Fótbóltur
NSÍ fór við øllum stigunum av Mølini á Eiði. Talan var um tætta og javna uppgerð. NSÍ hevði fleiri møguleikar. Hjá EB/Streymi knípti tað enn eina ferð at fáa opnar møguleikar burturúr stríðnum og viljanum at streingja mótstøðumenninar frammarlaga á vøllinum. Men í síðstu løtu hevði EB/Streymur eina góða roynd ímóti málinum, sum ivaleyst átti at havt borið mál við sær. Men Jens Martin Knudsen bjargaði sera væl, og júst tann bjargingin gjørdi, at NSÍ einki misti, og at EB/Streymur einki fekk.
EB/Streymur hevði horna, kontra kom á skotroyndina, bólturin støkk út frá til Ronnie Samuelsen, sum smekkaði til, og tá Jens Martin Knudsen tveitti seg í fulla longd, sást einki til, at hann er miðskeiðis í tríati árunum, og at tað eru fjúrtan ár síðani, at hann fyrstu ferð vardi landsliðsmálið.
Onkrar broytingar
EB/Streymur hevur fínan hugburð, og tað er lítið at ivast í, at teir fara at vinna og fáa stig. Teir eiga rós fyri, at teir ikki liggja aftarlaga á vøllinum og lúra. Miðvallararnir byrgja fyri frammarlaga á vøllinum, og møguleikin lúrir alla tíðina fyri, at teir skulu koma ímillum frammarlaga á vøllinum, og at Sorin Anghel harvið skal gerast vandamikil.
Í fyrstu umførunum hevur Pacek verið í álopinum. Hesa ferð hevði Trygvi Mortensen flutt hann aftur í miðverjuna, har hann ansaði høvuðsterka Óla Hansen. Sorin Anghel var einsamallur á toppinum hjá EB/Streymi, og so stuðlaðu Teitur Joensen og Hans Pauli Samuelsen hvør sínu megin.
Hjá NSÍ var Djóni N. Joensen aftur í miðverjuni, meðan Pól Thorsteinsson var á vongverjanum, sum Brynjolvur Nielsen hevur verið á. Christian Høgni Jacosben var í álopinum. Honum eydnaðist ikki at skora, men hann hevði fleiri møguleikar at gera tað. Av tí at EB/Streymur var so framrættað, so kom tað fleiri ferðir fyri, at NSÍ í skjótum álopum varð yvirmannað. Kanska einar fimm ferðir vóru teir tríggir ímóti tveimum, men tað eydnaðist ikki at fáa mál, tí tann síðsta sendingin var ikki nóg neyv.
Málini
Fyritreytirnar hjá NSÍ styrknaðu nógv beinanvegin. Bara sjey minuttir vóru farnir, tá NSÍ megnaði at sekta líkasælt verjuspæl. NSÍ menninir tveittu skjótt innkast, sum Óli Hansen snittaði við høvdinum longur inn í brotsteigin, EB/Streyma menninir vóru ikki komnir í ansingarstøðurnar, og so var Jónstein Petersen leysur og kundi seta bóltin í málið aftanfyri Gunnar á Steig.
Seinna umfarið var knappliga tjúgu minuttir gamalt, tá EB/Streymur javnaði. Teitur Joensen hevði bóltin á baklinjuni úti við brotsteigarmarkið, men ólukkutíð fyri NSÍ, so var verjumaðurin og ótolin. Í staðin fyri at bíða til ungu maðurin, sum var í púra vandaleysari støðu, flutti seg við bóltinum, so varð roynt at takla, álopsmaðurin lá flatur, og Sorin Anghel var tryggur úr ellivu metrum.
Tá EB/Streymur hevði javnað, skifti Jógvan Martin Olsen út. Helgi L. Petersen, sum hevði verið skaddur alla vikuna, og Bergur Djurhuus komu inn fyri Ian Højgaard og Gert Langgaard, og lítla løtu undan sigursmálinum kom Sonni L. Petersen innfyri Óla Hansen.
Sigursmálið varð skorað eftir frísparksinnlegg úr vinstru. Aftur var heimaverjan óskettin. Bólturin varð lagdur í holið aftanfyri rúgvuna undir málinum, og miðverjin Arnfinn Langgaard var á rætta staðnum og stýrdi við fótinum bóltinum inn um strikuna, og tað bar øll stigini við sær. Men tað eigur NSÍ fyrst og fremst at takka Jens Martini Knudsen fyri. Við meistarligari bjarging í síðstu løtu tryggjaði hann, at NSÍ vann 2?1.
Dysturin í tølum
EB/Streymur-NSÍ1-2 ( 0-1)
0-1: Jónstein Petersen 8
1-1: Sorin Anghel (br.) 64
1-2: Arnfinn Langgaard 72
Dómari: Jens Petur Brattalíð
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Hallur Jacobsen, Andrzej Pacek, Knút Vesturtún, Esmar Eiðisgarð ? Marni Djurhuus, Ronnie Samuelsen, Jákup Martin Joensen ? Teitur Joensen, Sorin Anghel, Hans Pauli Samuelsen
NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Pól Thorsteinsson, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Kári Hansen, Ian Højgaard, Jónstein Petersen ? Christian Høgni Jacobsen, Óli Hansen