eisini mál okkara, og haldi eg, at uppskotið um sjálvstýrislóg er góður karmur at arbeiða út frá, tí tað er av so alstórum týdnigni, at tað verður í Føroyum, at vit finna semjuna. - Tí tað eru vit, sum skulu [...] gloyma, at pensjónirnar og útbúgvingarstuðulin eru afturúrsigld. Javnaðarflokkurin ætlar ikki at vinna valið við at tosa harðast um sjálvstýri. Javnaðarflokkurin ætlar at vinna valið við at vísa á, at vit [...] nýggja tingið er mannað, fer uttan iva at bera til at flestu flokkar draga somu línu í tjóðskaparmálinum. Tá fara vit at finna eina breiða semju, sum uttan iva fer at byggja á uppskotið hjá Javnaðarflokkinum
fyri við at siga, at MBF arbeiðir fyri at føroyska samfelagið skal veita teimum fólkum, ið bera brek, somu møguleikar sum aðrar samfelagsborgarar hava, og at samfelagið verður útbygt soleiðis, at tað verður [...] bøtast um politikarar ásanna, at vit eru eftirbátar og taka hetta í fullum álvara, m.a. við at gera eina heildarætlan fyri tann politikk, ið løgting og landsstýri ætla at fremja á hesum øki fyri eitt ávíst áramál [...] Flokkurin vil virka til at betra um korini hjá teimum veiku, gomlu, sjúku og brekaðu, men vit eru ivaleyst mong, ið sakna at hoyra hvussu og ikki minst, nær flokkarnir fara í gongd at loysa hesi álvarsmál
sent heim, men Javnaðarflokkurin fer at arbeiða fyri, at tað kemur í tingið aftur. Tað verða fleiri og fleiri við rørslutrupulleikum, eitt nú fólk við ferðsluskaðum, og eisini eldri fólk við vantandi r [...] umhvørvinum er tann leiðin, vit eiga at ganga. ? Í tann mun tað ber til, eiga vit at síggja til, at menningartarnað verða verandi í heimliga umhvørvinum, og pedagogiskt sæð er tað eisini tann frægasta loysnin [...] at tað er almannamál. Tað er heilt skeivt, tí tað er uppgávan hjá øllum at hugsa um rørslutarnað, deyv og blind, tá ið talan er um bygging, sigur Kristian Magnussen. Sparingar innan sjúkrahúsverkið hava
tosaði um tað skeiva í, at tað almenna eigur bankan og ikki privatkundarnir. Edmund Joensen, sum er virkiseigari sjálvur, tá hann ikki er løgmaður, heldur at tað er av alstórum týdningi, at tað eru privatu [...] mun til tað sum sagt var frammanundan. Vanligur siður er, at slíkir fundir enda við tjóðsanginum, men Sjúrður Skaale helt, at við so fáum áhoyrarum, so var betri at lata verða við at syngja - og so var [...] tingið. Um tað var tíðspunktið, sum var orsøkin, ella tað var okkurt annað skal verða ósagt, men ikki møttu fleiri enn 60 fólk og teirra millum vóru nógv valevni. Nú er tað ikki upp til okkara, at taka dagar
sektaruppskotinum ella ikki. Ger hann ikki tað, fer málið í rættin. Tað vóru 21 mans við skipinum. Skiparin er fransmaður, meðan restin av manningini eru spaniólar og portugisar. [...] av hávi og uml. 3,5 tons av krabba. Bruix fylgdi við inn á Havnina, har skiparin fekk lagt sektaruppskot frá fútanum Sektaruppskotið var ein bót uppá 100.000 krónur og konfiskatión av veiðu og reiðskapi [...] Tjaldrið garnabátin Bruix, úr Bayonne í Fraklandi, fyri at veiða ólógliga á eini leið norður av Bill Baily bankanum. Báturin royndi við gørnum eftir havtasku og hevði roynt í einar fjúrtan dagar tá hann varð tikin
