judoleikarar aftur at luttaka í altjóða judokappingini Hillerød International Cup. Tað boðar judosambandið frá í dag. Sum navnið á kappingini sigur, so verður kappingin í Hillerød í Danmark. Hon verður nú l [...] eisini verið kappast millum veteranar. Úr Føroyum fara 17 luttakarar, harav tveir venjarar fara at luttaka í kappingini fyri veteranar, meðan hini 15 luttaka í kappingunum fyri børn og unglingar. Judosambandið [...] sterka kapping, men tað hevur fyrr eydnast føroyingunum at fáa heiðursmerki í kappingini. Nú er vónin, at tað eydnast aftur í ár.
u, skrivar innlendismálaráðið í tíðindaskrivi. Sagt verður, at Connie Hedegaard rósti politisku semjuni í Føroyum, og at hon skilir væl føroyska ynskið um sjónliggering í nýggju avtaluni. Connie Hedegaard [...] Landsstýriskvinnan í innlendismálum, Annika Olsen, kunnaði í dag donsku starvssystur sína, Connie Hedegaard, um føroyoyska veðurlagspolitikkin. Annika Olsen legði stóra áherðslu á, at talan er um eina [...] at skerja útlátið av veðurlagsgassum við í minsta lagi 20 prosentum. Annika Olsen gjørdi vart við, at tað hevur stóran týdning, at Føroyar verða sjónliga nevndar í fyrsta uppskotinum til eina nýggja bindandi
vórðu sendar av landinum í mun til 4060 eskjur í fjør. Í ár verða eskjurnar latnar til børn í Rumenia. Nógvir áhugabólkar kring landið hava verið við til at savna skógvaeskjur inn til tiltakið bæði samkomur [...] Í ár komu 4850 skógvaeskjur inn til Christmas Child-tiltakið í Føroyum. Sunnudagin 31. oktober var seinasta freist at lata skógvaeskjur inn til Christmas Child-tiltakið. Tilsamans 4850 skógvaeskjur vórðu [...] koma fram, verða tær í samstarvi við kirkjur, samkomur, skúlar og vælgerandi felagsskapir á staðnum latnar børnum á sjúkrahúsum, barnaheimum, flóttafólkalegum, býlum fyri heimleys og í fátækrabýlingum. F
føroyski bólkurin The Dreams í Føroyum. The Dreams hava seinastu árini gjørt um seg kring alt Evropa, har teir serliga hava sligið í gjøgnum í Danmark og Týsklandi. Seinni í heyst skulu teir fyri fyrstu [...] framførslu í SMS leygardagin kl. 15.00. Í SMS verður nógv annað eisini á skránni, m.a. barnaundirhald við Angelu og Hannibal kl. 11.00. Um kvøldið, valkvøldið, fara The Dreams hava konsert í Mentanarhúsinum [...] sinum í Fuglafirði saman við Grandmas Basement. Eisini verður DJ Show við Pandaboy. Tiltakið byrjar kl. 23.00, og heldur fram til kl. 04.00.
forstjóri í Bank Nordik BankNordik boðaði í morgun frá, at metingin fyri ársúrslitið 2013 verðir lækkað úr 130-160 milliónir krónur niður í 100-120 milliónir krónur. Ringa veðrið í Føroyum farna mánað [...] hesar stormarnar í desember, sum kostaðu nakað í tryggingarskaðum. Hin orsøkin er niðurskrivingar, sum eru eitt sindur størri, enn vit høvdu mett, segði Janus Petersen millum annað í samrøðu við Rás2. [...] Hoyr samrøðuna, sum Leo Poulsen á Rás2 gjørdi við Janus Petersen, forstjóra í Bank Nordik, við at trýsta á pílin undir myndini.
Í morgin klokkan 14 letur upp nýggj føst framsýning í framsýningarhølunum hjá Søvnum Landsins í Brekkutúni 6 í Hoyvík. Nýggja framsýningin er um náttúruna og mentanina í Føroyum, og gjørt hana hava Ná [...] áðnum. Í Søvnum Landsins eru landsbókasavnið, landsskjalasavnið, fornminnissavnið og náttúrugripasavnið. Stovnurin umsitur eisini meginpartin av løgtingsjáttanunum til mentanararv og skipanir í tí sambandi [...] . Heitið á nýggju framsýningini er Tjóðsavn mentan og náttúra. Framsýningin er ein týðandi liður í nýskipanini av tí museala virkseminum hjá landinum, har málið er at menna samskiftið við skúlar og aðrar
runt í landinum Heldur forkunnuga samstarvið ímillum fimti ára gamla Niels Midjord og 20 ára gomlu songkvinnuna Lív Næs, hevur fingið góða móttøku í Føroyum. Lív og Niels hava í kvøld framført í Miðlahúsinum [...] Miðlahúsinum í Vágsbotni í sambandi við Asfalt festivalinum, sum er byrjaður í kvøld. -Vit eru ótrúliga glað fyri, at vit hava selt so nógvar fløgur, og høvdu als ikki væntað tað, sigur Lív Næs við Rás2. U [...] Upprunaliga var fløgan bert prentað í 400 eintøkum, men eftir stutta tíð var eftirspurningur so mikið stórur, at 1000 aftrat eintøku vóru latin handlarnir.
Tað er ikki bara í Føroyum at íløguspøl hava byrjunartrupuleikar. Stórt danskt íløguspæl hjá TV2, Saxobank og Euroinvestor, sum byrjaði í gjár, varð niðurlagt í dag. Danska íløguspælið, sum er eitt samstarv [...] verður sagt at vera størsta og mest veruliga íløguspæl í Danmark nakrantíð. Høvðusvinningurin var 300.000 krónur. Spælið byrjaði í gjár. Men í dag kunngjørdi Euroinvestor, sum hava gjørt spælið, at spælið [...] lýst verður, at spælið byrjar aftur seinni í mánaðinum. Føroyska íløguspælið, ilogur.com, hevði eisini byrjunartrupuleikar. Tey valdu at skifta veitara, og í dag koyrir spælið eftir øllum at døma fínt
Í Skarvanesi ganga tey í móti rákinum. Meðan flest allar bygdir í Føroyum fáa húsanummur, hava tey í Skarvanesi valt at varðveita húsanøvnini í staðin. So við og við broytast føroysku bygdirnar ? har tað [...] eru hesi: Við Geilará Skúlin/ Bønhúsmørk og Kirkjumørk Kárastova Gomlustovu Skemman Niðri í Trøð Á Fløtti Uppi í Trøð Á Fjallinum [...] Skarvanesi, sigur Jacob Martin Debes, bóndi á Skarvanesi á heimasíðuni hjá Sandoyar Kunningarstovu. Í Skarvanesi er nevniliga ætlanin at varðveita gomlu nøvnini ístaðin fyri nýggj nummur. Nøvnini á Skarvanesi
Sølan av krimi-skaldsøgum er vaksin í stórum í norðurlondum seinnu árini, og hetta er eisini nakað, sum sæst aftur í Føroyum. Fimm av mest seldu útlendsku bókunum í jólasøluni vóru krimibøkur - millum [...] Bókasølan var góð í fjør, og føroysku kókibøkurnar standa ovast á sølulistunum í jólasøluni. Bestseljaralistin hjá Rit & Rák vísir, at Søtt og Leskiligt var mest selda bókin í desember, og í hølunum á henni