europa nógv nærri, enn tey nakrantíð hava verið áður

HÁLVFINALA B68?NSÍ

Tað er Skálafjarðarstevna í Runavík í hesum vikuskiftinum. Og tað vil so væl til, at fótbóltsfepurin er hægri í stevnukommununi, enn hann nakrantíð hevur verið áður. NSÍ er næstfremst í landskappingini, og hóskvøldið spældu teir seg í steypafinaluna ? tað fyrstu síðani farið varð undir kappinginga um løgmanssteypið. Harvið kunnu vit staðfesta, at samstundis sum teir halda stevnu í Runavík, so er fótbóltsspenningurin næstu sjey vikurnar varðveittur.
Finaluplássið ger, at NSÍ hevur tikið eitt risafet ímóti fyrstu Europa Cup luttøkuni. Hon gerst veruleiki, um NSÍ vinnur steypafinaluna, og hon kann gerast veruleiki, sjálvt um NSÍ tapir steypafinaluna.

Borð um borð
Kappróðurin hevur stóran áhuga í Runavík. Og um vit brúka kappróðrarmyndina upp á seinnu hálvfinaluna á grasinum í dýrdarveðrinum hóskvøldið, so róðu liðini borð um borð fyrstu smáu fimmti minuttirnar. So kom hol á, og so var tað sera hendingarríkt og undirhaldandi.
Tíverri, kunnu vit siga, kom einki mál í 1. hálvleiki. Hevði fyrsta málið komið beinanvegin, so hevði fyrra umfarið ivaleyst eisini verið undirhaldandi. Men einki mál kom, og so var spælið keðiligt, sjálvt um tað var stórur spenningur í. Báðir partar løgdu størstan dentin á at verja og at ansa eftir, at mótparturin ikki fekk fyrimunin av at koma á odda, og persónligu mistøkini vóru nógv.
Uppløgdu málmøguleikarnir vóru fáir og smáir. Jens Martin Knudsen og Michal Kokoszanek tóku sær av nógv teimum flestu innleggunum, sum ikki vóru so ógvuliga mong. Arnold Joensen hjá B68 kom leysur í høgru nakrar ferðir. Hann legði oftast til nærra stólpan, men álopsmenninir hjá B68 vóru ikki á rætta staðnum røttu løtuna. Størsta møguleikan fekk Øssur Jacobsen, tá hann eftir álop í høgru og innlegg frá Marlon Jorge kom leysur í vinstru, men royndin úr spískum fór dygst omanfyri.
Hjá NSÍ sendi Gert Langgaard eftir hornaspark uppum, og Brynjolvur Nielsen sendi fríspark omanfyri.

NSÍ setti treytirnar
Bara tríggir minuttir vóru farnir av seinna umfarinum, tá NSÍ fekk hol á. So skuldi B68 skora tvær ferðir, um teir skuldu røkka finaluplássinum. Tí var neyðugt hjá teimum at sleppa alt meiri í verjupartinum, og tað hevði við sær, at spentar støður stóðust í báðum endum, og tá er stuttligt at vera áskoðari. Eftir at NSÍ var komið framum, skifti B68 frá 4?4?2 og til 4?2?4, og tá NSÍ var komið upp á 2?0, var verjuparturin hjá B68 heilt tunnur (Hans Fróði Hansen var fremsti maður), og fimm og viðhvørt seks spælarar vóru í fremstu røðini.
B68 minkaði um munin til 2?1, tá tað restaðu seytjan minuttir, og hóast tað var neyðugt hjá teimum at skora tvey mál afturat, um teir skuldu vinna finaluplássið, so var tað heilt spennandi. Fimm minuttir undan leikloki økti NSÍ til 3?1. Tá tóktist sum um alt var avgjørt, men B68 svaraði enn eina ferð aftur, og seinni hálvleikur gjørdist sum heild rættuliga undirhaldandi og einum steypadysti verdugur.

Málini
Óli Hansen skoraði til 1?0. NSÍ hevði horna í vinstru, B68 málverjin boksaði út frá, bólturin varð sendur aftur í vinstra borð og hagani til handara stólpan, har miðframherjin, sum ikki hevði verið serliga sjónskur, var púra leysur, tá hann sendi framvið nærra stsólpanum og upp undir nettakið, og harvið hevði Óli útinnt tað, sum tað verður roknað við, at hann skal gera.
Sonni L. Petersen skoraði til 2?0 úr 20 metrum. Hann fekk tak á eftir langa sending, sneiddi framvið einum og fangaði málverjan á skeiva beininum. Royndin var ikki serliga sannførandi, men bólturin smoygdi sær inn við stólparótini.
Marcello Marcellino er ein snillingur við bóltinum. Trupulleikin hjá B68 er, at hann so at siga ongantíð er tøkur. Hesa ferð spældi hann 35 minuttir, og hann minkaði um munin við fínum langskoti úr 18 metra fjarstøðu.
So trýsti B68, men tá teir vóru ósketnir og spældu Sonna L. Petersen púra leysan, endaði tað við, at dómarin bríkslaði fyri brotssparki. Brynjolvur Nielsen, sum annars hevði til uppgávu at taka sær av Øssuri Hansen í vinstru, sendi flatt í netið.
Tá B68 tveir minuttir seinni fekk brotsspark, tók Øssur Hansen uppgávuna úr ellivu metrum á seg. Jens Martin Knudsen tveitti seg til høgru fyri seg sjálvan og hálvbjargaði, men Øssur Hansen var fyrstur á returinum. Í evstu løtu hálvbjargaði Jens Martin Kndusen frísparksroynd frá Øssuri Hansen. John Heri Dam sendi returin úr spískum í høgru og á samankomingina, men B68 kom kortini ikki nærri enn 3?2, og so fegnaðust innan menninir, sum longu eru farnir at gleða seg til ólavsøkudag. Tá fara teir fyrst at hyggja at, meðan Torbjørn, Bill og allir hinir fara at ganga í skrúðgongu, og so fara teir á Tórsvøll at taka á við NSÍ. Vónandi verður veðrið eins blítt, og tað var hóskvøldið.

B68?NSÍ 2?3 (0?0)
2. hálvfinala í kappingini um løgmanssteypið
0?1: Óli Hansen 48.
0?2: Sonni L. Petersen 66.
1?2: Marcello Marcellino 73.
1?3: Brynjolvur Nielsen br 85
2?3: Øssur Hansen 87.
Dómari: Lassin Isaksen
B68: Michal Kokoszanek ? Jan Petersen (Oleif Joensen, 32.), Hans Fróði Hansen, Messias Perreira, John Heri Dam ? Arnold Joensen, Jann Ingi Petersen (Fríðin Ziskason, 66.), Marlon Jorge, Øssur Hansen ? Fróði Benjaminsen, Øssur Jacobsen (Marcello Marcellino, 54.)
NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Brynjolvur Nielsen (Ken Nónklett, 89.), Arnfinn Langgaard, Pól Thorsteinsson, Christian Høgni Jacobsen ? Gert Langgaard, Kári Hansen, Helgi L. Petersen, Ian Højgaard (Bergur Djurhuus, 79.) ? Óli Hansen, Sonni L. Petersen