Vónin er heiðursmerki

Judo: 17 føroyingar luttaka í altjóða kapping um vikuskiftið

Eins og undanfarnu árini, so fara føroyskir judoleikarar aftur at luttaka í altjóða judokappingini Hillerød International Cup. Tað boðar judosambandið frá í dag.

 

Sum navnið á kappingini sigur, so verður kappingin í Hillerød í Danmark. Hon verður nú leygardagin 26. november.

 

Hillerød Cup er ein altjóða kapping, sum fyri tað mesta er fyri børn og unglingar. Seinnu árini hevur eisini verið kappast millum veteranar.

 

Úr Føroyum fara 17 luttakarar, harav tveir venjarar fara at luttaka í kappingini fyri veteranar, meðan hini 15 luttaka í kappingunum fyri børn og unglingar.

 

Judosambandið metir, at talan er um eina sterka kapping, men tað hevur fyrr eydnast føroyingunum at fáa heiðursmerki í kappingini. Nú er vónin, at tað eydnast aftur í ár.