The Dreams á vitjan

Um vikuskiftið vitjar føroyski bólkurin The Dreams í Føroyum.

The Dreams hava seinastu árini gjørt um seg kring alt Evropa, har teir serliga hava sligið í

gjøgnum í Danmark og Týsklandi. Seinni í heyst skulu teir fyri fyrstu ferð á tourne i USA. Men teir hava

sjálvandi ikki gloymt sínar røtur.

The Dreams fara hava eina framførslu í SMS leygardagin kl. 15.00. Í SMS verður nógv annað eisini á skránni, m.a. barnaundirhald við Angelu og Hannibal kl. 11.00.

Um kvøldið, valkvøldið, fara The Dreams hava konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði saman við Grandmas Basement. Eisini verður DJ Show við Pandaboy. Tiltakið byrjar kl. 23.00, og heldur fram til kl. 04.00.