Stormar hava ávirkað úrslitið

Ringa veðrið hevur ávirkað metingina fyri ársúrslitið

Ringa veðrið hevur eisini sína ávirkan á metingina fyri ársúrslitið 2013, sigur Janus Petersen, forstjóri í Bank Nordik


BankNordik boðaði í morgun frá, at metingin fyri ársúrslitið 2013 verðir lækkað úr 130-160 milliónir krónur niður í 100-120 milliónir krónur.


Ringa veðrið í Føroyum farna mánað er ein partur av frágreiðingini, sigur Janus Petersen, forstjóri:

- Vit høvdu hesar stormarnar í desember, sum kostaðu nakað í tryggingarskaðum. Hin orsøkin er niðurskrivingar, sum eru eitt sindur størri, enn vit høvdu mett, segði Janus Petersen millum annað í samrøðu við Rás2.


Hoyr samrøðuna, sum Leo Poulsen á Rás2 gjørdi við Janus Petersen, forstjóra í Bank Nordik, við at trýsta á pílin undir myndini.