Íløguspæl hjá TV2 niðurlagt

Tað er ikki bara í Føroyum at íløguspøl hava byrjunartrupuleikar. Stórt danskt íløguspæl hjá TV2, Saxobank og Euroinvestor, sum byrjaði í gjár, varð niðurlagt í dag. Danska íløguspælið, sum er eitt samstarv millum TV2, Saxobank og Euroinvestor verður sagt at vera størsta og mest veruliga íløguspæl í Danmark nakrantíð. Høvðusvinningurin var 300.000 krónur.

Spælið byrjaði í gjár. Men í dag kunngjørdi Euroinvestor, sum hava gjørt spælið, at spælið ikki virkaði eftir ætlan og verður fyribils niðurlagt. Spælið skal eftirkannast, og lýst verður, at spælið byrjar aftur seinni í mánaðinum.

Føroyska íløguspælið, ilogur.com, hevði eisini byrjunartrupuleikar. Tey valdu at skifta veitara, og í dag koyrir spælið eftir øllum at døma fínt.