. Blóðroynd varð tikin av manninum og tá tað er sannlíkt, at ákæra verður reist um rúsdrekkakoyring. Náttina til sunnudagin varð ein bilførari tikin í Havn, fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Blóðroynd [...] tikin av manninum og eins í hinum førinum verður ákæra reist móti manninum um blóðroyndin vísir at ov nógv alkohol varð í blóðinum. Vraklutir Leygardagin fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at fjallmenn í N [...] í Sjeyndum. Seinni varð vaktarskipið Nim á staðnum og tók ymiskt upp. Harímillum var ein bjargingarringur frá Sjóborgini. Tað ber ikki til við vissu at siga hvaðani hinir vraklutirnir stava, tí teir bera
meðan B68 og GÍ fóru til Suðuroyar, eisini at spæla tveir dystir í part. Tey flestu úrslitini vóru, sum fólk høvdu væntað, men tað var eitt sindur óvæntað, at TB koppaði B36 í Gundadali, og at NSÍ vann [...] gini. Steypakappingin er eitt gott høvi hjá liðunum at fáa dystarvenjing, og hon fæst bert, um mótstøðuliðið megnar at geva mótstøðu. Tað hava tey higartil megnað, so tað er eingin umbering, um liðini [...] fjórðingsfinalunum og skulu spæla ímóti teimum báðum 3?arunum umframt einum 2?ara. Fjórðingsfinalurnar verða so spældar Dýra Biðidag 8. mai, og hálvfinalurnar verða 21. mai (Kristi Himmalsfaradag) og 30. mai. Sjálv
vísti á, at hvat sambýlum viðvíkur, eru tey sjálvfíggjandi við tað, at tey, sum búgva har, betala tey sjálvi og at tað er bara sjálvt húsið, sum kommunan er við at betala. Eisini hann vísti á, at skal nakað [...] Vang segði, at tað fyrsta, hann mintust, hevði kommunan nógv sosialmál at umsita. Men tey eru at kalla øll burtur nú, tí nú hevur Almannastovan yvirtikið tey at umsita og at viðgera. Tað einasta, sum [...] viðganga, at fyri kommununa einsamalla var tað at kalla ómøguligt. Ásbjørn Berg skuldi svara tí fjórða spurninginum. Men umenn tað var ómøguligt fyri Hovs kommunu einsamalla, so helt hann at tað átti at borið
bý- og bygdaráðslimir í økinum ávísar spurningar at svara. Spurningarnir vórðu settir hart upp, men nevnt varð, at tað var við vilja, fyri at fáa fólk ³at vakna3. Spurningarnir vóru seks í tali, og hvør [...] svara, var hesin: Grannahús tíni verða seld og stutt eftir flyta fýra menningartarnað inn. Hvat heldur tú um tað? Og hví? Nevn fyrimunir og vansar ið kunnu verða av, at ey menningartarnaðu flyta í húsini. [...] støðan sum hon er og hvat heldur tú eigur at verða gjørt fyri at bøta um støðuna? Eru ítøkiligar ætlanir í tínum øki? 4) Um avvarðandi hjá menningararnaðum ætla at stova sambýli til tey, ber tað so til? Hvaðani
fyrst í nítiárunum at Vágs Býráð fór at arbeiða fyri at gera vardar íbúðir í einum húsum í Vági. Men táið tað var mestsum klárt at flyta inn, hendi tað skelkandi, at Sosialurin skrivaði, at ³Sinnisbrekað [...] viljað havt við meg at gjørt, og um tey høvdu tíma at tosa við meg. Ásbjørn Berg segði, at hann roknaði við, at tey vóru sum fólk flest, at tað vóru ikki øll, sum tey vóru hugað fyri at hava nakað serligt [...] til, at tað varð sagt, at tað var almannastovan, sum hevði tikið stig til tey sosialu tiltøk, sum vóru framd í Vági, báði til sambýli og tann varda verkstaðin. Páll Vang segði, at tað er gamaní at hava