2. deild
ÍF vóru favorittar, tá HB kom norður á vitjan leygardagin. Fuglfirðingarnir høvdu eftir eina laka byrjan upp á kappingarárið fingið veruligt glið á seinu umførini, og hinvegin hevur alla tíðina skorist illa hjá HB. Undantakið í so máta var sjálvandi sigurin á FS Vágum, men annars hevur verið ógvuliga soltið.
ÍF trýsti
Tað vóru eisini fugfirðingar, sum alt fyri eitt løgdu bragdligari fyri. Spælið varð trýst niðan á HB hálvuna, og mest sum einasta vápnið hjá gestunum var at sparka bóltin so langt sum yvirhøvur gjørligt, og so vóna, at teir báðir álopsmenninir, Gunnar Mohr og Eyðun Samuelsen, kundu skapa okkurt.
Og so hendi brádliga tað, sum ikki mátti henda fyri fugfirðingarnar. Teir høvdu í eina góða løtu trýst á HB málið, og var tað ikki fyri Kaj Leo Joahnnesen, sum hendan dagin var vikarur fyri Pól Næss Joensen, sum var við fyrsta liðnum á Eiði, so høvdu teir helst eisini havt leiðsluna.
Eitt langt útspark úr HB verjuni endaði hjá Gunnari. Hann rann seg leysan í vinstra borði, og tá hann so rullaði inn til álopsfelagan, var verjuleikari hjá ÍF fyrri at beina bóltin í málið.
Næsta málið hjá HB kom eftir mest sum somu uppskrift. ÍF spældi við flatari verju, og tí var eingin at samla Gunnar upp, tá bólturin varð sendur inn um verjuna, og av brotsteigarmarkinum smekkaði gamli málslúkurin til, og so var 2-0.
Sama gongdin
Í seinna hálvleiki var gongdin hin sama. ÍF trýsti ? og teir høvdu møguleikar ? men har bar einki til. Ístaðin var tað aftur HB, sum kontraði. Hesaferð var uppspælið í høgru, har Gunnar varð sendur avstað, og tá hann spældi Eyðun leysan mitt fyri málið, kundi hesin valla gera annað enn at rulla inn í málið.
Tað eydnaðist ÍF loksins at minka um munin, tá tíggju minuttir vóru eftir at leika. Roy Róin lyfti inn um verjuna til ein púra leysan Heina Heinason, sum skoraði trygt, men gleðin um hetta var ikki serliga sjónlig, og varð hon eisini stokkut. Tí í seinats aminuttinum økti Eyðun Samuelsen aftur, eftir at hann og Gunnar høvdu spælt sama, soleiðis at Eyðun at enda slapp leysur við málverjarnum.
Fyri ÍF var alt hetta sum at fáa nevan. Síðani vánaligu byrjanina hava teir strítt seg upp í oddin, og við einum sigri hesaferð høvdu teir komið heilt nær, men har fall so alt á gólvið.
Hjá HB var talan hinvegin um trý dýrabar stig, sum lyfta teir burturúr botnstríðnu , sum tó ikki er so nógv stig burtur kortini. Og undir øllum umstøðum man tað vera hugaligt hjá teimum at staðfesta, at teir nú aftur hava eitt álop, sum dugir at skjóta mál.
ÍF-HB 1-4 (0-2)
0-1: Sjálvmál
0-2: Gunnar Mohr
0-3: Eyðun Samuelsen
1-3: Heini Heinason
1-4: Eyðun Samuelsen