Í ár komu 4850 skógvaeskjur inn til Christmas Child-tiltakið í Føroyum.
Sunnudagin 31. oktober var seinasta freist at lata skógvaeskjur inn til Christmas Child-tiltakið. Tilsamans 4850 skógvaeskjur vórðu sendar av landinum í mun til 4060 eskjur í fjør. Í ár verða eskjurnar latnar til børn í Rumenia.
Nógvir áhugabólkar kring landið hava verið við til at savna skógvaeskjur inn til tiltakið bæði samkomur, kirkjur, skúlar og onnur. Tá eskjurnar koma fram, verða tær í samstarvi við kirkjur, samkomur, skúlar og vælgerandi felagsskapir á staðnum latnar børnum á sjúkrahúsum, barnaheimum, flóttafólkalegum, býlum fyri heimleys og í fátækrabýlingum.
Fyrireikararnir av Christmas Child tiltakinum fegnast um góðu undirtøkuna og ynskja at takka øllum sum hava stuðlað á ymiskan hátt.











