Kókibøkur seldu best

Bókasølan var góð í fjør, og føroysku kókibøkurnar standa ovast á sølulistunum í jólasøluni. Bestseljaralistin hjá Rit & Rák vísir, at Søtt og Leskiligt var mest selda bókin í desember, og í hølunum á henni var ein onnur kókibók, Oddvørsa køku- og dessertdreymar.

Síðani komu krimibókin Metusalem, Meg minnist og ørminnist og Hin heimurin.

Aðrar føroyskur bøkur, sum hava selt væl, eru Westerbeek, Saknaði sonurin, Ein minnilig nátt, Songbók Føroya fólks og Havnin - fólk og yrki.

Sølan av krimi-skaldsøgum er vaksin í stórum í norðurlondum seinnu árini, og hetta er eisini nakað, sum sæst aftur í Føroyum. Fimm av mest seldu útlendsku bókunum í jólasøluni vóru krimibøkur - millum annað hjá Liza Marklund og Stieg Larsson.